Búmerkið hjá felagnum

Ofta settir spurningar.

120 - daga reglan

Stutt yvirlit yvir reglurnar um 120-daga regluna.

Hvat er ”120-daga reglan” ?

120-daga reglan merkir, at arbeiðsgevarin kann siga starvsfólkið úr starvi við 1 mánaða freist til ein 1. í mánaðinum, tá starvsfólkið hevur fingið løn undir sjúku í 120 dagar innan fyri eitt 12 mánaðar tíðarskeið,

  • hetta merkir, at sjálvt um starvsfólk hevur vunnið sær rætt til t.d. 6 mánaðar uppsagnar-freist, so kann arbeiðsgevarin siga starvsfólkið upp við 1 mánaða uppsagnarfreist, men bert um niðanfyri nevndu treytir eru loknar.

Almennar treytir fyri at 120-daga reglan skal kunna nýtast:

  • talan skal vera um løntakara, sum er fevndur av starvsmannalógini ella at fakfelagið og arbeiðsgevarasíðan í sáttmála sínum hava ásett, at starvsmannalógin er galdandi (t.d. kann sáttmálin hava hesa orðing: ”viðvíkjandi uppsøgn er starvsmannalógin galdandi”)
  • skrivlig og greið avtala skal vera gjørd millum arbeiðsgevaran og starvsmannin um at 120-daga reglan er galdandi, t.d. í setanarskrivi. (hendan avtala kann gerast í sambandi við starvssetan ella seinni, men kann ikki gerast millum fakfelagið og arbeiðsgevaran/arbeiðsgevarafelagið)

Nær kann arbeiðsgevarin brúka 120-daga regluna?

Ítøkjuligu treytirnar fyri at brúka 120-daga regluna (t.v.s. at siga starvsfólk upp við 1 mánaða uppsagnarfreist) eru:

  • starvsfólkið skal hava fingið løn undir sjúku í minst 120 dagar innan fyri 12 mánaðar (ikki neyðugt at talan er um samanhangandi sjúkradagar),
  • arbeiðsgevarin sigur starvsfólkið úr starvi uttan óneyðugt drál, tá starvsfólkið hevur fingið løn í 120 dagar undir sjúku innan fyri 12 mánaðar (t.v.s. at uppsøgnin vanliga skal verða framd innan 10 – 12 dagar.
  • Um uppsøgnin t.d. verður framd 2 – 3 vikur aftaná, at 120 eru farnir, so eru vanligu uppsagnarfreistirnar galdandi. Um arbeiðsgevarin í tílíkum førum skal brúka 120-daga regluna, so má hann bíða til starvsfólkið aftur verður sjúkrameldað 120 dagar, men sjúkradagarnir frammanundan kunnu ikki roknast við í uppgerðini av 120 døgunum.)
  • uppsøgnin verður fráboðað meðan starvsfólkið er sjúkrameldað (t.v.s. at tilber ikki at brúka 120-daga regluna, um starvsfólkið er komið aftur til arbeiðis, tí so má arbeiðsgevarin bíða til starvsfólkið aftur verður sjúkrameldað, men sjúkradagarnir frammanundan kunnu heldur ikki í tílíkum førum roknast við í uppgerðini av 120 døgunum.),
  • uppsøgn eftir 120 daga regluni kann brúkast, sjálvt um viðkomandi frammanundan er sagdur upp við vanligari freist, men vanliga uppsagnarfreistin ikki er farin.

Hvørjir sjúkradagar verða roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 sjúkradøgunum?

Teir sjúkradagar, sum verða roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 døgunum eru (um starvsfólkið fær løn undir sjúkuni):

  • allir kalendaradagar, har viðkomandi starvsfólk er sjúkrameldað – vanliga eisini leygardagar og sunnudagar, um starvsfólkið var sjúkt hesar dagar (fyri fastlønt),
  • sjúkradagar uttan mun til hvør orsøkin er til sjúkuna (t.d. eisini, har sjúkan stavar frá skaða á arbeiðsplássinum. Tó ikki sjúka orsakað av barnsburði)
  • Hvørjir dagar verða ikki roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 sjúkradøgunum?
  • sjúkradagar, har orsøkin til sjúkuna er at kvinna er við barn (sambært javnstøðulógini),
  • frítíðardagar (feria) – í hvussu so er sjúkradagar, sum byrja aftaná at starvsfólk er byrjað frítíð (feriu) sína, og til starvsfólkið skal byrja aftur at arbeiða eftir frítíð sína (um frítíðin verður útsett eftir avtalu við arbeiðsgevaran, so er talan um løn undir sjúku og so telja dagarnir við í uppgerðina av 120 døgunum),
  • um starvsfólk er sjúkrameldað t.d ½ dag, so skal bert hesin ½ dagur roknast við sum sjúkradagur
Barnaváttanir, vegleiðing

