Búmerkið hjá felagnum

Greinar.

Barnsins rættindi til feriu

Nú er fyrsta vetrarferian hjá føroyskum skúlabørnum farin framvið.

Deildar meiningar eru um hesa nógv umrøddu feriu – bæði innan skúlaverk og millum foreldur. Øll kunnu vit skjótt semjast um, at tað er bæði gott og tiltrongt at fáa feriu av og á, men í hesum føri eru meiningar frammi um, at júst hendan ferian órógvar meira enn hon gagnar.

Kanska er hon ikki nóg væl gjøgnumhugsað. Kanska hevur mann ikki tikið øll sjónarmið nóg væl við, ella vent teimum meira avbjóðandi avleiðingunum nóg gjøllað. Tí hvussu skulu foreldur skipa seg, tá teirra egna arbeiðslív og feriuætlan ikki er tillagað tørvin hjá barninum? Og hvussu kemur hetta at ávirka feriutilrættisleggjan hjá familjuni annars?

Eitt er, at eldru børnini, tey sum eru von við og megna at vera einsamøll heima, fáa frí nakrar dagar – annað eru yngru børnini; tey í 1-3 flokki. Hesi, sum flest øll eru von at fara í frítíðarskúla eftir skúlatíð, so tey ikki skulu sita einsamøll heima, til foreldur teirra koma frá arbeiði. Hesi børn kunnu ikki bara fáa vetrarfríð á sama hátt sum tey eldru, so hvat gera vit við tey?

Tilvildin á økinum

Í summum kommunum hevur mann valt at lata frítíðarskúlan hava opið soleiðis, at børnini kunnu fara í frítíðarskúla meðan foreldrini, sum annars ikki hava vetrarfrí, eru til arbeiðis. Í grundini ein fín loysn, tí frítíðarskúlin kann skipa tilboð við ymsum kreativum virksemi ella spæli, har børnini kunnu hugna sær saman við vinum undir tryggum kørmum.

Tó, her eru ávís viðurskifti ið skapa undran. Tí, um tað er neyðugt fyri børn at halda vetrarfrí, er tað so í lagi, at tey halda vetrarfrí í frítíðarskúlanum? Er tað at hava feriu, at vera í frítíðarskúla?  Eg undrist.

Í øðrum kommunum hevur mann valt at steingja frítíðarskúlan ímeðan vetrarferian er. So tað er tilvildin ið ræður, og hetta bendir á, at vit ikki hava vent spurninginum nóg væl í einum yvirskipaðum formi; hvør kommuna ger sum hon vil, og børn og familjur fáa tí ymisk tilboð, alt eftir hvar tey eru búsitandi.

Sum eg síggi tað, eiga børn at halda feriu saman við sínum foreldrum og systkjum – ferian skal njótast saman við familjuni. Eftir míni fatan skulu børn ikki halda feriu í frítíðarskúlanum – tað er ikki feria, hóast tú kanst vera har saman við tínum vinum og spæla allan dagin.

Eftir míni fatan hava vit als ikki tikið hædd fyri øllum sjónarmiðum og umstøðunum hjá einstøku familjuni, tá avgerðin um vetrarferiu varð tikin. Heldur ikki hava vit vent spurninginum, hvussu kommunala tilboðið eftir skúlatíð, sum er frítíðarskúlin, skal skipast, tá børn hava feriu. Veruleikin er, at børn alt ov ofta blíva koyrd í frítíðarskúlan, tá skúlin er stongdur.

Feria og rættindi

Er hetta rætta leið at ganga fyri barnið í nútíðarsamfelagnum? Eru børn ikki alt ov nógvar tímar uttan fyri heimið, alt ov nógvar tímar á stovni? Hvat við rættindum til at kunna halda frí? Grein 3 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at barnið hevur rætt til hvíld og frítíð. Men er hetta yvirhøvur nakað vit hava í huga, tá vit innrætta samfelagið og skipa arbeiðslívið hjá okkara borgarum? Hví er eitt nú eingin feriulóg, ið umfatar børn og barnalív? Vit hava eina feriulóg fyri vaksin, men børnini skulu bara sum frægast laga seg til samfelagsliga tørvin, og brúka størsta partin av sínum vakjandi tímum uttanfyri heimið saman við øðrum enn sínum foreldrum. Hvar er barnaperspektivið, nú vit øll tosa so nógv um tað góða barnalívið, um trivnað millum børn, og at gera Føroyar til besta land at vaksa upp í?

