Fakdagur um sálarligt arbeiðsumhvørvi .
Fakfelagssamstarvið hevur í rúma tíð arbeitt við at gera politikarar varugar við, at tørvur er á lógarverki um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Í gjár boðaði Margit Stórá, landstýriskvinna í umhvørvismálum frá, at kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi varð lýst. Kunngerðin kann lesast her: https://www.umhvorvi.fo/fo/kunning/tidindi/kunngerd-um-gott-salarligt-arbeidsumhvoervi-lyst
Í Samband við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, ynskja vit í Føroya Pedagogfelag at varpa ljós á sálarligar arbeiðsumstøður á øllum námsfrøðiliga økinum, á stórum fakdegi, sum verður fyri øllum okkara limum.
Fakdagurin verður 10 oktober í ár, so tit kunnu seta kross í kalendaran - høvi er at brúka ráðleggingardagin til hetta týdningarmikla evni.
Vit hava fingið norðmannin Per Isdal heim at halda fyrilestur. Per Isdal er sálarfrøðingur, og hevur í mong ár arbeitt við menniskjum, ið hava framt ógvusligan harðskap.
Per er frálíkur frásøgumaður, og greiðir við varma og humori frá sínum arbeiðsroyndum, og hvussu hetta sleit hann upp, soleiðis at hann sjálvur brádliga stóð mitt í lívinum við sálarligum avbjóðingum - arbeiðið hevði tært hann upp, hann gjørdist depressivur og bleiv sjúkraskrivaður í longri tíð. Arbeiðsgleðin svann, og hann mátti fáa hjálp til at taka sær av sær sjálvum. Á ferðini ígjøgnum arbeiðslívið kom Per fram til, at vit eiga at fremja eginumsorgan og brúka amboð til at fyribyrgja umsorganarmøði og tí at blíva útbrend. Vit mugu ansa betur eftir okkum sjálvum, og okkara starvsfelagum. Øll eiga vit ábyrgd; arbeiðsgevari, leiðsla og ein sjálvur. At arbeiða við at hjálpa øðrum er gevandi, men samstundis er tað eisini slítandi. Í 2018 gav Per Isdal út bókina Medfølelsens pris, sum vit viðmæla øllum at lesa.
Endalig skrá fyri dagin kemur einaferð í august, men yvirskipað fara vit at viðgera týdningin av at skapa eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, bæði við teori og við úrslitum frá kanningum.