Soleiðis viðgera vit tínar persónsupplýsingar
Í Pedagogfelagnum viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna loysa okkara uppgávur. Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at tú trygt kanst lata Pedagogfelagnum tínar persónsupplýsingar.
Í hesi dátuverndarkunning kanst tú lesa nærri um, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar í okkara arbeiði sum fakfelag og um tíni rættindi í hesum sambandi. Hetta er galdandi hvørt tú ert limur ella starvsfólk í Pedagogfelagnum ella annar persónur.
Í dátuverndarkunningini koma vit nærri inn á:
- Endamálið við okkara viðgerð av persónsupplýsingum
- Bólkar av persónsupplýsingum
- Hvaðani upplýsingarnar koma
- Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini
- Hvørjum letur Pedagogfelagi persónsupplýsingar til
- Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar
- Tíni rættindi
- Dátuábyrgd og dátuverndarfólk
Endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingum
Pedagogfelagið hevur sum fakfelag eina røð av uppgávum fyri sínar limir. Uppgávurnar fevna breitt og hava ofta starvsrættarligt innihald.
Vit viðgera persónsupplýsingar fyri at kunna loysa tær uppgávur og veita tær tænastur, ið Pedagogfelagið hevur yvir fyri sínum limum.
Hvørjum persónsupplýsingum hava vit tørv á?
Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón. Júst hvørjar upplýsingar vit viðgera, valdast endamálið við viðgerðini.
Vit kunnu viðgera niðanfyri standandi bólkar av persónsupplýsingum, um tað er neyðugt fyri, at vit kunnu veita okkara limum tænastu og fyri at loysa okkara uppgávur:
Bólkur | Lýsing |
Vanligar persónsupplýsingar | Upplýsingar sum eitt nú navn, føðingardag, bústað, teldupostadressu, telefonnummar, útbúgving/starvsheiti og arbeiðsstað. |
Vit viðgera sum meginregla ikki viðkvæmar persónsupplýsingar, men skuldi hetta verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta hesar upplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar. Niðanfyri eru bólkar av viðkvæmum upplýsingum nevndir.
Bólkur | Lýsing |
Viðkvæmar persónsupplýsingar | Upplýsingar um: húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring, yrkisfelagsligt tilknýti, ílegudátur, biometriskar dátur (við tí endamáli eintýðugt at eyðmerkja ein persón), heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti, ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti |
Í serligum førum hava vit eisini tørv á tínum persónstali til eintýðuga eyðmerking.
Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg.
Hvaðani koma upplýsingarnar?
Vit savna persónsupplýsingar á ymsan hátt, m.a. frá arbeiðsgevaranum og frá limunum sjálvum.
Niðanfyri eru nøkur dømi um, hvussu og nær persónsupplýsingar verða savnaðar:
- Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við limaskap
- Vit móttaka hvønn mánaða listar frá stovnum/kommunum við persónsupplýsingum og limagjaldi og samlagstryggingargjaldi. Vit skráseta persónsupplýsingar í limaskipanini.
- Tá ið eitt starvsfólk verður sett í starv á stovni undir landinum, kommunum ella kommunalum felagsskapi eftir okkara sáttmála, hevur Pedagogfelagið – sambært sáttmála – rætt til at fáa avrit av setanarskrivinum hjá setta starvsfólkinum. Endamálið við hesum er at tryggja, at lønin er í samsvari við sáttmálan. Persónsupplýsingarnar verða skrásettir í okkara limaskipan, og setanarskrivið verður journaliserað undir navninum á liminum. Í slíkum førum fáa vit sendandi navn, bústað, føðingardag, lønarstig, starvsstað, starvsaldurbroytingardag, eftirlønar prosent, lønarupphædd, slag av setan, sambært lógini um setanarprógv. Eisini savna vit teldupostadressur og telefonnummur, fyri at kunna samskifta við limin.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar í sambandi við málsviðgerð
Tá ið ítøkilig mál eru til viðgerar, savna vit upplýsingar frá arbeiðsgevara og limi fyri at kunna lýsa málið. Hetta er neyðugt fyri at vit kunnu viðgera málið. Talan kann vera um persónsupplýsingar í ávaringarskrivum, uppsagnarskrivum, ætlanarskrivum, skjølum, sum felagið hevur søkt um innlit í, o.l. Um talan er um trúnaðarupplýsingar í uppsagnarmáli, sambært § 27 í fyrisitingarlógini, fær Pedagogfelagið bert fráboðan um at ætlanarskriv er sent, og vit venda okkum eftirfylgjandi til limin fyri at vita, um limurin ynskir at vit koma inn í málið. Í slíkum málum verður eitt mál stovnað í journalini, og viðkomandi skjøl, sum t.d. setanarskriv, ætlanarskriv, hoyringarskriv, fráfaringaravtala og uppsagnarskriv verða goymd. Tá ið fólk verða søgd úr starvi, er álitisfólkið eisini ofta við sum hjásiti hjá liminum og umboð felagsins á arbeiðsplássinum. Álitisfólkið kann eisini útvega felagnum upplýsingar í starvsfólkamálum, um Pedagogfelagið biður um tað.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis samband
Um fólk seta seg í samband við okkum umvegis okkara skrivstovu, teldupost, telefon ella á annan hátt, so savna vit persónsupplýsingar um viðkomandi, soleiðis at vit kunnu svara fyrispurningum. Tað kann eitt nú vera navn, teldupost og/ella telefonnummar.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar frá øðrum enn tær
Vit hava kollektiva trygging í Tryggingarfelagnum LÍV. LÍV og Pedagogfelagið hava tørv á at samskifta og í hesum samskifti verða upplýsingar um limir og grundupplýsingar hjá limum sendir millum partarnar, tí treytin fyri at verða fevndur av samlagstryggingini er limaskapur í
Pedagogfelagnum. Sum nevnt omanfyri, fáa vit eisini persónsupplýsingar frá arbeiðsgevaranum.
