Stuðul til gransking ella til pedagogiskar verkætlanir.
Stuðulsskipanin
Limir kunnu søkja um fíggjarligan stuðul til pedagogiskt virksemi. Endamálið er at stuðla limum felagsins í samband við pedagogiskt virksemi, umframt at granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.
Mannagongd:
Bert limir felagsins kunnu søkja um stuðul.
Nær kann søkjast?
Søkjast kann 2 ferðir um árið, 1. apríl og 1. oktober. Nevnd felagsins tekur umsóknirnar upp á fyrsta nevndarfundi eftir umsóknarfreistin er farin, og miðjað verður ímóti, at umsøkjarar fáa svar upp á umsóknina beint eftir nevndarfundin í tí mánaðinum, søkt verður í.
Umsóknin skal stílast til:
Føroya Pedagogfelag,
Tungugøta 1 FO-100 Tórshavn
ella
pedagog@pedagogfelag.fo
Í umsóknini skal vera ein nágreinilig frágreiðing um, hvat verður søkt stuðul til, og ein kostnaðarmeting skal vera løgd við. Eisini skal lýsast hvussu stuðulin kann koma felagnum og limunum til gagns.
Nevnd felagsins kann áseta ávísar treytir fyri at veita stuðul úr grunninum og at avvísa umsóknir sum ikki liva upp til hesar treytir.