Føroya Pedagogfelag vil við hesum ynskja tykkum 33 valdu, á Føroya Løgting, til lukku við valúrslitinum.
Vit vilja nýta høvið at minna á, at tørvur er at seta minst fýra ting á dagsskránna, í komandi samgongusamráðingum.
Vælferðarlógin er klár at samtykkja.
Raðfestið arbeiðið við almennu lønarskipanini.
Ásetið minimumsnormeringar á dagstovnaøkinum og styttið arbeiðsvikuna.
Hetta eru viðurskifti, ið veruliga kunnu gera mun fyri einstaka føroyingin. Tí er tað umráðandi, at hesir spurningar koma á breddan.
Um tørvur er, at viðgera hesi ynskini nærri, eru vit klár at greiða frá.
Vit ynskja tykkum blíðan byr, øllum samfelagnum at frama.
Føroya Pedagogfelag