Posted on 13/06/2022 by Jógvan Philbrow

Uttanríkis- og mentamálaráðið hava gjørt vegleiðing um barnaváttanir, har endamálið er “…at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum og ungum undir 15 ár. Ítøkiliga ber lógin í sær, at arbeiðsgevarar s.s. almennir stovnar, feløg og felagsskapir, ið seta persónar í starv ella til uppgávu, sum koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan. Barnaváttanin vísir, um persónur er ella hevur verið skuldsettur, ákærdur, dømdur o.l. í málum um kynsligan ágang ímóti børnum. Um barnaváttanin vísir, at persónur er dømdur, er bannað at seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu, sbr. § 9 í lógini.

Barnaváttanarlógin løgskipar hinvegin ikki, um arbeiðsgevarar sjálvboðið krevja privatar revsiváttanir ella fáa myndugleikarevsiváttanir til vegar í sambandi við setanir. Tað er eitt annað slag av váttan, sum ikki er fevnt av barnaváttanarlógini. Nærri kunning um revsiváttanir fæst við at venda sær til løgregluna og á heimasíðuni her.”

Lógin skilur millum “…

eitt ”vanligt” starv s.s. at vera lærari, dagrøktari, námsfrøðingur, hjálparfólk, tannrøktari o.o. heilsustarvsfólk. Tað kann eisini vera talan um onnur størv, sí vegleiðandi lista aftast á hesi vegleiðing. GG: Listin er ikki úttømandi!

At verða settur til ávísa uppgávu er t.d. at verða settur sum venjari, kamarsleiðari, skótaleiðari o.l.

Í báðum førum skal starvið ella uppgávan bera í sær beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár. Treytin um beinleiðis og regluligt samband skyldast, at tað á tann hátt kann uppbyggjast eitt álit millum barnið og viðkomandi. Hetta er galdandi sama um starvið ella uppgávan er lønt ella ólønt, ella um starvið ella uppgávan er varandi ella tíðaravmarkað.

Frá at tað hevur verið sjálvboðið, ger barnaváttanarlógin tað til eina skyldu hjá eitt nú kommunum, almennum og privatum stovnum, ítróttarfeløgum, felagsskapum, samkomum o.ø., at fáa til vegar eina barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv ella til ávísa uppgávu, sí tó pkt. 6 niðanfyri.

Viðmerkjast skal, at skyldan at fáa til vegar eina barnaváttan kann eisini fevna um onnur enn tann, ið ætlanin er at seta í starv. Hetta ger seg galdandi, um starvið fer fram heima hjá viðkomandi. Her verður serliga hugsað um dagrøktarar. Treytin er tá, at arbeiðsgevari fær til vegar barnaváttan um hjúnafelagar, sambúgvar, heimabúgvandi børn yvir 15 ár o.o., sum kunnu fáa møguleika at koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, sbr. § 4, stk. 2 í lógini.”

Les alla á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðið: https://www.uvmr.fo/ 

Serstakir frídagar samb. ásetingar í sáttmálunum

Posted on 13/06/2022 by Jógvan Philbrow

Um serstakir frídagar, s.s. ólavsøkuaftan og ólavsøkudagur liggja í summarfrítíðini, eigur løntakari hesar dagar afturat frítíðini.

Tó er hetta ikki galdandi um ein serstakur frídagur fellur á ein sunnudag.

Gerðarættur 06.05.1997:

Indkærede, Føroya Landsstýri, bør overfor kærende, Starvsmannafelagið, anerkende, at funktionærer, som afholder ferie efter § 15, stk. 4, i den mellem parterne gældende overenskomst, har ret til en ekstra feriedag, når en af de overenskomstens § 14 angivne fridage falder på en ugedag, som ikke er en søndag.

Voldgiftsretten skal i den forbindelse bemærke, at denne opfattelse ganske samsvarer med retsstillingen i Danmark og den herom foreliggende litteratur, jfr. t.ex. Lisbeth Lollike “Ferieloven med kommentarer”, 6. udgave, side 139, samt Louis beck Nielsen “Ferieloven”, 1. udgave, side 104, hvor det bl.a. anføres at det i administrativ praksis er fast antaget, “at ferie ikke kan placeres på traditionelle helligdage, Påsken, Kristi Himmelfartsdag, Store Bededag, Pinsen, 1. og 2. Juledag og 1. Nytårsdag og ej heller på traditionelle overenskomstmæssige fridage…”.
 

