Búmerkið hjá felagnum

Álitisfólkamappa.

Innihaldsyvirlit
  1. Fororð - Endamálið við mappuni
    1. a. Nevnd og umsiting
  2. Hvat er eitt álitisfólk
    1. a. Álitisfólkaavtala
    2. b. Áminningarseðil
    3. c. Limaskapur
    4. d. Innlimingarseðil/Broytingarseðil
    5. e. Álitisfólkabólkar
  3. Lógir felagsins
  4. Løn
    1. a. Gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð
  5. Sáttmáli fyri pedagogar
  6. Avtala um tænastumannasettar pedagogar
  7. Sáttmáli fyri hjálparfólk
  8. Arbeiðstíðarreglur á landsins stovnum
  9. Samlagstrygging
  10. Hent tilfar
    1. a. Ársverk - Hvat er eitt ársverk? - Dømi, dagstovnur
    2. b. Avtala um fráboðanarform og fráboðanarfreist
    3. c. Spurningar um frítíð
    4. d. 120 daga–reglan
    5. e. Mannagongdir í sambandi við uppsøgn
    6. f. Summar- og feriulegur
  11. Trygdarumboð
    1. a. Lóg um arbeiðsumhvørvi
    2. b. Fráboðan um vanlukkutilburð
  12. Frítíðarlógin
    1. a. Avtalan um serstaka fríviku
  13. Fyrisitingarlógin
  14. Lóg um starvsmenn
  15. Lóg um barsilsskipan
  16. Dagstovnalógin
  17. Lóg um tænastumanna eftirlønir
  18. Lóg um setanarprógv
  19. Føroya Pedagogfelag hevur fylgjandi ráð og arbeiðsbólkar
  20. Innanhýsisbólkar og grunnar
    1. a. Reglugerð fyri Aktións- og Upplýsingargrunnin
    2. b. Reglur fyri veitan av stuðuli úr Aktións- og Upplýsingargrunninum
    3. c. Reglugerð fyri Húsagrunnin
    4. d. Reglugerð fyri Leiðararáðið
    5. e. Reglugerð fyri Sosialpedagogiska ráðið og Okkara dagstovnaráð
    6. f. Limabólkur fyri námsfrøðilesandi g. Avtala fyri Fakfelagssamstarvið
Fororð

Henda handbók er eitt leitiamboð, sum inniheldur viðkomandi tilfar, sum er galdandi á arbeiðsmarknaðinum.

Her kanst tú finna sáttmálar, avtalur, lógir og kunngerðir, og annað hent tilfar, tær kann hugsast at hava tørv á.

Álitisfólkamappan er hugsað sum eitt uppslagsverk, ið er lætt at dagføra, við tað at einstøku ørkini kunnu skiftast út, so hvørt nýtt tilfar er. Soleiðis ber til at hava flest allar neyðugar upplýsingar um viðurskifti, ið ávirka dagliga arbeiðið við hondina á arbeiðsplássinum. Føroya Pedagogfelag er títt felag.

  • Føroya Pedagogfelag er størsta fakfelag á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum
  • Felagið hevur umleið 2000 limir
  • Felagið samráðist um tína løn og arbeiðsviðurskifti við umboð fyri tín arbeiðsgevara
  • Saman við álitisfólkunum syrgja vit fyri, at sáttmálin verður hildin
  • Felagið veitir limum hjálp í fakligum spurningum
  • Felagið varpar ljós á fakið og avbjóðingar í almenna rúminum
  • Felagið arbeiðir við at bøta um tíni eftirlønarviðurskifti
  • Felagið avtalar samlagstrygging fyri teg
  • Treytir fyri limaskapinum standa í lógum felagsins, grein 3 og 4
Álitisfólkaavtala

Millum Fíggjarmálastýrið/avvarðandi kommunala arbeiðsgevarafelag og Føroya Pedagogfelag verður gjørd henda avtala fyri álitisfólk felagsins.

Stk. 1. Tá tað á einum arbeiðsplássi starvast í minsta lagi 3 limir Føroya Pedagogfelags, hava hesir limir rætt til at velja sær eitt álitisfólk. Tá eitt arbeiðspláss fevnir um fleiri deildir, skulu deildirnar roknast sum sjálvstøðug arbeiðspláss. Á tílíkum arbeiðsplássum velja álitisfólkini eitt felags álitisfólk. Nevndarlimir og álitisfólk felagsins kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin fyrst hevur verið til viðgerðar ímillum Fíggjarmálastýrið/ avvarðandi kommunala arbeiðsgevarafelag og Føroya Pedagogfelag. Hetta sama er galdandi í 2 ár aftaná at nevndarlimir ella álitisfólk eru givin í álitisstørvum teirra. Uppsagnartíðin hjá starvsfólki, sum eru vald til álitisfólk, verður longd soleiðis, at 3 mánaðir verða lagdir afturat uppsagnartíðini, sum hvørt einstakt álitisfólk hevur innvunnið.

Stk. 2. Til álitisfólk kann bert veljast tann, ið hevur fulltíðarstarv og hevur arbeitt á viðkomandi deild í minst 1⁄2 ár. Undir serligum umstøðum kann tað gerast neyðugt at víkja frá hesum. Fyri hvørt álitisfólk skal veljast eitt varafólk.

Stk. 3. Við val av varaálitisfólki eru somu reglur eins og í stk. 1 og stk. 2 galdandi.

Stk. 4. Valið hevur ikki gildið, fyrrenn tað er góðkent av Føroya Pedagogfelag og er fráboðað leiðsluni á avvarandi stovni. Hendan fráboðan eigur at vera gjørd í seinasta lagi 14 dagar eftir valið.