Sum sagt – feria er av tí góða, og eigur at geva tí einstaka møguleika og tíð til at traðka út úr dagsins resið; at hvíla og kunna raðfesta nærveruna í familjuni.

Men tíverri eri eg bangin fyri, at børnini, sum í vetrarferiuni annaðhvørt eru í frítíðarskúla, ella sita einsamøll heima við einum skermi, ikki fara at fáa tað gagn av hesi feriu, sum vit ímynda okkum. Eg haldi, at vit áttu at tikið størri atlit til barnsins tørv og tryggjað okkum, at børn halda feriu saman við sínum foreldrum.

Tað undrar meg eisini, at politiska skipanin hevur valt at geva skúlabørnum tríggjar dagar í vetrarferiu, í meðan fleiri av okkara yngstu børnum undir skúlaaldur als onga feriu fáa. Vit mugu hyggja at heildini og tryggja, at øll børn í Føroyum fáa rætt til feriu og ikki bara nøkur útvald børn, tí vit síggja í alt ov stóran mun, at børn undir skúlaaldri hava langar dagar á stovni. Hetta í sjálvum sær elvir til børn, sum blíva troytt og strongd, og sum tískil eisini hava tað sera strævið í dagsins samfelag, har alt frammanundan gongur við rúkandi ferð.

Kanningar uttanlands eitt nú í DK vísa, at børn halda væl styttri feriu enn foreldrini, í summum førum bara helvtina av feriutíðini hjá foreldrunum. Og kanningar vísa eisini, at jú yngri børnini eru, jú styttri halda tey feriu. Og sum vit vita, er støðan í Føroyum í flestu førum tann sama, sum í londunum kring okkum, vit hava tíverri ikki kanningar, ið kunnu staðfesta hetta.  

Feria, trivnaður og menning

Eitt annað sjónarmið, sum vit eisini eiga at hava í huga, tá vit tosa um týdningin av feriu er, at tá vit halda frí, kemur friður á okkara nervalag; vit kunnu fara í mentala restitutión, kroppurin og sinnið kunnu hvíla og fáa eitt “time out”. Fakta er, at gerandisdagurin á stovni er sera stævin fyri lítil børn – tey fáa nógv inntrykk, skulu fyrihalda seg til eina rúgvu av sosialum sambondum, og hetta er krevjandi fyri kognitivu evnini og fyri sálarliga trivnaðin og menningina hjá barninum. Tá børnini so fáa feriu, uppliva vit ofta, at tey gera hesi stóru lopini í menningini – nervalagið fær eina pausu, krøvini verða minni og færri, og barnið sleppur at seta ferðina niður.

Tí er hetta eitt evni vit eiga at viðgera nógv meira, og tosa nógv meira um; hví hava børn so stóran tørv á at halda frí? Hví er ferian ein týdningarmikil liður í menningini hjá barninum? Og hví hava børn krav uppá, at vit taka atlit til teirra frítíð?

Vilja vit verða heimsins besta land hjá børnum at vaksa upp í, mugu vit hava barnsins tørv fremst í huga, eisini tá avgerðir um feriu og frítíð verða tiknar. Og hóast eg haldi, at vit hava tosað ov lítið um hví vit nú skulu hava vetrarfrí, kann tað sjálvandi hugsast, at vit, tá fyrsta vetrarferian er farin um bak, standa eftir við eini jaligari uppliving. Livst, so spyrts – men neyðugt er við eini góðari og gjøllari eftirmeting, samstundis, sum vit í nógv størru mun eiga at taka kjakið upp um feriu og rættindi til frítíð hjá børnum undir skúlaaldur.

 

Útbúgvingarpolitikkur – hvør er yvirskipaða kósin

 

At øll umsorganarfakini hava avbjóðingar við at fáa umsøkjarar til ymsu útbúgvingarnar er eingin loyna, hetta hevur verið gongdin seinastu árini, í londunum rundan um okkum eins væl og her heima, og soleiðis er eisini við námsfrøðiútbúgvingini á Setrinum.

