Búmerkið hjá felagnum
11. apr. 2025

Kveikjandi kvøld um vøggustovulív - Skrivað hevur: Rigmor Restorff Dam.

Í lívinum hjá einum vøggustovubarni kann hvør lítil hylur á vegnum potentielt hava ovurstóran týdning. Tað snýr seg um, hvussu vit møta og lofta løtuni. Tí krevur arbeiðið við teimum allarsmæstu fyrst og fremst høga fakligheit. Harumframt eisini hópin av tíð, toli og fullkomnari nærveru. Og ikki at gloyma: ein væl skipaðan gerandisdag við reglusemi, forsýni og passaliga nógvum aldurshóskandi avbjóðingum. Og so tryggleika í ovurmát – bæði til børn og foreldur.

Tryggleikin gevur áræði

Yvirskipað var ymiskt, sum gekk aftur í øllum framløgunum, og sum fólk tóktust vera samd um. Eitt nú tað, at við smáum børnum er umráðandi, at gerandisdagurin er skipaður við reglusemi og forsýni (forudsigelighed). At tað krevur tíð og tol at læra at meistra, er neyvan nakað nýtt, men tað krevur, at tey vaksnu eru nærløgd og greið í samskiftinum við børnini. Endamálið við reglusemi og forsýni er, at børnini skulu kenna seg trygg, so tey fáa áræði at royna seg og at mennast.

 

Smáu sigrarnir í gerandisdegnum

Í framløgunum kom fram, at allar vøggustovurnar arbeiða við eini hugsan um reglusemi og endurtøkur, soleiðis at børnini kenna umstøðurnar og innihaldið í gerandisdegnum. Hetta er neyðugt, skulu tey kenna seg trygg at mennast og taka til sín vanlig gerandisting, so sum mál og motoriskan førleika.

Dagarnir eru skipaðir soleiðis, at morgunin byrjar spakuliga við móttøku, síðan er sangløta við frukt, so er spæl ella túrur, miðmáli, svøvnur, aftur spæl ella túrur, og at enda verða børnini heintað. Hvønn dag hendir nøkunlunda tað sama.

Bjørg og Guðrun frá dagstovninum í Hósvík hugleiddu um evnið Gagnnýt smáu løturnar, har tær vístu á, at dagurin er á tremur við praktiskum støðum, sum til ber at brúka skilagott, um ein gevur sær stundir til at vera í løtunum, saman við børnunum.

- At børnini fáa smáar sigrar gjøgnum dagin, er alt partur av námsfrøðini, søgdu tær.

Fasti struktururin er týðandi, og tey avbróta ikki spælið hjá børnunum. Tey byrja løturnar spakuliga, og so koma børnini uppí so líðandi, alt eftir, hvar tey eru menningarliga. Hvønn dag byrja og enda tey við sama sangi, fáa frukt og hava rørsluløtu, har sansir og grundrørslur verða stimbrað. Eisini eru tey úti og spæla hvønn dag, ella tey brúka nærumhvørvið í bygdini, har tey vitja somu støðini aftur og aftur, tí børnini trívast best við endurtøkum.

Eisini vístu tær á, at tá ið tey skipa kreativt virksemi, er umráðandi, at tilgongdin er í hásæti, og ikki úrslitið. Sostatt er ætlanin, at børnini sleppa at hugsavna seg í tilgongdini. Kemur nakað ítøkiligt burturúr, ber til at heingja verkið upp.

- Tí sjálvandi eru børnini errin av tí, sum tey hava gjørt, siga tær.

 

Arbeiða miðvíst við námsætlanini

Sum áður nevnt, leggja starvsfólkini seg eftir at arbeiða miðvíst fakliga, eitt nú við at greiða frá, hví tey arbeiða, sum tey gera. Tí er umráðandi, at tey hava eina námsætlan at styðja seg til. Gerandisdagurin við fokus á námsætlanina var heitið á framløguni hjá dagstovninum Sólareygað í Havn, har Súsanna og Miriann frá Glæmuni løgdu fram. Tær lýstu veggin í ganginum í stovninum, sum er prýddur við einum stórum træi, har námsætlanin stendur skrivað á. Hetta fyri at hon verður sjónlig fyri foreldur og onnur, sum varða av børnunum.