Stk. 5. Álitisfólk hava eins og leiðslan - skyldu til at ansa eftir at lógir, sáttmálar og aðrar avtalur, ið eru galdandi fyri arbeiðsplássi verða yvirhildnar. Álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við leiðsluni ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum. Álitisfólkið skal eins og leiðslan syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum.

Stk. 6. Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at leggja fyri deildar- og stovnsleiðsluna uppskot, áheitanir og klagur frá limum, og at taka upp samráðingar um innanhýsisviðurskifti. Álitisfólk skal vera ráðgevandi fyri leiðslu og limir um arbeiðsviðurskifti, rættindi og skyldur. Álitisfólkið hevur skyldu at kunnað limirnar á stovninum og Føroya Pedagogfelag um øll viðurskifti, ið viðkoma teimum. Har einki álitisfólk er, skal leiðslan tingast við nevnd felagsins um øll viðurskifti, sum annars skuldi verið løgd fyri álitisfólkið.

Stk. 7. Tá talan er um setan ella uppsøgn av starvsfólki, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á avvarandi deild. Verða starvsfólk uppsøgd, skal hetta fráboðast felagnum. Verða partarnir ikki samdir í uppsagnar- ella setunarmálum, skal álitisfólkið leggja málið fyri felagið.

Stk. 8. Álitisfólkið skal uttan lønarmiss - í samráð við ar- beiðsplássið - í arbeiðstíðini hava rætt til at taka sær av málum, ið viðvíkja starvsfeløgum ella arbeiðsviðurskiftum, soleiðis at málið kann fáa eina fullgóða viðgerð. Somuleiðis hava álitisfólk í arbeiðstíðini rætt til at møta á fundum, sum felagið skipar fyri. Somuleiðis á felagsfundum millum álitisfólk. Tá álitisfólk søkja um at koma á álitisfólkaskeið, skulu slíkar umsóknir viðgerðast við vælvild.

Stk. 9. Um starvsfólk eru vald í nevnd felagsins, skal tí vera givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini uttan lønarmiss, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum, arbeiðsósemjum og til at viðgera mál, ið álitisfólk felagsins ikki meta seg vera føran fyri at loysa. Formaðurin ger arbeiðsplássið vart við hesi viðurskifti í hvørjum einstøkum føri.

Stk. 10. Nevndarlimir felagsins hava rætt til tænastufrí við løn til nevndararbeiði 1 dag um mánaðin. Formaður felagsins hevur rætt til farloyvi uttan løn, og hevur rætt at koma aftur í starvið uttan miss í starvs- og lønaraldri.

Áminningarseðil

- til álitisfólk hjá Føroya Pedagogfelag

Tá nýggj starvsfólk byrja

  • Kunna um, hvør er álitisfólk og varaálitisfólk
  • Innlimingarskjal/broytingarskjal skulu sendast felagnum
  • Limaskapur gevur tær rætt til at vera við í samlagstryggingini
  • Sí nærri upplýsingar í álitisfólkamappuni
  • GEVIÐ GÆTUR! Vandi kann vera við tímaløntum, tað kann vera at tey ikki eru fevnd av samlagstryggingini - kannið eftir
  • Setanarskriv seinast 14 dagar eftir setan

Tá tú kunnar frá felagnum

  • Hvat hevur verið umrøtt á álitisfólkafundunum
  • Boð/áheitanir frá felagnum
  • Gev møguleika fyri, at limir kunnu koma við boðum til felagið

Ábyrgdir annars

  • Álitisfólkamappan skal dagførast, “nýtt” verður lagt á heimasíðuna
  • Vera við til setanarsamrøður, smb. starvsfólkapolitikki landsins og álitisfólkaavtaluni
  • Kunnast um uppsagnir, smb. álitisfólkaavtaluni stk. 7.
  • Hevur samábyrgd fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum, sambært semjuna um “Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi.”
  • Álitisfólk hava sambært álitisfólkavtaluni eins og leiðslan skyldu at ansa eftir, at lógir og avtalur, ið eru galdandi fyri arbeiðsplássið, vera hildnar.
Limaskapur

§ 3 Limaskapur

1. stk. Rætt til vanligan limaskap hava tey, sum hava námsfrøðiútbúgving el.líkn., hjálparfólk, eisini tey hjálparfólk, sum lesa á netinum og eru í farloyvi í sambandi við ólønta starvsvenjing og verkstaðsassistentar, sum starvast á pedagogiskum arbeiðsplássum. Limir, sum eru í barsilsfarloyvi, eru at meta sum vanligir limir.

2. stk. Nevndin kann taka avgerð um, at einstaklingar, ið ikki eru umfataðir av 1.stk., kunnu gerast vanligir limir.

3. stk. Tann, sum gerst limur seinni enn 3 mánaðir aftaná at vera settur í starv ella aftan á lokna útbúgving, kann ikki krevja hjálp frá felagnum, fyrr enn limaskapurin hevur vart í 6 mánaðir samfelt. Sama er galdandi fyri persónar, sum fyrr hava verið limir, tá ið limaskapurin verður endurnýggjaður.

4. stk. Limir kunnu ikki krevja hjálp frá felagnum í máli, sum er komið upp, áðrenn viðkomandi fekk limaskap í felagnum ella í tíðarskeiði, har viðkomandi ikki hevur havt limaskap í felagnum. Limir eru valbærir til álitisstørv í felagnum, tá ið teir hava verið virknir limir í felagnum í 6 mánaðir.

4. stk. Limir kunnu ikki krevja hjálp frá felagnum í máli, sum er komið upp, áðrenn viðkomandi fekk limaskap í felagnum. Limir eru valbærir til álitisstørv í felagnum, tá ið teir hava verið virknir limir í felagnum í 6 mánaðir. Limirnir ábyrgjast ikki persónliga fyri fíggjarligu ábyrgdum felagsins.

