Búmerkið hjá felagnum
14. jan. 2025

Aðalfundur 2025.

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum

29. mars 2025

Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins og sæst á heimasíðuni www.pedagogfelag.fo

Uppskot til aðalfundin §8, 4. stk.

Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini, við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.februar.
Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi.

Val av nevndarlimum og formanni §8, 8. stk. 

Onki formansval er í ár.

Tveir nevndarlimir standa fyri vali, til 3 ára valskeið 2025-2028.

Uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1.februar.

Val til Leiðararáðið, Námsfrøðingaráðið og Hjálparfólkaráðið § 12

Uppskot til valevni til ráðini, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. februar.

Hjá Leiðararáðnum standa trý fyri vali, til 3 ára valskeið 2025-2028.

Hjá Námsfrøðingaráðnum standa trý fyri vali til 3 ára valskeið 2025-2028.

Hjá Hjálparfólkaráðnum standa trý fyri vali til 3 ára valskeið 2025-2028.

Um tað sambært § 8, stk. 7 eru ov fá valevni til, at eykalimir eru, kann aðalfundurin skjóta upp og velja upp til tríggjar limir á aðalfundinum. Atkvøðast kann tá á sjálvum aðalfundinum.

Allir limir felagsins fáa í minsta lagi tvær vikur innan aðalfundin atgongd til atkvøðuskipan, ið umsiting felagsins skipar fyri í samstarvið við løgfrøðing ella grannskoðara felagsins.

 Uppskot skulu sendast til:          

Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn

ella til: pedagog@pedagogfelag.fo 

Nærri kunning um aðalfundin kemur á heimasíðu felagsins.

Nevndin