Búmerkið hjá felagnum

Húsareglur.

Húsareglur

  • Húsdjór eru ikki loyvd.
  • Royking er ikki loyvd í smáttuni. 
  • Kuldaskápið skal vera tómt men IKKI sløkkjast, tá ið farið verður avstað. Einki órudd/uppvask skal standa frammi, tá ið farið verur.
  • Matrestir skulu takast við ella beinast burtur, áðrenn farið verður avstað. Alt rusk skal út í ruskílatið. Smáttan skal vera ruddilig, køks- og spísiborð skulu vera vaskað. 
  • Farast skal væl um húsini, sum sjálvandi skulu latast aftur í sama standi, sum tá tey vórðu útleigað. Endurgjald verður kravt fyri skaðar á innbúgv og útbúnað. 
  • Verður lykilin burtur, verður eykarokning á 500 kr. send leigaranum. 
  • Til ber at fáa fatur á húsavørðinum á tlf 266613 – um neyðugt, ber til at ringja til Føroya Pedagogfelag, 357576 ella forfólki 265326.