Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn
Telefon: 35 75 76
Teldupostur: pedagog@pedagogfelag.fo
Tá ið tú bókar og rindar fyri smáttuna, skalt tú góðtaka hesar keyps- og veitingartreytir.
Vit nýta Quickpay til at handfara keyp á heimasíðuni.
Quickpay veitir í samstarvi við Nets vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).
Pedagogfelagið hevur ikki atgongd til upplýsingar á tínum gjaldkortið.
Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum:
Tú rindar við at skriva inn kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út.
Allir upplýstu prísir eru í DKK. Meirvirðisgjald verður ikki lagt á bókingar. Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.
Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost við upplýsingum um keypið.
Verður avboð givið styttri enn 5 dagar undan avtalaða leigutíðarskeiðnum, verður kostnaðurin ikki endurgoldin.
Longsta tíðarskeiðið til ber at leiga eru 5 dagar, og styttsta er 2 dagar.
Smáttan kann einans leigast av limum í Føroya Pedagogfelag. Framleiga er ikki loyvd.