Námsætlanin hevur seks yvirskipað fokusøki, sum tey arbeiða við tveir mánaðir í senn gjøgnum árið. Tó eru kroppur og rørsla aktuell árið runt. Á litføgru bløðunum á trænum eru orðað ítøkilig átøk, sum geva íblástur til arbeiðið við børnunum. Eitt nú at læra seg útlendskar sangir, at arbeiða við teknum til talu, ella at seta orð á, hvussu ting følast o.l. Alt slíkt, sum tey avvarðandi eisini kunnu brúka heima við hús.

Umframt at bløðini kunnu geva íblástur til arbeiðið við námsætlanunum, vístu tær eisini nakrar lamineraðar blómur við teksti á, sum skulu minna um týdningin av støðum og málsligum tilviti í arbeiðinum við børnunum. Til dømis ‘Tá ið tú lesur fyri mær’, ‘Tá ið tú letur meg í og úr’, ella ‘Tá ið vit sita til borðs’. Eisini hesi eru hent amboð, bæði hjá starvsfólkum og foreldrum.

- Vit eru samdar um námsfrøðiligu leiðina og eru greiðar um tað, sum vit vilja. Vit hava arbeitt so leingi saman, at stovan fungerar væl. Tað er umráðandi fyri børnini, at tey vaksnu eru á einum máli um leiðina, søgdu tær.

 

Øll børn hava rætt til mál

Vøggustovubørn eru vanliga umleið ársgomul, tá ið tey byrja á stovni. Tí fyllir málmenning nógv fyrstu liviárini. Allar vøggurstovurnar arbeiða miðvíst við málmenning og hava skipaðar sangløtur hvønn dag, har orð og mál verða ment við ymsum midlum. Og allar arbeiða tær við søgum og sangum, rímum, ramsum, tvætliorðum og truplum orðum. Syngja útlendskar sangir, og sangir, sum skifta eftir árstíðunum.

Stovurnar greiddu frá um ymisk háttaløg og amboð, sum tey brúka í sambandi við málmenning. Nógv tað mesta er slíkt, sum tey sjálvi hava framleitt, har børnini kunnu velja lutir ella myndir, sum umboða ymiskar sangir, úr einum kufferti, eskju, bakka ella úr einum toyposa. At lata eitt barn velja sjálvt, kann taka tíð; men hendan løtan, tá ið barnið umhugsar valið, er gevandi, tí hvat fer fram inni í lítla høvdinum, tá ið barnið skal velja sær ein sang? Og so lærdómurin av at muga bíða, ella ikki at fáa sítt ynski uppfylt, tað er alt ein partur av løtuni.

At lata eina handskadukku luttaka, gevur eisini eina øðrvísi tilgongd til málið, av tí at børnini tosa við ein ímyndaðan triðjapersón, og verða sostatt bjóðað av á annan hátt.

 

Hugaligt var at síggja slitnastu Barnasangbókina í landinum – tí ein slitin bók, er ein væl brúkt bók.

 

Sangurin savnar og stimbrar

Frá vøggustovuni á Argjum greiddu tær báðar Eyð og Jóhanna frá, undir heitinum Sangløtan sum málmenningaramboð, at tey hava serligt fokus á málmenning sum amboð hjá teimum børnum, sum hava avbjóðingar við hoyrnini og/ella at orða seg. Her kemur Karlstad-háttalagið væl við, tí, sum tær søgdu, so hava øll børn rætt til at læra, brúka og menna málið.

- Rætturin hjá tí eina, er ábyrgdin hjá hinum.

Oyrabørn hava ofta ilt við at orða seg. Um barnið ikki dugir at siga T, so syngja tey sangir við T, men barnið veit tað ikki, og verður ikki útstillað.

Starvsfólkini á stovninum skiftast um at hava sangløtuna, tí tær eru so ymiskar. Hetta fyri at øll børnini skulu fáa okkurt burturúr.

- Vit síggja eisini ymiskt, tá ið vit skipa fyri, og tá ið vit sita millum børnini. Har royna vit eisini at eygleiða sambandið millum børnini, til dømis eygnasambandið og samskiftið teirra millum. Tað hevur alt stóran týdning fyri felagsskapin, søgdu tær.

