Visjón og missión.
Visjón.
Við námsfrøði skapa vit eitt samfelag, har menniskju trívast og mennast.
Missjón.
Føroya Pedagogfelag umboðar limirnar í øllum lønar- og starvsrættarligum viðurskiftum, og vil virka fyri góðum og tryggum arbeiðsviðurskiftum.
Hetta gera vit við eini sakkønari umsiting, og eini nevnd, ið vil raðfesta gjøgnumskygni og álit.
Vit leggja dent á at vera eitt felag fyri øll, sum starvast á námsfrøðiliga økinum, og at vera ein álitisvekjandi námsfrøðilig rødd í føroyska samfelagnum.
Virðir.
Virðini stuðla undir missión og visión og lýsa hugburðin, sum er grundarlagið undir Føroya Pedagogfelag.
• Dirvi
• Álit
• Trúvirði
• Fakligheit
• Samanhald
Høvuðsmál.
Høvuðsmálini skulu tryggja limunum góð arbeiðs- og lønarviðurskifti.
Eisini tryggja høvuðsmálini, at Føroya Pedagogfelag er í støðugum framburði, soleiðis at felagið alsamt virkar fyri menning og trivnað.
Okkara mál.
Gott samstarv
Vit leggja okkum eftir at styrkja og menna samstarvið við allar viðkomandi partar. Hetta gera vit við greiðum fakligum samskifti, sum skapar bestu fyritreytir fyri góðum námsfrøðiligum kørmum.
Góður felagsskapur
Vit eru mong og fjølbroytt, vit standa saman um at røkka felags áhugamálum, og allir limir skulu kenna seg heima í felagnum. Vit fremja opið og virðiligt samskifti, har tín rødd verður hoyrd.
Vísa veg
Føroya Pedagogfelag er eitt framfúsið felag, sum støðugt er í menning og vísir veg. Vit byggja á royndir, hava eitt vakið eyga við nútíðini, meðan vit leggja dent á at ávirka framtíðina.