NÝTT:

  • Nýtt námsvarp við Susan Hart.

    Í hesum parti av námsvarpinum, fara vit at hoyra donsku Susan Hart (sálarfrøðing) greiða frá, hvat Neuroaffektiv Udviklingspsykologi er, og hvussu tað verður og kann nýtast innan námsfrøði.

    Eisini fer hon at fortelja um upprunan til Neuroaffektiv Udviklingspsykologi, og hvat ið fakliga hevur ávirkað hesa teori og tilgongd. Hoyr millum annað, hvat Susan meinar við, tá hon sigur, at “kenslurnar, eru okkara gloymda systir.”

  • Neuro-Námsfrøði 6. sending, desember 2023

    Hoyr Lis Jonhardsdóttir Sørensen greiða frá.

    Lis er útbúgvin námsfrøðingur í Føroyum í 2006 og hevur seinni sum ein av heilt fáum føroyingum tikið eftirútbúgving í neuronámsfrøði. Tað gjørdi hon á professiónsháskúlanum UCN (University College of Northern Denmark) í Aalborg í 2014.

  • Skíggjanýtsla – talgildi alheimurin er ikki svart-hvítur. 5. sending, november 2023

    Er skíggjanýtsla hjá børnum og ungum bara av tí ringa? Tað helt Sunnuva Egilstrøð Poulsen í veruleikanum, áðrenn hon sum námsfrøðilesandi fór í gongd við sína bacheloruppgávu um júst skíggjanýtslu. Hon tók námsfrøðiútbúgvingina í Danmark, á Københavns Professionshøjskole – Campus Carlsberg. Sunnuva tók prógv í summar og starvast nú sum námsfrøðingur í Skúlanum á Trøðni.

    Mynd: 11 ára gamla Serafia og mamman Sunnuva Egilstrøð Poulsen, námsfrøðingur

  • Ari Brimheim og mamman Krista um autismu
  • Dagstovnurin Kura

    Kollafjørður

  • Guliskúli

    Útgivið 2. august 2023

    Hvat verður gjørt í Gulaskúla, á Argjum, samrøða við Una Wardum

  • Hví eitt Námsvarp?
    Hví fara undir eitt námsvarp. Ingolf, Nicodemus og Jógvan Philbrow