Umrøtt varð eisini, at tørvur er á nýggjari og hóskandi tilfari á føroyskum til børn í vøggustovualdri. Dygdartilfar, framleitt av serfrøðingum, sum vita júst, hvat hóskar til menningarstig og málsligar avbjóðingar. Til dømis spøl við orðum, sum málgranskarar ella tali/hoyripedagogar framleiða til at menna ymisk ljóð í rættari raðfylgju.

 

Tøva og dunnast

Kroppur og rørsla er natúrligur partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í vøggustovunum. Sansastimbran ávirkar persónligu menningina og sjálvbjargni barnanna.

Eitt er virkið útilív, men tað ber eisini til at geva børnunum stimbrandi avbjóðingar innandura. Í Sellini á Skála greiddu tær báðar, Olina og Lydia, frá, hvussu tey brúka madrassur, pútur og rimar, har tey gera banar, so børnini kunnu læra balansu og at ganga. Eisini arbeiða tey miðvíst við sansastimbran, millum annað at hava fótabað og spæla við vatn á vesinum; at dunnast rópa tey tað. Við smábørnum ber eisini til at svansa við øðrum, sum stimbrar, til dømis at tøva ull, spæla við modellervoks og at mála fingramáling.

 

Tol og tíð

Sum nevnt er fokus á kropp og rørslu eisini ein spurningur um, at børnini gerast meira sjálvbjargin. Fáa treysti til sín sjálvs. Hetta orða tær væl í Glæmuni.

- At børnini skulu sleppa at royna seg sjálvi, at stríðast, kom ovast á breddan hjá okkum, eftir at vit fingu motorikkvegleiðarar at greiða frá um týdningin av tí. Tað motiverar okkum, ikki minst tí at vit fáa góðar eftirmetingar eisini, til dømis tá ið børnini eru farin í skúla, siga tær úr Glæmuni.

- Vit ynskja at skapa rúm og tíð til, at børnini megna sjálvi, siga tær.

Har er eitt nú førleikin at lata seg í og úr, tá bert nøkur fá børn fara út í gardarobuna í senn, við einum vaksnum, at lata seg í. So fáa tey ta rúmd, sum teimum tørvar.

– Tey sleppa at stríðast, og vit taka tað tíð, tað tekur, at læra tingini. Umaftur og umaftur, hvønn dag. Sjálvi at hála húgvuna av, finna egna gardarobu – alt eftir førimuni.

Eisini eru tey í fimleikarhøllini Fimi eina ferð um vikuna, har tey eisini ganga til og frá busssteðgistaðnum. Eisini har verða børnini eggjað til at klára tað sjálvi, hóast tey eru smá.

 

Tað er gott at stríðast

Hetta við sjálvbjargni er sostatt innlimað í allar mannagongdir. Tá ið børnini fara til borðs, sjálvi hála stólin yvir, klintra upp og leggja matkassan í kassan á gólvinum. Og í sambandi við blæuskiftið, sum annars gongur skjótt fyri seg, so klintra børnini sjálvi upp, um tey hava aldurin. Eldru børnini hjálpa sjálvi til og eru partur av prosessini allan vegin. Tað gevur teimum eina góða kropsfatan, sjálvkenslu og áræði at fara í gongd sjálvi.

- Man sær tað í eygunum á teimum, tá ið tey sigra, siga tær.

Sami hugburður ger seg galdandi í garðinum, har tey eisini eggja børnunum til at klára tingini sjálvi, eftir førimuni, sjálvandi.

- Ofta deila vit okkum upp, starvsfólkini, tí vit arbeiða alla tíðina tilvitað við kroppinum; ikki at leiða børnini ov nógv, til dømis eftir ósløttum lendi. Ikki altíð at renna beint yvir, tá ið eitt barn koppar, men at eggja teimum til sjálvi at koma upp aftur.

Tí, sum tær søgdu frá stovuni Glæman í Sólareygað:

- Tað er sunt at stríðast.

Eisini fortelja tær, at tey nýggju foreldrini ofta skulu skunda sær til arbeiðis, og tí ikki hugsa um týdningin av, at børnini sjálvi sleppa framat.

- Tá kunnu vit gott finna upp á at biðja tey um at fara heimanífrá fimm minuttir fyrr, so børnini sjálvi sleppa at royna seg, tá ið tey koma.