Síðan 2023 hevur Setrið bjóða lestrarpláss til 2 flokkar. Tíverri hevur umsøkjararatalið ikki verið nøktandi, og tí hava tey ikki fingið sett 2 flokkar. Í fjør vóru 57 umsóknir til at lesa námsfrøði, og 44 fóru undir lestur. Í ár fingu 54 bjóðað lestrarpláss, harav 41 tóku av. Talið fellur so spakuliga, hóast tørvurin á námsfrøðingum er alstórur og møguleikin at fáa fast starv hareftir. Í ár varð sostatt enn einaferð afturgongd í umsøkjaratalinum, hetta hóast vit við seinastu samráðing fingu væl uppá grundlønina. Ein nýútbúgvin námsfrøðingur fær 1. apríl 2025 eina byrjunarløn á 32.262,59kr, og eina endaløn á 40.813,83kr. Hetta er sjálvandi eitt sindur ørkymlandi, men hinvegin vita vit, at tað tekur tíð at venda eini neiligari gongd, og at møguliga orsøkin til fallandi umsøkjaratalið er, at tað er ov stutt fráliðið, síðani nýggi sáttmálin varð undirskrivaður, og at virknaðurin av hesum tí enn ikki hevur gjørt seg galdandi. Vit eru fullgreið yvir, at vit framhaldandi hava nógv at arbeiða við, tí okkara sáttmáli krevur enn nógvar batar viðvíkjandi lønar- og arbeiðsviðurskiftum. Vit kunnu tó staðfesta, at grundlønin hjá námsfrøðingum er somikið batnað, at hon liggur á sama støði sum grundlønin hjá øðrum fakbólkum vit samanbera okkum við. Tað sum liggur fyri framman, eru ásetingar í viðbótum og arbeiðstíðarreglar á øllum okkara økjum. Sigast skal, at vit støðugt arbeiða við at loysa hesi mál.

Útbúgvingarleistur – er nakar leistur.

Men fara vit aftur til sjálva útbúgvingina – ella til ta meira yvirskipaðu og politisku hugsanina um sjálva námsfrøðiligu útbúgvingina, so er lítil og eingin kós, heldur hinvegin tykist stórt óskil valda á økinum.

Vit hava, øllum kunnugt, eina sera góða og fakliga sterka Bachelor útbúgving, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út á hvørjum ári.

Í aug. 2020 byrjaðu fyrstu Námsfrøðihjálpararnir á Heilsuskúla Føroya. Í fyrstu atløgu eitt gott og neyðugt initiativ, men tá til stykkis kom, vísti tað seg, at tey av hesum nýútbúnu, sum ynsktu at lesa víðari til námsfrøðing, ikki fingu møguleikan, uttan so at hesi fara til Danmarkar. Útbúgvingin á Heilsuskúla Føroya gevur nevniliga ikki atgongd til Setrið. Ein skandala, og ein óumhugsað lappaloysn, tí sjálvandi skal útbúgvingin geva atgongd til at lesa víðari til námsfrøðing. Eitt mál, vit avgjørt mugu gera nakað við. Tað kann ikki verða rætt, at vit skipa okkara útbúgvingarleist soleiðis, at vit beinleiðis útflyta okkara egna tilfeingi. Vit hava allarbestu umstøður á okkara egna Setri, og alneyðugan tørv á øllum teimum fakfólkum, vit kunnu fáa til økið. Hetta eiga vit, saman við landsins myndugleikum at loysa skjótast gjørligt. Eg ynski, at Føroya Pedagogfelag, í samstarvi við Setrið og politiska myndugleikan, finna eina loysn, soleiðis at námsfrøðihjálparaútbúgvingin sum skjótast fer at geva atgongd til Setrið. Útyvir tað, eri eg, sum forkvinna, av tí fatan, at tá námsfrøðihjálparaútbúgvingin einaferð kemur at geva atgongd til víðari lestur í Føroyum, eigur man samstundis at skipa eina deild fyri lesandi á sjálvum Setrinum, saman við teimum, sum frammanundan lesa námsfrøði. Hetta fer at økja um umsøkjaratalið, og samstundis eisini um talið av teimum, sum ynskja at lesa víðari. Vit vita fullvæl, at eitt fakliga kveikjandi lestrarumhvørvi fer at seta gongd á rekruteringina, og økja um talið av teimum, sum fara at útbúgva seg til námsfrøðing í framtíðini. Ein onnur avbjóðing við Heilsuskúlanum er uttan iva, at hesin er í Suðuroynni, tí hetta ger tað trupult fyri lesandi, sum eiga børn og hava húsalán at gjalda. Tað er ein byrða at flyta børn, og hava dupult húsarhald undir lesnaði, har tú skalt liva av studningi. Eftir tølunum av nýútbúnum námsfrøðihjálparum, og út frá tí tey lesandi, ella tey, sum kundu hugsað sær at lisið, siga um staðsetingina, so er hetta í øllum førum ein sterk ábending. Allarhelst vildu vit fingið fleiri umsøkjarar til útbúgvingina, um staðsetingin var á meginøkinum. Í alt eru 12 námsfrøðihjálparar útbúnir síðan aug. 2020.

