Búmerkið hjá felagnum
20. des. 2024

Jólaheilsan 2024.

Góðu limir So eru jólini í hond, og skjótt er árið runnið. Eitt spennandi, læruríkt ár, har vit, sum spildurnýggj nevnd, hava fingið ymiskt áhugavert frá hondini. Tað er eingin loyna, at tað krevur tíð og orku at koma inn í tað fjøltáttaða og týdningarmikla arbeiði, sum felagið ger, og tað krevur nærlagni at seta seg væl inn í lógarverk, sáttmálaviðurskifti og sjálvt nevndararbeiðið. Men hetta er ein spennandi og týðandi uppgáva, sum vit hava stóran áhuga í, og tí hevur hetta eisini verið stuttligt.

Hetta fyrsta lítla árið hava vit tó fingið heilt fitt frá hondini.

Tykkum kunnugt varð allarfyrsta uppgáva okkara at sessast við samráðingarborðið, og fáa nýggjan sáttmála í hús. Hetta gekk yvir allar væntanir, tí okkara strategi var at lyfta grundlønina so mikið væl, at vit komu javnt við onnur sambærlig fakøki. Íalt fingu vit frá 1 apríl 2023 fram til 1 mars 2026 eina samlaða lønarhækkan á 12,45%. Saman við politiska lønarlyftinum kemur endalønin hjá námsfrøðingum í 2026 upp á 40.813,83kr og hjá hjálparfólkum upp á 30.474,33kr. Harafturat fingu vit lyft eftirlønina fyri dagstovnaøkið upp á 13%, og málið er at fáa øll upp á 14%, eins og serøkið.

Seinnu helvt av árinum hava vit verið í gongd við at gera nýggja strategi fyri felagið.

Við nýggju nevndini fylgdu eisini fleiri nýggar tankar um, hvussu felagið skal síggja út og hvar leiðin skal ganga inn í framtíðina. Eftir okkara tykki treingir felagið til nýggjan meira tíðarhóskandi ham; samfelagsligar broytingar hava við sær, at vit eisini mugu tillaga og broyta okkum, skulu vit megna at fylgja við rákinum og høgu ferðini. Hugsanin er ikki, at vit skulu broyta alt beinanvegin, men at vit, við tíðini nú eftir nýggjár, so líðandi koma at broyta smá ting á vegnum. Fyrsta uppgávan er at orða eina visión og missión fyri felagið, samstundis sum vit koma at fáa nýggja heimasíðu og nýggjan grafikk og litsamanseting.

Strategiarbeiðið er lagt tilrættis soleiðis, at ráð og álitisfólk eru tikin við í gongdini allan vegin. Hetta var umráðandi fyri okkum, soleiðis, at øll kundu fáa ognarskap í arbeiðinum, og kenna seg aftur í tí, vit koma at varpa út í nýggja árinum.

Nú gleða vit okkum sera nógv til aðalfundin í mars 2025, tí tá fara vit at leggja alt strategiarbeiðið fram fyri tykkum, og høvið verður at seta spurningar ella koma við hugskotum til arbeiðið frameftir.

Í stórum drøgum er hetta tað, vit hava nýtt tíð og orku til higartil, men sum sagt, so kemur ein rúgva av spennandi tingum at henda í komandi ári, sum vit eru sera spent at siga tykkum meira um eftir nýggjár.

Við hesum fáu orðum fara vit at ynskja tykkum øllum eini friðsæl og gleðilig jól