§ 4 Óvirknir limir

1. stk. Vanligir limir, sum í styttri ella longri tíð ikki hava starv, herundir limir, sum eru í farloyvi uttan løn ella sum søkja starv, kunna gerast óvirknir limir. Sama kunnu limir, sum eru farnir yvir í annað starvsøki, og limir sum eru fluttir úr Føroyum. Persónar, sum eru eftirløntir frá størvum, og sum vóru vanligir limir, tá ið teir fóru frá, kunnu eisini gerast óvirknir limir, um teir hava verið virknir ella óvirknir limir í felagnum í 5 ár. Um aðalfundurin góðkennir tað, kunnu bólkar ella einstaklingar, ið ikki kunnu verða vanligir limir, gerast óvirknir limir.

2. stk. Lesandi, ið eru undir námsfrøðiligari útbúgving, kunnu gerast óvirknir limir, og gjalda hesir limir ikki limagjald.

3. stk. Óvirknir limir eru ikki valbærir og hava ikki atkvøðurætt.

Innlimingarseðil

Heinta skjalið her:

Álitisfólkabólkar

Endamál

  • Styrkjan av álitisfólkaskipanin
  • Netverkan
  • Tættari samstarv – millum álitisfólk og felagið

Fundarskrá

  1. Í fundarinnkallingini skal ein fundarskrá fyriliggja
  2. Bólkurin velur ein fastan orðstýrara og skrivara
  3. Næsti fundur verður avtalaður á fundinum – Hvar og nær.
  4. Fundirnir skulu hava hesa føst ásettu fundarskrá, ið er:
    1. Fundarfrágreiðing frá seinasta fundi
    2. Hvat skal felagið kunnast um
    3. Ymiskt

Tagnarskylda

Smb. Fyristingarlógini, hava øll starvsfólk tagnarskyldu.

Smb. hesi lóg, hava starvsfólk ikki rætt til at fara út við persónligum upplýsingum og privat viðurskifti hjá børnum/brúkarum, um talan er um upplýsingar, sum starvsfólki hevur fingið í samband við starv sítt.

Tað merkir, at ein kann viðgera ein trupulleika, uttan at navn verður sett á starvsfólk ella brúkara/børn talan er um.

Men samanumtikið hava starvsfólk – eins og allir aðrir borgarar í samfelagnum rætt til at úttala seg alment, eisini um sítt arbeiðsøki, men ansast skal eftir, at starvsfólk ikki brýtur tagnarskyldu sína og ikki gevur almenninginum ta fatan, at hann úttalar seg vegna stovnin.

Orðstýrari

Orðstýrarin hevur ábyrgd fyri:

  • at øll koma til orðanna
  • at orðaskifti er á siðiligum støði
  • at fundartíðin verður hildin

Skrivarin hevur til ábyrgd, at niðurstøður og avtalur verða niðurskrivaðar.

Pedagogfelagið skilar sær rætt til at seta fundirnar í álitisfólkabólkunum saman við regluligu álitisfólkafundinum.

Hvat er eitt álitisfólk

Føroya Pedagogfelag ynskir tær vælkomin sum álitisfólkaumboð. Hetta er ein spennandi og avbjóðandi uppgáva, sum tú fert at røkja í tvey ár í senn.

Álitisfólk – § 12 í lógum felagsins, 1. stk. Álitisfólk felagsins verða vald og skulu virka sambært álitisfólkaavtaluni ímillum felagið og Føroya Landsstýri. 2. stk. Val av álitisfólki og varaálitisfólki fer fram á stovninum í mars mánaði líka ár, og verða tey vald fyri eitt 2 ára skeið. Hvør stovnur velur 1 álitisfólk. Nevndin skal hava boð um úrslitið í seinasta lagið 2 vikur aftan á valið. 3. stk. Felagið skipar fyri minst 4 álitisfólkafundum um árið.

Hvør kann veljast til álitisfólk - Álitisfólkaavtalan, Stk. 2. Til álitisfólk kann bert veljast tann, ið hevur fulltíðarstarv og hevur arbeitt á viðkomandi deild í minst 1⁄2 ár. Undir serligum umstøðum kann tað gerast neyðugt at víkja frá hesum. Fyri hvørt álitisfólk skal veljast eitt varafólk.

Hvat er eitt álitisumboð? Eitt álitisumboð er bindiliður millum felagið og limin og er viðvirkandi til at gera felagið sjónligt. Eitt álitisumboð hevur ein týdningarmiklan leiklut í at tryggja, at arbeiðsviðurskiftini eru í lagi, og at røkja áhugamál felagsins á arbeiðsstaðnum. Eitt virkið álitisumboð fremur samhaldsfesti og styrki limanna millum.

Hvat ger eitt álitisumboð? Eitt álitisumboð røkir einamest fakfelagsslig áhugmál, kennir sáttmálan, svarar fyrispurningum, sendir fyrispurningar víðari til felagið og hevur eitt vakið eyga við arbeiðsviðurskiftunum. Eitt álitisumboð skal luttaka í setanarbólkum/ setanarsamrøðum. Eitt álitisumboð skal tryggja røttu mannagongdina í uppsøgnum. Eitt álitisumboð skal luttaka í gongdini í truplum málum. Eitt álitisumboð skal hava møguleika at loysa uppgávurnar í arbeiðstíðini.

