120 – daga reglan
Stutt yvirlit yvir reglurnar um sokallaða 120-daga regluna.
Hvat er ”120-daga reglan” ?
120-daga reglan merkir, at arbeiðsgevarin kann siga starvsfólkið úr starvi við 1 mánaða freist til ein 1. í mánaðinum, tá starvsfólkið hevur fingið løn undir sjúku í 120 dagar innan fyri eitt 12 mánaðar tíðarskeið,
- hetta merkir, at sjálvt um starvsfólk hevur vunnið sær rætt til t.d. 6 mánaðar uppsagnar-freist, so kann arbeiðsgevarin siga starvsfólkið upp við 1 mánaða uppsagnarfreist, men bert um niðanfyri nevndu treytir eru loknar.
Almennar treytir fyri at 120-daga reglan skal kunna nýtast:
- talan skal vera um løntakara, sum er fevndur av starvsmannalógini ella at fakfelagið og arbeiðsgevarasíðan í sáttmála sínum hava ásett, at starvsmannalógin er galdandi (t.d. kann sáttmálin hava hesa orðing: ”viðvíkjandi uppsøgn er starvsmannalógin galdandi”)
- skrivlig og greið avtala skal vera gjørd millum arbeiðsgevaran og starvsmannin um at 120-daga reglan er galdandi, t.d. í setanarskrivi. (hendan avtala kann gerast í sambandi við starvssetan ella seinni, men kann ikki gerast millum fakfelagið og arbeiðsgevaran/arbeiðsgevarafelagið)
Nær kann arbeiðsgevarin brúka 120-daga regluna?
Ítøkjuligu treytirnar fyri at brúka 120-daga regluna (t.v.s. at siga starvsfólk upp við 1 mánaða uppsagnarfreist) eru:
- starvsfólkið skal hava fingið løn undir sjúku í minst 120 dagar innan fyri 12 mánaðar (ikki neyðugt at talan er um samanhangandi sjúkradagar),
- arbeiðsgevarin sigur starvsfólkið úr starvi uttan óneyðugt drál, tá starvsfólkið hevur fingið løn í 120 dagar undir sjúku innan fyri 12 mánaðar (t.v.s. at uppsøgnin vanliga skal verða framd innan 10 – 12 dagar.
- Um uppsøgnin t.d. verður framd 2 – 3 vikur aftaná, at 120 eru farnir, so eru vanligu uppsagnarfreistirnar galdandi. Um arbeiðsgevarin í tílíkum førum skal brúka 120-daga regluna, so má hann bíða til starvsfólkið aftur verður sjúkrameldað 120 dagar, men sjúkradagarnir frammanundan kunnu ikki roknast við í uppgerðini av 120 døgunum.)
- uppsøgnin verður fráboðað meðan starvsfólkið er sjúkrameldað (t.v.s. at tilber ikki at brúka 120-daga regluna, um starvsfólkið er komið aftur til arbeiðis, tí so má arbeiðsgevarin bíða til starvsfólkið aftur verður sjúkrameldað, men sjúkradagarnir frammanundan kunnu heldur ikki í tílíkum førum roknast við í uppgerðini av 120 døgunum.),
- uppsøgn eftir 120 daga regluni kann brúkast, sjálvt um viðkomandi frammanundan er sagdur upp við vanligari freist, men vanliga uppsagnarfreistin ikki er farin.
Hvørjir sjúkradagar verða roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 sjúkradøgunum?
Teir sjúkradagar, sum verða roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 døgunum eru (um starvsfólkið fær løn undir sjúkuni):
- allir kalendaradagar, har viðkomandi starvsfólk er sjúkrameldað – vanliga eisini leygardagar og sunnudagar, um starvsfólkið var sjúkt hesar dagar (fyri fastlønt),
- sjúkradagar uttan mun til hvør orsøkin er til sjúkuna (t.d. eisini, har sjúkan stavar frá skaða á arbeiðsplássinum. Tó ikki sjúka orsakað av barnsburði)
- Hvørjir dagar verða ikki roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 sjúkradøgunum?
- sjúkradagar, har orsøkin til sjúkuna er at kvinna er við barn (sambært javnstøðulógini),
- frítíðardagar (feria) – í hvussu so er sjúkradagar, sum byrja aftaná at starvsfólk er byrjað frítíð (feriu) sína, og til starvsfólkið skal byrja aftur at arbeiða eftir frítíð sína (um frítíðin verður útsett eftir avtalu við arbeiðsgevaran, so er talan um løn undir sjúku og so telja dagarnir við í uppgerðina av 120 døgunum),
- um starvsfólk er sjúkrameldað t.d ½ dag, so skal bert hesin ½ dagur roknast við sum sjúkradagur