Um felagið.

Telefontíð
- Mánadag frá kl. 9.00 til 16.00
- Týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 9.00 til 13.00
- Fríggjadag svara vit ikki telefonini
Skrivstovan er annars vanliga opin allar yrkadagar.
Stutt um felagið
Føroya Pedagogfelag er felagið fyri øll, sum starvast á námsfrøðiliga økinum. Felagið arbeiðir miðvíst fyri at tryggja góðar treytir fyri limirnar og og varpa ljós á týdningin av námsfrøði í samfelagnum.
Sum yrkisfelag hevur Føroya Pedagogfelag sáttmálarættindi hjá limum okkara innan dagstovnar, skúlar og almennar stovnar, sum verða riknir av kommunum ella landinum.
Felagið hevur sína skrivstovu á Tungugøtu 1 í Tórshavn.