 

Útilív er góðalív

Eitt, sum vøggustovurnar allar brúka nógv, eru afturvendandi stuttir túrar í nærumhvørvinum. Tað gevur møguleikar fyri endurtøkum, og er samstundis stimbrandi bæði fyri sinn og skinn - sál og mál. Fjølbroytta nattúran er ein gáva í somáta, við heyggjum og hellum, har børnini kunnu stetla og klintra í tryggum umhvørvi.

Onkur stova brúkar vogn, meðan onnur velja vognin frá, so børnini sleppa at ganga sjálvi teir stuttu túrarnar í nærumhvørvinum, har tey fáa brúkt kroppin.

- Vit fara ikki túr fyri okkara skyld, men fyri børnini.

Í Sellini á Skála eru tey eisini úti hvønn dag. Oftast stuttar túrar í nærumhvørvinum, har tey fáa nógv inntrykk og upplivingar úr tí trygga og kenda. Í ójavna lendinum kunnu børnini ganga frítt, kasta steinar, heilsa upp á hønurnar, ella fara oman í fjørðuna, lúra inn í neystini, og fáa nýggjar sansaligar upplivingar.

Málsliga er útilívið eisini eitt gullnám.

- Allatíð ber til at práta um, hvat vit hoyra og síggja, tosa um staðarnøvn, áirnar á vegnum, so vit bæði stimbra málið, og fáa vitan um náttúruna og nærumhvørvið, siga tær. 

 

Talgilt samskifti

Tiltakið á Skála endaði við einum dialogi um samskiftið við foreldrini; um tað analoga og talgilda í hesum sambandi. Foreldragluggin, dokumentatión, myndatøka og praktisk kunning. Hvat skal fara fram hvar og hvussu?

Í Sellini á Skála raðfesta tey smáu gerandissamrøðurnar í sambandi við “hey og bei”.

- Starvsfólkini eru røsk at tosa við foreldrini. Smalltalk er sunt fyri at fáa góða relatiónir við foreldrini, siga tær.  

Eisini skriva tey á talvuna, hvat tey hava gjørt, tí tað halda tær vera meira persónligt enn at senda boð og myndir út talgilt. Og hetta eru foreldrini glað fyri, siga tær, hóast tær eisini síggja fyrimunir við foreldraglugganum, sum kann vera fínur til kunning, myndir og smáar filmar.

Í hesum sambandi var onkur sum helt, at tað tekur tíð frá børnunum at ganga og taka myndir, tí man skal helst taka myndir av øllum børnum.

Onkur annar stovnur heingir myndir upp í gongini til foreldur OG børn at síggja. Tí børnini síggja ikki talgilda tilfarið.

- Tað er ein andsøgn, at biðja foreldrini hyggja í skerm, tí vit mæla teimum samstundis frá at hyggja í skerm, lat í einari.

Til ein endaði við at staðfesta, at:

- Sum regul skal man runt, fyri at koma aftur á rætt.

 

Og tá kom undirritaða at hugsa um gamla danska orðafellið um barnarøkt:

Børn skal have ro, renlighed og regelmæssighed. Óivað er nakað um tað!

Rigmor Restorff Dam (1971), starvast dagliga sum politiskur ráðgevi og høvundur. Er útbúgvin lærari og søgufrøðingur. Fyrrverandi ting- og landsstýriskvinna.

 

Barnahúsið Sellin á Skála

Vøggustovunámsfrøði

Olina Høj Poulsen, útbúgvin í 2024.

Lydia á Roykheyggi, hjálparfólk.

 

Dagstovnurin á Argjum

Sangløtan sum málmenningaramboð

Eyð Tórhalsdóttir, útbúgvin í 2009

Jóhanna á Rógvi, útbúgvin í 2001

 

Dagstovnurin Sólareygað í Havn

Gerandisdagurin við fokus á námsætlanini

Súsanna Eliassen, útbúgvin í 2003

Miriann Poulsen, útbúgvin í 2011

 

Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík

Gagnnýt smáu løturnar

Bjørg Lützen útbúgvin í 2010

Guðrun Eikhólm, hjálparfólk.

 

 

Dagstovnanámsfrøði í Føroyum er ein fakligur áhugabólkur hjá Føroya Pedagogfelag. Endamálið við bólkinum er at birta uppundir samrøður/kjak um dagstovnanámsfrøði millum limir og í samfelagnum annars.

--

Fleiri myndir.