Vit undrast

Edvard Heen hevur nú í fleiri umførum úttalað seg í miðlunum um, at starvsfólkatrot hevur ávirkan á tænastuveitingar hjá Almannaverkinum.

Tað er sjálvsagt sera óheppið í einum vælferðarsamfelag sum okkara, at borgarar, sum hava serligan tørv á stuðli og veiting, ikki fáa ta hjálp tey hava tørv á.

Tá tað er sagt, so undrar tað okkum almikið at hoyra slíkar útmeldingar frá Edvardi Heen.

Orsøkin til okkara undran stendst av, at vit javnan eru í samband við limir, ið arbeiða fullan brøk og siga, at tey ynskja at taka eitt eyka tak og arbeiða fleiri tímar. Tey fáa boð um, at tað sleppa tey ikki, at tey eru ov dýr tí Almannaverkið vil ikki gjalda teimum yvirtíðargjaldið, sum er +50% omaná lønina.

Ístaðin fyri at bjóða borgarum kontinuitet, við at hava støðug starvsfólk, sum kunnu og ynskja at avloysa við at taka eyka vaktir, velur Almannaverkið at spara, og ístaðin seta avloysarar á stovnar, sum ikki kenna borgararnar líka væl sum føstu starvsfólkini, tí tey føstu eru ov dýr.

Starvsfólkini kundu verið við til at bøtt um starvsfólkatrotið, um Almannaverkið vildi goldið tað sum tey kosta.

Síðani kundu “avloysararnir” verið brúktir til at veitt “manglandi” tilboðini.