Arbeiðsamboð hjá álitisumboðum. Álitisfólkamappan, sáttmálar, lógir felagsins, almennur starvsfólkapolitikkur, álitisfólkafundir og heimasíðan: www.pedagogfelag.fo. TÚ sum álitisumboð hevur ein týdningarmiklan leiklut. Tú kennir arbeiðsstaðið, viðurskiftini, leiðaran og tínar starvsfelagar, og tískil hevur tú „fingurin á pulsinum“. Felagið hevur tørv á tær! Vit ynskja tætt samstarv, har tú sum álitisumboð fær regluliga kunning frá felagnum, og somuleiðis ynskja vit kunning frá tær, so at samskiftið gongur báðar vegir. Hava tit ynski ella hugskot til virksemi, sum t.d tilfar til Pedagogblaðið, uppskot til skeið/undirvísing, so vendið tykkum til felagið á tlf. 357576 ella á pedagog@pedagogfelag.fo

Lógir felagsins

Heinta lógir felagsins:

Gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð

Løn

Sí løvartalvur á pedagogfelag.fo/lonartalvar

Sáttmálar

Sí sáttmálar á pedagogfelag.fo/sattmalar

Arbeiðstíðarreglur
Samlagstrygging

Sí nærri um trygginar á https://liv.fo/fakfelag/16/foroya-pedagogfelag 

Hent tilfar

Ársverk - Hvat er eitt ársverk

Ársverk er eitt uppskot til hvussu til ber at skipa arbeiðstíðina hjá okkara limum, soleiðis at ymisku arbeiðsuppgávurnar gerast týðiligar, serstakliga á dagstovnaøkinum.

Innihaldið kann vera ymiskt, eins og tíðin, sum verður sett av, kann verða ymisk. Tað er ein sannroynd, at tað er greiðari, tá tú veit, hvussu nógv tíð er sett av til ymisku arbeiðsuppgávurnar.

Hugsanin við ársverkinum er, at leiðsla og starvsfólk í felag seta av tíð til ymisku arbeiðsuppgávurnar. Her er hugsað um uppgávur, ið fella uttan fyri vanligu arbeiðsgongdirnar. Eitt dømi um ársverk - uttan serligar frídagar og halgidagar.

Ársverk - Dømi, dagstovnur

Fráboðanarform og fráboðanarfreist

Avtala um fráboðanarform og fráboðanarfreist millum øðrumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og hinumegin Føroya Pedagogfelag.

Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg eftir ásetingunum niðanfyri.

Stk. 2. Fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal vera skrivlig og latin mótpartinum minst 48 tímar undan arbeiðssteðginum. Roknað verður til á miðnátt.

Stk. 3. Fráboðanin skal greitt siga frá, hvønn arbeiðssteðg, talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er.

Stk. 4. Arbeiðssteðgur kann ikki verða fráboðaður, meðan sáttmálin er í gildi. Er sáttmálin farin úr gildi, kann arbeiðssteðgur ikki verða fráboðaður, fyrr enn samráðingar um nýggjan sáttmála eru endaðar. Er semingsstovnurin komin uppí, ella semingsstovnurin boðsendur, eru samráðingarnar at meta sum endaðar, tá ið semingsstovnurin er givin við semingsroyndini, og hevur boðað frá tí.

Stk. 5. Partarnir eru samdir um at møgulig undantøk eiga at verða viðgjørd í góðari tíð áðrenn arbeiðssteðgur verður lýstur, og at arbeiðssteðgur í minst møguligan mun eigur at raka fólk, sum eru óhjálpin og sum tørva námsfrøðiliga hjálp til at klára seg. Partarnir eru samdir um, at avtalur um undantøk í sambandi við arbeiðssteðg eiga at verða gjørdar út frá omanfyri nevndu atlitum. Á stovni ella í fyriskipan, har brúkarin kann verða til vanda fyri lív ella heilsu hjá sær sjálvum ella øðrum, um neyðug námsfrøðilig hjálp ikki verður veitt, skulu altíð nøkur starvsfólk verða undantikin frá møguligum arbeiðssteðgi, alt eftir nærri avtalu partanna millum.

Stk. 6. Hendan avtalan kann sigast upp við 6 mánaða freist til at fara úr gildi saman við sáttmálunum partanna millum. Fæst ikki semja um nýggj avtalu fyri hesa, fer hendan avtalan ikki úr gildi, fyrr enn sáttmálarnir millum partarnar eru endurnýggjaðir.

Stk. 7. Hendan avtalan fær gildi frá 1. Februar 2014.

Spurningar um frítíð

Eyka frívikan

Galdandi frá 1.jan.2004 hava limir rætt til eina serstaka fríviku – Henda frívíka hevur serligar reglur og er ikki tengd at Frítíðarlógini. Reglurnar finna tit á heimasíðuni.

Hvør tekur avgerð um, nær frítíðin skal haldast?

Sambært frítíðarlógini er tað arbeiðsgevarin, sum í samráð við løntakaran ásetur nær frítíðin skal haldast.

Tó verður ásett í lógini, at minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðarskeiðnum millum 2. mai og 30. september.

Rættur arbeiðsgevarans at taka endaliga støðu til, nær summarfrítíðin skal takast, merkir eisini, at um arbeiðsplássið steingir ávísa tíð, hevur løntakarin skyldu til at taka summarfrítíðina hetta tíðarskeið, alt undir tí fyritreyt, at 24 daga reglan sum nevnd frammanfyri verður hildin.

Hvat hendir, um løntakari gerst sjúkur, áðrenn hann skal byrja summarfrítíð sína?

Um løntakari gerst sjúkur og boðar arbeiðsgevaranum frá hesum, áðrenn summarfrítíðin skal haldast, so verður summarfrítíðin útsett, so leingi viðkomandi er sjúkrameldaður.