Onnur dømi um savnan av persónsupplýsingum fer fram í sambandi við umflokking í løn, konfliktum á arbeiðsplássinum, bílegging av limatilboðum o.a.
Viðgerðarheimild
Hvør okkara viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar vit viðgera og hvat endamálið við viðgerðini er. Vit kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini.
Okkara viðgerðarheimild eftir dátuverndarlógini (“DVL”) er í høvuðsheitum:
- DVL § 8, stk. 1, nr. 2, 3, 4 ella 6 (vanligar persónsupplýsingar)
- DVL § 12, stk. 1, nr. 2, 3, 4, 5 ella 7 (viðkvæmar persónsupplýsingar)
- DVL § 16 (persónstalið)
Umframt ásetingunum í DVL eru serligar reglur galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum á einstøkum lógarøkjum. Tá ið slíkar serreglur eru galdandi, fylgja vit eisini hesum reglum.
Samtykki
Í einstøkum førum hava vit tørv á samtykki frá tær fyri at viðgera persónsupplýsingar um teg. Til dømis er neyðugt við samtykki frá tær, um vit vilja nýta eina mynd av tær á okkara heimasíðu. Slíkt samtykki verður fingið til vega sambært ásetingunum í DVL § 9.
Hvørjum letur Pedagogfelagið persónsupplýsingar?
Vit lata í ávísum førum tínar persónupplýsingar víðari til triðjupartar. Hetta kann vera t.d. til arbeiðsgevarar, sakførara felagsins og viðkomandi yvirkisfólk í starvsfólka- og rættarmálum.
Samstarvspartar og KT-veitarar
Vit nýta eina røð av KT-tænastum og -skipanum. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónupplýsingar. Summar av hesum skipanum verða hýstar lokalt, ímeðan aðrar verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum, sum t.d. limaskipan, journal, office365 íroknað outlook. Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveitt í sambandi við slíkar dátuflytingar.
Uttanhýsis dátuviðgerar viðgera dátur okkara vegna, eftir nærri ásettum avtalum. Hesar avtalur innihalda skjalfest boð um, hvussu persónsupplýsingar skulu viðgerast, og at persónsupplýsingar bert kunnu viðgerast sambært hesum boðum.
Í útgangsstøðinum verða persónsupplýsingar ikki fluttar til lond uttan fyri ES/EBS. Um upplýsingar verða fluttar til lond uttan fyri ES/EBS, tryggja vit okkum, at verndarstøðið er nøktandi ella at fullgóð trygd er fyri, at rættindi og virkin rættarstig eru tøk fyri skrásetta.
Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar?
Pedagogfelagið varðveitir bert tínar upplýsingar, so leingi sakligar grundir eru fyri hesum og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið, tínar dátur eru skrásettar og verða brúkar til.
Persónsupplýsingar kunnu tó verða goymdar í tann mun og so leingi hetta er ein skylda sbrt. lóg ella øðrum heimildargrundarlagi, t.d. kollektivum sáttmála. Persónsupplýsingar kunnu t.d. eisini verða goymdar, so leingi tørvur er á teimum í starvsfólkamálum og í sambandi við rættarmál og krøv hjá starvsfólkinum.
Tørvurin á at goyma upplýsingarnar hjá limum, ið ikki eru limir longur, er ymiskur fyri øðrumegin tey, sum fara endaliga av arbeiðsmarknaðinum antin fyri aldur, fult óarbeiðsføri ella vegna deyða og hinumegin tey, sum framvegis eru virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Í fyrrnevnda førinum er avgjørda meginreglan, at upplýsingarnar verða strikaðar, um ikki persónsupplýsingarnar hava týdning t.d. í sambandi við avgerðir, kærumálsavgerðir og dómar av prinsipiellum týdningi. Í hesum føri verður navnið á persónunum anonymiserað og upplýsingarnar í málinum annars goymdar.
Í síðstnevnda førinum kann vera sakligt og neyðugt at goyma upplýsingar um lønarviðurskifti og lønaraldur hjá persónunum, ið kann tryggja, at tey fáa rætta løn, um tey koma aftur í starv í sáttmálaøkinum hjá Pedagogfelagnum. Slíkar upplýsingar verða goymdar til starvsfólkið gevst fyri aldur, vegna fult óarbeiðsføri ella vegna deyða.
Tíni rættindi
Tú hevur sambært DVL eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Pedagogfelagið.
Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar Pedagogfelagið hevur um teg. Rætturin til innlit krevur tó, at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er, at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.
Rætturin til at taka samtykki aftur
Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.
Gev gætur, at um tú tekur aftur eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
Rætturin til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.
Rætturin til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Pedagogfelagnum rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.
Rætturin til mótmæli
Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.
Rætturin til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.
Rætturin til at klaga
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.
Dátuábyrgd og samband
Pedagogfelagið er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:
Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn
Teldupostur: datuvernd@pedagogfelag.fo
Tlf: +298 357576
Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú sendir okkum teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bronglaður.
Samband við okkara dátuverndarfólk (DPO)
Pedagogfelagið hevur sett eitt uttanhýsis dátuverndarfólk. Dátuverndarfólkið veitir okkum hjálp við at tryggja dátuverndina í Pedagogfelagnum. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi tínum rættindum í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið á teldupost: datuvernd@pedagogfelag.fo, Att.: Dátuverndarfólk. Um tú sendir dátuverndarfólkinum teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bron