Temadagur um “Etik og andaliga umsorgan”

Fá2 bjóðar til Temadag 11 Apríl.

Fá2 er fakligur áhugabólkur fyri sjúkrarøktarfrøðingar innan krabbamein og palliatión.

Temadagurin verður hildin 11. apríl í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum frá 8:30-15.30.

Evnið í ár verður etik og andaliga umsorgan til álvarsliga sjúka krabbameinssjúklingin.

Undirvísari verður Rita Nielsen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og rithøvundur. Hon hevur millum annað skrivað bøkurnar  “Venteværelset – en døendes fortælling om livet” og “Det nødvendige nærvær”. Meira kann lesast um Ritu Nielsen á leinkini: www.ritanielsen.dk

Skrá:
Kl 8:30-9:00 Morgunmatur
Kl 9:00- 10.15    “Hvussu er at vera álvarsliga sjúkur og doyggjandi”?
Kl 10.30- 11.45  “Etik og etiskar tvístøður í krabbameinssjúkrarøkt”?
Kl 11:45-12:30   Døgurði
KL12.30-15.30   “Andalig umsorgan” – hvussu veita vit tað”

Kostnaður:  Ókeypis fyri limir í Fá2, tilmelding við at senda teldupost til fa2.sjukrarokt@gmail.com innan 2. apríl.

Tilmelding ikki limir: 500 kr við at gjalda á konto 6460-1620365.

Timelding:  Lesandi 250 kr 

Íroknað: Morgunmatur, ábit og drekka.

Vinarliga

Nevndin í Fá2