Tín atkvøða ávirkar námsfrøðiliga virkisøkið

Løgtingsval og fýra ting á ting.

Tað er einki at ivast í, at allir flokkar og øll valevni, ið vit hava tosað við, ynskja tað besta fyri føroyaland og fólkið, sum her býr.

Føroya Pedagogfelag gleðist um, at flest allir flokkar byrja at hava meiningar um støðuna hjá børnum – eisini teimum undir skúlaaldur. Samstundis, sum vælferðin hjá øllum borgarunum, eisini teimum sum bera brek, sleppur á breddan.

Føroya Pedagogfelag hevur lagt dent á fýra ting, ið vit ynskja at fáa viðgjørt á løgtingið komandi tingsetu. Vit hava samstundis boðið øllum politisku flokkunum á gátt at greiða frá, hví vit hava júst hesi fýra evnini á breddanum. 

Vit hava greitt teimum frá, at vit ynskja at vælferðarlógin verður samtykt. Hetta er í stóran mun eitt stórt arbeiði, sum er gjørt fyri at dagføra lóggávuna á økinum, ein lóggáva sum í dag er grunda í sera gomlum lógum uttan innihaldsligt krav til eitt nú hvussu lívsinnihaldi hjá borgarunum skal vera. 

Vit ynskja, at arbeiðið við at gera eina almenna lønartalvu verður raðfest, soleiðis at lønarmunir verða grundaðar á munir í útbúgvingarstøði, arbeiðsuppgávur og ábyrgd og ikki í dag har tað eru søguligar orsøkir serliga grunda á kyn, sum gera munin. Eitt nútíðarsamfelag eigur, at hava eina rættvísa lønarskipan ið gevur meining í dagsins samfelag. 

Vit hava sett fram eitt ynski um minimumsnormeringar á dagstovnaøkinum. Trýstið á dagstovnaøkinum er vorðið so mikið stórt, hesi seinastu árini, at tað gerst alt meira týðuligt, at neyðugt er at áseta eitt minstamark. Hetta er ikki bert nakað sum skuldi hjálpt uppá trivnaðinum hjá starvsfólkunum á økinum, men serliga skuldi tað stuðlað undir eitt betri og tryggari barnalív á komunalu dagstovnunum. Dagstovnarnir verða í størri og størri mun stýrdir við rokniarkum, og ikki út frá tørvinum hjá barninum og samfelagnum sum heild. Tí er neyðugt við einum minstamarki so kommunur verða tvungnar, at seta nokk av tíð av til børnini.

Vit hava sett fram eitt ynski um eina styttri arbeiðsviku. Gerandisdagurin gerst alsamt meira kompleksur, samstundis sum vit sum samfelag eisini skulu vera kappingarfør við okkara grannalond. Eftirlønaraldurin fer at hækka, tí eigur tað at vera náttúrligt at vit, sum samfelag, royna at tryggja okkum at orkan heldur øll árini og at vit ikki vera ovbyrjað.

Flest allir flokkar sendu umboð at práta við okkum um hesi viðurskifti. Fyri Fólkaflokkin var Joan Samuelsen, fyri Javnaðarflokkin vóru Rigmor Dam, Ingilín Strøm og Djóni N. Joensen, fyri Sjálvstýrið vóru Heri Danielsen og Poul Jákup Poulsen, fyri Tjóðveldið vóru Kristina Háfoss, Turið Horn og Vígdis Johannesen, fyri Miðflokkin vóru Rani Skaalum og Frank Jacobsen og fyri Framsókn vóru Hanna Jensen, Árni Dam, Ruth Vang, Birita Arge og Súsanna Olsen. Sambandsflokkurin valdi at senda okkum svar skrivliga og vóru tískil ikki til eitt prát um hvat lá aftanfyri ynskini. Framtakið og Føroyaflokkurin møttu ikki.

Vit fara at heita á limir og avarandi av námsfrøðiliga virkisøkinum, at lesa valskráirnar væl áðrenn tit seta krossin, og hugsa seg væl um, hvørt valskráirnar leggja upp til batar ella eru til ampa fyri námsfrøðiliga virkisøkið.

Føroya Pedagogfelag