Bettustova.
Kunning um Bettustovu
Bettustova hevur 6 seingjarpláss. Í Bettustovu er eitt kamar á gøtuhædd, eitt
vesi/baðiverilsi, køkur og stova í einum, umframt loft við fýra soviplássum.
- Bílegging av Bettustovu er á heimasíðu felagsins.
- Leigan er 1000 kr. um dagin, umframt 500 kr. fyri reingerð.
- Longsta tíðarskeiðið til ber at leiga eru fimm nætur og styttsta er tvær nætur.
- Inn slepst í Bettustovu frá kl. 16.00 og farast skal úr húsunum áðrenn kl. 11.00.
- Bettustovu kann einans leigast av limum í Føroya pedagogfelag.
- Framleiga er ikki loyvd.
- Í Bettustovu eru allir vanligir hentleikar. Tráðleyst net og sjónvarp.
- Viskustykki, handklæði og seingjarklæði skulu takast við
- Verður avboð givið styttri enn 10 dagar undan avtalaða leigutíðarskeiðið, verður kostnaðurin ikki endurgoldin, uttan í heilt serligum føri.
Bóka Bettustovu -->
Húsareglur
- Húsdjór eru ikki loyvd.
- Royking er ikki loyvd í smáttuni.
- Kuldaskápið skal vera tómt men IKKI sløkkjast, tá ið farið verður avstað. Einki órudd/uppvask skal standa frammi, tá ið farið verur.
- Matrestir skulu takast við ella beinast burtur, áðrenn farið verður avstað. Alt rusk skal út í ruskílatið. Smáttan skal vera ruddilig, køks- og spísiborð skulu vera vaskað.
- Farast skal væl um húsini, sum sjálvandi skulu latast aftur í sama standi sum, tá ið tey vórðu útleigað. Endurgjald verður kravt fyri skaðar á innbúgv og útbúnað.
- Verður lykilin burtur, verður eykarokning á 500 kr. send leigaranum.
- Um neyðugt, ber til at ringja til Føroya Pedagogfelag, 357576 ella forfólki 265326.