Um talan er um arbeiðspláss, sum steingir í summarfrítíðini, og løntakari gerst sjúkur t.d. 2 dagar, áðrenn summarfrítíðin skal byrja, og t.d. er sjúkrameldaður í 10 dagar, so byrjar summarfrítíðin hjá viðkomandi ikki fyrr enn viðkomandi er frískur aftur.

Í slíkum føri eigur viðkomandi sostatt 8 dagar eyka summarfrí, sum arbeiðsgevarin leggur í samráð við viðkomandi løntakara.

Hvat hendir, um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini

Um løntakari gerst sjúkur í summarfrítíðini, hevur hann ikki rætt til eyka summarfrítíð. Undir serligum umstøðum kann løntakari søkja um at fáa frítíðina góðgjørda frá arbeiðsgevaranum.

Hvussu er rættarstøðan, tá løntakari verður sagdur úr starvi?

Í lógini er ásett, at um løntakari er uppsagdur, so má frítíðin ikki leggjast inn í uppsagnartíðina. Hetta merkir, at viðkomandi løntakari í slíkum føri, bæði hevur rætt til summarfrítíð og uppsagnarfreist smb. galdandi lóggávu.

Serstakir frídagar samb. ásetingar í sáttmálunum

Um serstakir frídagar, s.s. Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudagur liggja í summarfrítíðini, eigur løntakari hesar dagar afturat frítíðini.

Tó er hetta ikki galdandi, um ein serstakur frídagur fellur á ein sunnudag.

120 daga reglan

Stutt yvirlit yvir reglurnar um sokallaða 120 daga-regluna.

Hvat er ”120 daga-reglan”?

120 daga-reglan merkir, at arbeiðsgevarin kann siga starvsfólkið úr starvi við 1 mánaða freist til ein 1. í mánaðinum, tá starvsfólkið hevur fingið løn undir sjúku í 120 dagar innan fyri eitt 12 mánaðar tíðarskeið.

Hetta merkir, at sjálvt um starvsfólk hevur vunnið sær rætt til t.d. 6 mánaðar uppsagnarfreist, so kann arbeiðsgevarin siga starvsfólkið upp við 1 mánaða uppsagnarfreist, men bert um niðanfyri nevndu treytir eru loknar.

Almennar treytir fyri, at 120 daga-reglan skal kunna nýtast

Talan skal vera um løntakara, sum er fevndur av starvsmannalógini, ella at fakfelagið og arbeiðsgevarasíðan í sáttmála sínum hava ásett, at starvsmannalógin er galdandi (t.d. kann sáttmálin hava hesa orðing: ”viðvíkjandi uppsøgn er starvsmannalógin galdandi”).

Skrivlig og greið avtala skal vera gjørd millum arbeiðsgevaran og starvsmannin um, at 120 dagareglan er galdandi, t.d. í setanarskrivi. (Hendan avtala kann gerast í sambandi við starvssetan ella seinni, men kann ikki gerast millum fakfelagið og arbeiðsgevaran/arbeiðsgevarafelagið).

Nær kann arbeiðsgevarin brúka 120 daga-regluna?

Ítøkiligu treytirnar fyri at brúka 120 daga-regluna (t.v.s. at siga starvsfólk upp við 1 mánaða uppsagnarfreist) eru:

  • Starvsfólkið skal hava fingið løn undir sjúku í minst 120 dagar innan fyri 12 mánaðar (ikki neyðugt at talan er um samanhangandi sjúkradagar)
  • Arbeiðsgevarin sigur starvsfólkið úr starvi uttan óneyðugt drál, tá starvsfólkið hevur fingið løn í 120 dagar undir sjúku innan fyri 12 mánaðar (t.v.s. at uppsøgnin vanliga skal verða framd innan 10 - 12 dagar)
  • Um uppsøgnin t.d. verður framd 2 – 3 vikur aftan á, at 120 dagar eru farnir, so eru vanligu uppsagnarfreistirnar galdandi. Um arbeiðsgevarin í tílíkum førum skal brúka 120 daga-regluna, so má hann bíða, til starvsfólkið aftur verður sjúkrameldað 120 dagar, men sjúkradagarnir frammanundan kunnu ikki roknast við í uppgerðini av 120 døgunum.)
  • Uppsøgnin verður fráboðað, meðan starvsfólkið er sjúkrameldað (t.v.s. at til ber ikki at brúka 120 daga-regluna, um starvsfólkið er komið aftur til arbeiðis, tí so má arbeiðsgevarin bíða, til starvsfólkið aftur verður sjúkrameldað, men sjúkradagarnir frammanundan kunnu heldur ikki í tílíkum førum roknast við í uppgerðini av 120 døgunum).
  • Uppsøgn eftir 120 daga regluni kann brúkast, sjálvt um viðkomandi frammanundan er sagdur upp við vanligari freist, men vanliga uppsagnarfreistin ikki er farin.

Hvørjir sjúkradagar verða roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 sjúkradøgunum?

Teir sjúkradagar, sum verða roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 døgunum eru (um starvsfólkið fær løn undir sjúkuni):

  • allir kalendaradagar, har viðkomandi starvsfólk er sjúkrameldað – vanliga eisini leygardagar og sunnudagar, um starvsfólkið var sjúkt hesar dagar (fyri fastlønt)
  • sjúkradagar uttan mun til, hvør orsøkin er til sjúkuna (t.d. eisini, har sjúkan stavar frá skaða á arbeiðsplássinum. Tó ikki sjúka orsakað av barnsburði.)

Hvørjir dagar verða ikki roknaðir við í sambandi við uppgerðina av 120 sjúkradøgunum?