Spurningar um frítíð

Posted on 13/06/2022 by Jógvan Philbrow

Eyka frívikan:

Galdandi frá 1.jan.2004 hava limir rætt til eina serstaka fríviku – Henda frívíka hevur serligar reglur og er ikki tengd at Frítíðarlógini.

Reglurnar finna tit á heimasíðuni undir ”Sáttmálar” / avtala um serstaka frívíku. Hvør tekur avgerð um, nær frítíðin skal haldast

Sambært frítíðarlógini er tað arbeiðsgevarin, sum í samráð við løntakaran ásetur nær frítíðin skal haldast.

Tó verður ásett í lógini, at minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðarskeiðnum millum 2. mai og 30 september.

Rættur arbeiðsgevarans at taka endaliga støðu til nær summarfrítíðin skal takast merkir eisini, at um arbeiðsplássið steingir ávísa tíð, hevur løntakarin skyldu til at taka summarfrítíðina hetta tíðarskeið alt undir tí fyritreyt, at 24 daga reglan sum nevnd frammanfyri verður hildin. Hvat hendir um løntakari gerst sjúkur, áðrenn hann skal byrja summarfrítíð sína

Um løntakari gerst sjúkur og boðar arbeiðsgevaranum frá hesum, áðrenn summarfrítíðin skal haldast, so verður summarfrítíðin útsett so leingi viðkomandi er sjúkrameldaður.

Um talan er um arbeiðspláss sum steingir í summarfrítíðini og løntakari gerst sjúkur t.d. 2 dagar áðrenn summarfrítíðin skal byrja og t.d. er sjúkrameldaður í 10 dagar, so byrjar summarfrítíðin hjá viðkomandi ikki fyrr enn viðkomandi er frískur aftur.

Í slíkum føri eigur viðkomandi sostatt 8 dagar eyka summarfrí, sum arbeiðsgevarin leggur í samráð við viðkomandi løntakara. Hvat hendir um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini:

Um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini hevur ein ikki rætt til eyka summarfrítíð.

Undir serligum umstøðum, kann løntakari søkja um at fáa frítíðina góðgjørda frá arbeiðsgevaranum.

Hvussu er rættarstøðan, tá løntakari verður sagdur úr starvi:

Í lógini er ásett, at um løntakari er uppsagdur, so má frítíðin ikki leggjast inn í uppsagnartíðina. Hetta merkir, at viðkomandi løntakari í slíkum føri, bæði hevur rætt til summarfrítíð og uppsagnarfreist smb. galdandi lóggávu.

Summar og feriulegur

Posted on 13/06/2022 by Jógvan Philbrow

Gjald fyri summar og feriulegur/ sí áseting í sáttmálanum. §12. Gjald fyri summar- og frítíðarlegur (Sáttmálin fyri pedagogar)

Felagið fær nógvar fyrispurningar um løn og eykaviðbót , tá limirnir fara á summar- og feriulegur. Tað vísir seg ofta at greinin í sáttmálanum um summar- og feriulegur verður tulkað ymiskt og oftani misskild.

Felagið skal tí hervið útgreina, hvussu greinin skal umsitast og skiljast:

Løn undir leguni.
Løn verður latin fyri 8 tímar fyri hvønn byrjaðan legudag. – viðmerkjast skal, at øll starvsfólk, sum eru við á leguni fáa løn fyri 8 tímar eisini tey sum vanliga arbeiða niðursetta tíð.

Leguviðbótin er fyri hvønn byrjaðan legudag kvøldviðbót fyri 16 tímar –  Kvøldviðbótin er pr.1.10.2020  Kr. 28,62

Um legan fellur á leygar- sunnu- og halgidagar ella ein serstakan frídag er viðbótin tann dupulta.

Viðmerkjast skal, at tann tíðin ein er til arbeiðis, áðrenn farið verður á legu og tá ein kemur aftur av legu er, at rokna sum eyka arbeiðstíð útyvir 8 tíma dag, tvs. at um:

farið verður á legu
ein týsdag kl.10.00 og starvsfólkini møta kl. 8.00 gevur hetta 2 eyka yvirtímar (2 x 1,5) = 3 tímar

komið verður aftur av legu
fríggjadag kl.13.00 og farið verður heim kl.16.00 gevur hetta 3 eyka yvirtímar (3 x 1,5) = 4,5 tímar

Tryggingar

Posted on 13/06/2022 by Jógvan Philbrow

Føroya Lívstrygging er veitari av trygginum og eftirlønargrunn hjá Føroya Pedagogfelag.