Meritt – rætta kósin ella vandakós.

Eitt annað áhugavert rák er eisini farin at vísa seg innan útbúgving á námsfrøðiliga økinum.

Í aug. 2023 tók Tórshavnar kommuna stig til at seta gongd í eina Meritt útbúgving, í samstarvi við Via Universitetið í Viborg – ein meritt, ið telur 140 ECTS stig. Til samanbering kann sigast, at Bachelorútbúgivngin á Fróðskaparsetur Føroya telur 240 ECTS stig. Og í seinastu viku frættist tíðindi um, at Runavíkar kommuna fer undir sama leist sum Tórshavnar kommuna.

Sjálvt initiativið skilji eg væl, tí veruleikin er, at dagstovnaøkið bløðir og hevur alstóran tørv á at fáa fleiri fakfólk til arbeiðis. Men eg undrist yvir, at man ikki velur at fara í samstarv við tað, sum frammanundan er og virkar væl í okkara egna landi. Og eg undrist yvir, at politiska skipanin ikki kemur meira upp á banan, og arbeiðir fyri, at hesi fólk kunnu blíva útbúgvin í egnum landi. Vit hava karmarnar, vit hava vitanina. Vit skulu bara skipa okkum betur. Tað er nærliggjandi, at Fróðskaparsetur Føroya skal skipa eina slíka meritt undir somu lonum, sum húsar námsfrøðihjálparum og bachelorum í námsvísund -  alt á einum stað. Tað er mín sannførda hugsan. Eitt slíkt lestrarumhvørvi vildi verið kveikjandi og skapandi, við okkara egna sermerkta føroyska eyðkenni sum stýringsamboð. Og harvið vildu vit eisini økt um gransking og granskingarmøguleikar, og um tørvin á lærarastørvum á okkara egna Setri.

Okkara Fróðskaparsetur – læringsmiðdepil Føroya.

So. Hvat vilja vit.

Óskil á námsfrøðiliga útbúgvingarøkinum í Føroyum; útbúgvingar spjæddar í ymisk heraðashorn – okkurt undir mentamálaráðnum, annað undir kommunum. Og stórur munur er á innihaldi og ECTS stigum.  Bachelorin á Fróðskaparsetur Føroya er ein viðurkend útbúgving, ið telur 240 ECTS stig. ECTS  stigaskipanin er ein altjóða viðurkend skipan, ið lýsir støddina ella tíðina, ein hevur lisið. Meritt-útbúgvingin frá Viborg gevur 140 ECTS, sum er nakað væl lægri enn okkara egna bachelorútbúgving, men her inngongur innvunnin arbeiðstíð sum starvsslæra. Kravið til Meritt er, at tú er 25 ár og hevur arbeitt 5 ár ella longur innan økið. Avbjóðingin her er, at fólk yngri enn 25 ár, við arbeiðsroyndum á 2-3 ár verða tikin inn á Meritt. Allarhelst er stóra trýstið av mangul uppá starvsfólk orsøk til, at krøvini ikki verða hildin ella at tað verður slakað. Men hetta er ein vandakós, og vit eiga at fáa greiðari mannagongdir og leiðreglur á økinum.

Gongdin við at slaka uppá krøv og lækka gáttina til útbúgving og til fakfólk er nakað, sum eisini ger seg galdandi í londum rundan um okkum, og bæði myndugleikar og politikkarar rópa varskó, tí avleiðingin er, at fakkunnleikin svíður, og tískil kemur hetta í seinasta enda at ganga útyvir námsfrøðiligt tilboð til børn og borgarar. Fakkunleikin er tað, ið tryggjar eitt dygdargott og mennandi tilboð ella tænastu. Slaka vit á hesum øki, verður dygdin eisini hareftir. Tað er okkara skylda at veita veikastu og yngstu borgarunum í samfelagnum bestu karmarnar at virka í. Sum samfelag hava vit ikki ráð at spara á hesum øki.

Mín vón er, at landstýrismaðurin í útbúgvingar- og skúlamálum fer at taka hetta álvarsmál upp saman við okkum, og arbeiða fram ímóti at fáa størri greiðu á øllum útbúgvingarøkinum. 

Sanna á Løgmansbø

Forkvinna

Føroya Pedagogfelag