  • sjúkradagar, har orsøkin til sjúkuna er, at kvinna er við barn (sambært javnstøðulógini)
  • frítíðardagar (feria) – í hvussu so er sjúkradagar, sum byrja aftan á at starvsfólk er byrjað frítíð (feriu) sína, og til starvsfólkið skal byrja aftur at arbeiða eftir frítíð sína (um frítíðin verður útsett eftir avtalu við arbeiðsgevaran, so er talan um løn undir sjúku og so telja dagarnir við í uppgerðina av 120 døgunum)
  • um starvsfólk er sjúkrameldað t.d ½ dag, so skal bert hesin ½ dagur roknast við sum sjúkradagur
Uppsøgn

Mannagongdir í sambandi við uppsøgn

Sambært Fyrisitingarlógini, skal hoyringsskriv sendast til tann, sum ætlanin er at siga úr starvi. Viðkomandi hevur í minsta lagi 14 dagar at geva sínar evt. viðmerkingar til hoyringsskrivið til arbeiðsgevaran – Starvsfólk kann tó hava krav um longri hoyringsfreist, tí tað, sum um ræður er, at starvsfólkið veruliga fær stundir at gera viðmerkingar sínar til ætlaðu uppsøgnina.

Starvsfólk kann eisini altíð biðja um skjalainnlit.

Felagið skal altíð smb. sáttmálanum – hava skrivliga fráboðan, um arbeiðsgevarin hevur ætlan at siga fólk úr starvi – har grundgevingin skal vera tilskilað, soleiðis at felagið fær mett um grundgevingina.

Heldur Føroya Pedagogfelag, at uppsøgnin ikki skal fremjast, ella at uppsøgnin ikki er nóg væl lýst, kann felagið krevja uppsøgnina viðgjørda á fundi við setanarmyndugleikan, áðrenn uppsøgnin verður givin.

Um ongar viðmerkingar eru til hoyringsskrivið, ella einki nýtt fyriliggur í málinum, og felagið ikki hevur nakrar viðmerkingar, kann uppsøgnin gevast við galdandi uppsagnarfreist. (Sí teigin ”Uppsagnarfreistir”.) Uppsøgnin er altíð at rokna frá einum 1. í fyrstkomandi mánaði.

Viðmerkjast skal, at forvunnin frítíð smb. Frítíðarlógini ikki kann leggjast inn í uppsagnarfreistina. Smb. Álitisfólkaavtaluni stk.7, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið, tá talan er um setan ella uppsøgn av starvsfólki.

Uppsagnarfreistir

Uppsagnarfreist smb. Starvsmannalógini § 2, stk.2:

Starvstíð frá arbeiðsgevara frá starvsfólki
undir 6 mðr. 1 mðr. 1 mðr.

6 mðr. upp til 3 ár

3 mðr. 1 mðr.
3 - 6 ár 4 mðr. 1 mðr.
6 - 9 ár 5 mðr. 1 mðr.
meira enn 9 ár 6 mðr. 1 mðr.

Uppsagnartíðin

Um uppsagnartíðin skal vera Skal uppsøgnin gevast áðrenn
1 mðr. 5 mán. setan
3 mðr. 2 ár og 9 mán. setan
4 mðr. 5 ár og 8 mán. setan
5 mðr. 8 ár og 7 mðr. setan
6 mðr. Aftaná 8 ár og 6 mðr. setan
Summar og feriulegur

Gjald fyri summar- og feriulegur

Sí áseting í sáttmálanum.

Felagið fær nógvar fyrispurningar um løn og eykaviðbót , tá limirnir fara á summar- og feriulegur. Tað vísir seg ofta, at greinin í sáttmálanum um summarog feriulegur verður tulkað ymiskt og ofta misskild.

Felagið skal tí hervið útgreina, hvussu greinin skal umsitast og skiljast:

  • Løn undir leguni
  • Løn verður latin fyri 8 tímar fyri hvønn byrjaðan legudag
    • Viðmerkjast skal, at øll starvsfólk, sum eru við á leguni, fáa løn fyri 8 tímar, eisini tey, sum vanliga arbeiða niðursetta tíð
  • Leguviðbótin er fyri hvønn byrjaðan legudag kvøldviðbót fyri 16 tímar, - Kvøldviðbótin er pr. 1.10.2016 kr. 26,40 •
  • Um legan fellur á leygar- sunnu- og halgidagar ella ein serstakan frídag, er viðbótin tann dupulta

Viðmerkjast skal, at tann tíðin, ein er til arbeiðis, áðrenn farið verður á legu, og tá ein kemur aftur av legu, er at rokna sum eyka arbeiðstíð út yvir 8 tíma dag, tvs. at um:

farið verður á legu

  • ein týsdag kl. 10.00, og starvsfólkini møta kl. 8.00, gevur hetta 2 eyka yvirtímar (2 x 1,5) = 3 tímar 

komið verður aftur av legu

  • fríggjadag kl. 13.00, og farið verður heim kl. 16.00, gevur hetta 3 eyka yvirtímar (3 x 1,5) = 4,5 tímar
Arbeiðsumhvørvi
Vanlukkutilburður
Serstøk frívika

Avtala um serstaka fríviku

§ 1. Avtalan er galdandi fyri mánaðarlønt starvsfólk. stk. 2. Avtalan er eisini galdandi fyri tímalønt, sum eru í starvi í meiri enn 3 mánaðir.

Hvussu frívikan verður innvunnin og hildin

§ 2. Aftur at frítíðini eftir frítíðarlógini, vinnur starvsfólk eina serstaka fríviku um árið. Vunnir verða 0,42 serstakar frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi (5 daga vika). Serstøku frídagarnir verða vunnir samsvarandi setanarbrøkinum.

stk. 2. Serstaka frívikan verður innvunnin og hildin í frítíðarárinum, á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini.