Vit hava eina samlagstrygging fyri limir (sí her! ). Henda trygging er tó treyta av at inngjaldið til eftirløn er flutt til Føroya Lívstrygging og at tann upphæddin svarar til umleið 1.000 kr. um mánan.

Samlagstryggingin kostar 155 kr. og verður tikin av eftirlønargjaldinum.

Tú kann síggja júst tína eftirlønaruppsparing og viðurskifti her!

Eftirlønargjaldið er 12% av grundlønini. Námsfrøðingar, ið starvast hjá landinum, (Fólkaskúlanum og Almannaverkinum) fáa tó 14% í eftirløn av grundlønini.

Tænastumannasettir námsfrøðingar kunnu vera fevnd av samlagstryggingini við at gjalda 155 kr. til felagið.

Samlagstrygging er treytað av limaskap í Føroya Pedagogfelag.

Uppsøgn

Posted on 13/06/2022 by Jógvan Philbrow

Uppsagnar mannagongdir

Sambært Fyrisitingarlógina skal hoyringsskriv sendast til tann, sum ætlanin er at siga úr starvi. Viðkomandi hevur í minsta lagi 14 dagar at geva sínar evt. viðmerkingar til hoyringsskrivið til arbeiðsgevarin – Starvsfólk kann tó hava krav um longri hoyringsfreist, tí tað sum umráðandi er, at starvsfólkið veruliga fær stundir at gera viðmerkingar sínar til ætlaðu uppsøgnina.

Starvsfólk kann eisini altíð biðja um skjalainnlit

Felagið skal altíð smb. sáttmálan – hava skrivliga fráboðan, um arbeiðsgevarin hevur ætlan at siga fólk úr starvi – har grundgevingin skal vera tilskilað, soleiðis at felagið fær mett um grundgevingina.

Heldur Føroya Pedagogfelag, at uppsøgnin ikki skal fremjast, ella at uppsøgnin ikki er nóg væl lýst, kann felagið krevja uppsøgnina viðgjørda á fundi við setanarmyndugleikan, áðrenn uppsøgnin verður givin.

Um ongar viðmerkingar eru til hoyringsskrivið ella einki nýtt fyriliggur í málinum, og felagið ikki hevur nakrar viðmerkingar, kann uppsøgnin gevast við galdandi uppsagnarfreist. ( sí skjal ”Uppsagnarfreistir”).

Uppsøgnin er altíð at rokna frá einum 1. í fyrstkomandi mánaði.

Viðmerkjast skal, at forvunnin frítíð smb. Frítíðarlógina ikki kanna leggjast inn í uppsagnarfreistina.

Smb. Álitisfólkaavtaluna stk.7, skal leiðslan samráðast við álitisfólki, tá talan er um setan ella uppsøgn av starvsfólki.UppsagnarfreistirUppsagnarfreist smb. Starvsmannalógina § 2, stk.2:

Starvstíð frá arbeiðsgevara frá starvsfólki
undir 6 mðr. 1 mðr. 1 mðr.
6 mðr. upp til 3 ár 3 mðr. 1 mðr.
3 – 6 ár 4 mðr. 1 mðr.
6 – 9 ár 5 mðr. 1 mðr.
meira enn 9 ár 6 mðr. 1 mðr.

Uppsagnartíðin:

Um uppsagnartíðin skal vera Skal uppsøgnin gevast áðrenn
1 mðr. 5 mán. setan
3 mðr. 2 ár og 9 mán. setan
4 mðr. 5 ár og 8 mán. setan
5 mðr. 8 ár og 7 mðr. setan
6 mðr. Aftaná 8 ár og 6 mðr.setan
Barnsburðarfarloyvi

Um tú ert ella fert í forlongt og ólønt barnsburðarfarloyvi.

Limir í Føroya Pedagogfelag, sum fara í forlongt og ólønt barnsburðarfarloyvi – t.v.s. farloyvi aftan á, at gjaldið frá Barsilsskipanin er endað,  kunnu í forlongdu barnsburðartíðini verða fevnd av samlagstryggingini hjá Pedagogfelagnum. Treytin er, at felagið móttekur eina váttan frá leiðarnum um, nær barsilstíðin endar.

Ráð um fløttabørn