15
sep.
2026
Almenna pedagogiska ráðið hevur tiltak - les meiri.
18:30 -
21:00
Hugnakvøld fyri limum í Pedagogfelagnum
Almenna pedagogiska ráðið bjóðar limum í Pedagogfelagnum til hugnakvøld, týskvøldið 15. september 2026 kl. 18.30–21.00 í Smæruni.
Sonja Olsen kemur at halda fyrilestur um týdningin av trivnaði og menning/læring, tá ið børn fara ígjøgnum stovnsskiftir.
Sonja undirvísir á námsvísindadeildini á Setrinum, hon er eisini í gongd við at granska og skrivar í løtuni phd. um skifti hjá børnum.
Kvøldið byrjar kl. 18.30 við ábiti, og kl. 19.00 verður fyrilesturin.
Tiltakið er ókeypis og allir limir í Pedagogfelagnum eru hjartaliga vælkomnir, tó er neyðugt við tilmelding, og tað gera tit við at skráseta tykkum HER
Freistin at melda til er 8. september 2026.