§ 3. Setanarmyndugleikin og tann setti avtala, nær í frítíðarárinum serstaka frívikan verður hildin. Hon verður løgd í samráð við starvsfólkið, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Starvsfólkið skal boða frá so tíðliga sum til ber, nær ætlanin er at halda frívikuna.

stk. 2 Frídagarnir kunnu verða hildnir hvør sær, eisini sum hálvir dagar.

§ 4. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu í staðin avtala, áðrenn frítíðarárið byrjar, at serstaka frívikan ella partur av henni verður ikki hildin, men útgoldin, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7. Er semja um tað, kann slík avtala eisini verða gjørd í frítíðarárinum.

§ 5. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu eisini avtala, at serstaka frívikan ella partur av henni, sum er ikki hildin, tá ið frítíðarárið er av, verður flutt at halda í seinri frítíðarári.

stk. 2. Avtalan skal vera skrivlig og avtalað skal eisini verða, nær fluttu dagarnir skulu verða hildnir.

stk. 3. Verður avtala ikki gjørd sambært stk. 1, verða serstøku frídagarnir útgoldnir, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7.

§ 6. Fer starvsfólk úr starvi, og hevur ikki hildið serligu frívikuna ella part av henni, verður hon útgoldin, jb. §7.

§ 7. Útgjaldið fyri serstakan frídag er ½% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári. Í útrokningini verður ikki tald við løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 8. Avtalan hevur gildi frá 1. oktober 2003.

§ 9. Starvsfólk, sum er í starvi alt innvinningarárið 2003/2004, tvs. frá 1. apríl 2003 til 31. mars 2004, hevur rætt til 5 serstakar frídagar í frítíðarárinum, sum byrjar 2. mai 2004. Hevur starvsfólkið verið í starvi minni enn alt innvinningarárið, verða serligu frídagarnir lækkaðir samsvarandi.

§ 10. Sáttmálafrídagarnir fella burtur 1. januar 2004.

Frítíðarlógin
Fyrisitingarlógin
Starvsmenn

Sí nærri her:

Barsilsskipan
Dagstovnalógin
Tænastumanna eftirlønir
Setanarprógv
Ráð og arbeiðsbólkar

Føroya Pedagogfelag hevur fylgjandi ráð og arbeiðsbólkar.

  • Aktións- og Upplýsingargrunnurin (tríggir limir)
  • Leiðararáð (fimm limir)
  • Námsfrøðingaráð (fimm limir)
  • Hjálparfólkaráð (fimm limir)
  • Lesandiráð
  • Eldrabólkur

Norðurlendskt og altjóða samstarv

Føroya Pedagogfelag er limur í norðurlendskum og altjóða samstørvum.

NLS - Nordisk Lærerorganisations Samråd

Felagsskapur fyri pedagog- og lærarafeløg í Norðurlondum, er skipað við “stýri”, har formenn/kvinnur sita, og hevur eisini undirbólkar til ymisku “ser”økini. Føroya Pedagogfelag er umboðað í stýrinum, barnagarðsbólkinum, leiðarabólkinum, og lesandibólkinum.)

NFFS - Nordisk Forening for Socialpædagoger

Norðurlendskt samstarv, har sosialpedagogikkur er á skránni. Hetta er ein minni felagsskapur, og er bert eitt umboð í hesum frá Pedagogfelagnum.

AIEJI

Altjóðafelagsskapur fyri sosialpedagogar um allan heim. AIEJI skipar fyri ymiskum ráðstevnum, ið felagið av og á hevur luttikið á.

Aktións- og Upplýsingargrunnurin

Reglugerð fyri Aktións- og Upplýsingargrunnin.

Endamál

At stuðla limum felagsins undir aktión/verkfalli. Harumframt at veita limum felagsins fíggjarligan stuðul til at granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.

Nevndin

Í nevndini fyri grunnin eru 3 limir. 1 frá nevndini í Pedagogfelagnum og 2 álitisfólk.

Inntøkur

10 % av hvørjum limagjaldi + rentur. 50.000 kr. verða settar í grunnin sum stovnspeningur.

Veitan úr

Stuðul kann søkjast úr grunninum við skrivligari umsókn til nevndina, sambært ásettu treytum og mannagongdum, sum nevndin fyri grunnin hevur samtykt. Stovnspeningurin + 90 % av inngjaldinum skal bert kunna nýtast til at stuðla limum felagsins undir verkfalli/ aktión. 10% av inngjaldinum kann latast til umsøkjarar, ið vilja granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.

Roknskapararár

Roknskaparár grunsins er álmanakkaárið.

Avtøka

Avtøka av grunninum fer fram sum lógarbroyting hjá Pedagogfelagnum. Aðalfundurin avger tá, hvat peningurin skal nýtast til.

Soleiðis góðkent á aðalfundinum 27/4-85.

Broytt á aðalfundinum 08/04-2000, vegna at umboðsráðið verður strikað.

Broytt á aðalfundinum 16/3-2013.

Stuðul úr Aktións- og Upplýsingargrunninum

Reglur fyri veitan av stuðuli úr Aktións- og Upplýsingargrunninum.

Føroya Pedagogfelag hevur ein grunn, nevndan “Aktións- og Upplýsingargrunnurin.” Sambært reglugerðini fyri grunnin er endamálið at stuðla limum felagsins undir aktión/verkfalli. Harumframt at granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.

Mannagongd fyri at søkja um stuðul úr A&U grunninum:

Hvør kann søkja um stuðul úr grunninum?

Limir í Føroya Pedagogfelag kunnu søkja um stuðul úr A&U grunninum.

Hvat virksemi kann vera stuðlað úr A&U grunninum?

Virksemi, sum er við til granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum.

Nær kann søkjast úr grunninum?

Galdandi frá 1. januar 2017. Søkjast kann 3 ferðir um árið, 1. februar, 1. juni, og 1. oktober. Nevndin hittist fyrsta mánadag eftir, at umsóknarfreistin er farin. Umsøkjararnir fáa svar upp á umsóknina umleið hálvan í tí mánaðinum, søkt verður í.

Hvussu søkir man úr grunninum?

Umsóknin skal stílast til A&U grunnin: Føroya Pedagogfelag, Tungugøta 1 FO-100 Tórshavn ella pedagog@pedagogfelag.fo. Í umsóknini skal vera ein nágreinilig frágreiðing um, hvat verður søkt stuðul til, og ein kostnaðarmeting skal vera løgd við. Nevndin fyri A&U grunnin kann áseta ávísar treytir fyri at veita stuðul úr grunninum.

Nevndin fyri A&U grunnin

Nevndin er mannað við 3 limum. Einum nevndarlimi, sum nevndin í Føroya Pedagogfelag velur, einum álitisfólki frá dagstovnaøkinum og einum álitisfólki frá serøkinum, sum álitisfólkini velja.

Nevndarlimirnir sita fyri eitt ár í senn. Álitisfólkini velja síni umboð til nevndina fyri grunnin á fyrsta álitisfólkafundi eftir aðalfundin.

Húsagrunnurin

Reglugerð fyri Húsagrunnin.

Endamál

At keypa fasta ogn umframt viðlíkahald ella útbygging av hesum.

Nevndin

Nevndin í Pedagogfelagnum er nevnd í grunninum.

Inntøkur

5% av hvørjum limagjaldi + rentur. 50.000 kr. verða settar í grunnin sum stovnspeningur.

Veitan úr

Nevndin í Pedagogfelagnum tekur avgerð um nýtslu av peninginum.

Roknskaparár

Roknskaparár grunsins er álmanakkaárið.

Avtøka

Avtøka av grunninum fer fram sum lógarbroyting hjá Pedagogfelagnum. Aðalfundurin avger tá, hvat peningurin skal nýtast til.

Aðalfundir

Nevndin í Pedagogfelagnum Soleiðis góðkent á aðalfundinum 27/02-1999.

Broytt á aðalfundinum 08/04-2000 vegna at umboðsráðið verður strikað.

Broytt á aðalfundinum 06/03-2021 frá: At keypa eina fasta ogn umframt viðlíkahald ella útbygging av fastognini, til: At keypa fasta ogn umframt viðlíkahald ella útbygging av hesum.

Limabólkur fyri námsfrøðilesandi

Endamál

Endamálið er at savna tey námsfrøðilesandi í ein bólk, hvørs endamál er at skapa eitt netverk fyri tey lesandi, og at skapa eitt samstarv millum felag og lesandi.

Hvør kann vera limur

Lógir felagsins siga í § 4, 2.stk. Lesandi, ið eru undir námsfrøðiligari útbúgving, kunnu gerast óvirknir limir og gjalda hesir limir ikki limagjald. 3. stk. Óvirknir limir eru ikki valbærir og hava ikki atkvøðurætt. Hetta fevnir um lesandi, sum eru undir námsfrøðiligari útbúgving í Føroyum, uttanlands og umvegis netið.

Fundir

Nevndin fyri Føroya Pedagogfelag ásetir stovnandi fund í mai 2013. Síðani verður fast fundur í mai, har lesandi velja nevnd. Skipað verður fyri kunnandi fundi fyri nýggj lesandi, tá skúlaárið á Føroya Fróðskaparsetri byrjar, og skipað verður fyri kunnandi fundi fyri nýútbúnu námsfrøðingarnar.

Skipan av bólki

Á fundinum í mai 2013 verður vald ein fimm mannanevnd, har av eitt umboð verður valt til at umboða felagið í NLS fyri lesandi. Nevndin hittist 4 ferðir um árið og tekur mál upp til umrøðu, sum hava áhuga fyri tey lesandi, teirra útbúgving og fyri felagið. Ein fundur er við nevndina fyri Føroya Pedagogfelag. Ein ábyrgdarpersónur úr nevndini fyri Føroya Pedagogfelag hevur ábyrgd av samskiftinum millum báðar nevndirnar. Fundarfrágreiðingar vera sendar felagnum til kunningar.

NLS

Hetta er norðurlendskur felagsskapur fyri lesandi á námsfrøðinga- og læraraútbúgvingini. Ein árligur fundur verður hildin á vetri í ymsu norðurlondunum uppá skift. Umboð frá lesandiráðnum luttekur á hesum árliga fundi. Frágreiðing um støðuna í Føroyum skal skrivast og sendast sekretariatinum undan fundinum. Henda frágreiðing skal góðkennast av forkvinnuni, áðrenn hon verður send. Eftir fundin skal nevndin í Pedagogfealgnum hava eina frásøgn frá fundinum og eina frágreiðing frá umboðnum fyri tey lesandi um, hvat kom burturúr, og um tað eru tiltøk, vit kunnu luttaka í.

Fakfelagssamstarvið

Fakfelagssamstarvið er eitt samstarv millum seks fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hesi fakfeløg eru: Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Føroya Pedagogfelag. Endamálið er at samstarva um felags áhugamál. Fakfelagssamstarvið hevur sett ein ráðgevara, Poulu M. Kass, ið hevur til uppgávu at samskipa og virka innan teir karmar, ið reglugerðin fyri samstarvið ásetur.

Sí niðanfyri: