Social educators change lives – ella: Við námsfrøði skapa vit eitt samfelag, har menniskju trívast og mennast.
Herfyri luttóku vit, nevnd og umsiting í Føroya Pedagogfelag, á stórari altjóða kongress hjá AIEJI. Kongressin varð hildin í Keypmannahavn 19. – 22. mai. Gunnvá Akraberg Hansen, nevndarlimur, og Sanna á Løgmansbø, forkvinna skriva.
AIEJI er altjóða felagsskapur fyri sosialpedagogar og starvsfólk, sum arbeiða innan sosialpedagogiska økið. 600 luttakarar umboðandi 32 lond luttóku, og tí vóru flestu fyrilestrar og verkstovur á enskum.
Høvuðsfyrilestrahaldararnir vóru øll sera kend nøvn, m.a. Susan Hart, sum tosaði um týdningin av tryggum relatiónum og resiliens ella mótstøðuføri; Mark Fredo, sum tók støðið í tí, at hjálpa menniskjum at finna kelduna til egna styrki, og soleiðis byggja mótstøðuføri upp í tryggum og empatiskum relatiónum; og Per Isdal, sum tosaði um týdningin av at taka hond um okkara egnu sálarheilsu í einum arbeiði, sum mangan kann tyngja okkum, sum umsorganarstarvsfólk. Harafturat vóru sera áhugaverdar framløgur frá Marie Louise Stochholm um relatiónførleika, og frá Janne Østergaard Hagelquist um mentalisering.
At enda var sera kendi og áhugaverdi professarin Andrew McDonnell, sum hevur ment ástøðið um “low arousal”, sum er væl kent, eisini her heima hjá okkum. Andrew legði dent á týdningin av at fyribyrgja upptrappandi atburði, soleiðis at børn og borgarar, og vit sjálvi, sum starvsfólk, ikki koma í truplar støður. Hann sigur, at hetta gera vit best, við at niðurlaga krøv og reglur til menniskju, sum eru í trauma, ella sum eru somikið strongd, at tey ikki megna at handla eftir vanligum leiðreglum. Heldur eiga vit at hugsa út um vanligu karmarnar, og broyta ella tillaga rammur og reglur, soleiðis at tey menniskju, vit arbeiða við, fáa størri rásarúm, bæði í fysiskum og í sálarligum høpi. Á hendan hátt kunnu vit fyribyrgja harðskapi og tvangsstøðum í okkara arbeiði, sigur Andrew m.a. Tíverri hendir tað viðhvørt, at vit gera tað øvugta, tá ið vit skapa struktur og rammur rundan um tað námsfrøðiliga arbeiði. Vit seta mangan størri krøv og gera fleiri reglur fyri tey, sum megna minst at liva upp til krøv og reglur, tí vit halda, at soleiðis fáa vit besta úrslitið. Hetta er ein púra menniskjaligur háttur at handfara truplar støður, men Andrew sigur, at svarið, lekingin, menningin ella broytingin fyri barnið ella borgaran liggur í, at vit tora at sleppa hesari fatan, og tora at hugsa aðrar, kanska nakað kontroversiellar og annarleiðis loysnir. Eftir hansara tykki koma stjørnuløturnar, tá ið vit brúka okkara relatiónsførleika við empati og “compassion” fyri hinum menniskjanum. Vit eru amboðið og Andrew sigur: “tit vita, við tykkara fakligheit í rygginum, intuitivt hvat tit skulu gera. Gerið tað, og gerið so eitt sindur afturat”.
Sosialpedaogikkur tvørtur um landamørk – hví tað?
At koma saman á hendan hátt, at luttaka á slíkari stórfingnari kongress; at deila vitan um sosialpedagogikk, ella “social education”, sum varð brúkt á enskum, og um tað, sum rørir seg kring heimin innan sosialpedagogiska arbeiðsøkið, er fyrst og fremst sera spennandi og upplýsandi, men tað er sanniliga eisini neyðugt. Kjarnuuppgávan hjá okkum, sum arbeiða við sosialpedagogikki, er í stóran mun at kveikja og motivera, soleiðis at menniskju, ið hava tørv á sosialpedagogiskum fyriskipanum, verða vitaliserað og stimbrað til at finna orku og styrki innan í sær sjálvum, fyri at mennast sum menniskju. Felagsnevnarin tvørtur um landamørkini er, at við dygdargóðum sosialpedagogikki kann barnið ella borgarin virkað í kørmum, ið eru fremjandi og mennandi fyri tann einstaka. Fortreytir og umstøður eru sera ymiskar frá landi til land; stórur munur er á, hvørjar liviumstøðurnar eru fyri barnið ella borgaran í Føroyum, og so t.d barnið ella borgaran í Suðurameriku. Men grundhugsanin er tann sama; øll hava vit rættindir til eitt virðiligt lív, til at kunna virka og luttaka í einum demokratiskum heimi, og øll hava vit førleikar til at kunna mennast sum týdningarmiklir borgarar, við evnum og førleikum at gera nakað týdningarmikið fyri okkara samfelag. Summi okkara hava bara tørv á eini hjálpandi hond, og her eru sosialpedagogisku virðini týdningarmikil.
Høvuðstema og yvirskrift á kongressini var sum nevnt “Social educators change lives” og reyði tráðurin í fyrilestrunum og á ymsu framløgunum var hetta, at hoyra til, at kenna seg tryggan, og at verða partur av góðum, sunnum og styrkjandi relatiónum. Um relatiónsførleikan sum týðandi amboð í pedagogiskum arbeiði, og um evnini at mentalisera, soleiðis at vit geva rúm fyri upplivaða lívinum og støðuni hjá øðrum, og fyri at skapa størri møguleika fyri leking og broyting. Eisini varð sjóneyka sett á týdningin av at ansa eftir okkum sjálvum, sum umsorganarstarvsfólk og at fyribyrgja trauma, “mental load” og “burn out”. At vit, bæði sum starvsfólk OG arbeiðsgevarar, eiga at hava okkara egnu sálarheilsu fyri eyga – at vit skulu hava “compassion” og eginumsorgan við í okkara arbeiði. Eru vit útbrend og troytt, tá nytta vit lítið sum umsorganar- og sosialpedagogisk starvsfólk.
Alt í alt kunnu vit staðfesta, at reyði tráðurin var sera týðuligur og at vit ongantíð kunnu raðfesta og virðismeta góða, fakliga sosialpedagogiska arbeiðið nóg nógv! Tað hevur avgerandi týdning, bæði fyri menniskju og samfelag, at sosialpedagogiska arbeiðið verður grundað á fakliga og granskingargrundaða vitan.
Sosialpedagogikkur í norðurlendskum høpi og í Føroyum
Nakað, sum vit festu okkum við á kongressini var, at námsfrøðiligu grundvirðini og barna- og menniskjaáskoðanin og námsfrøðiligt arbeiði í øllum Skandinavia sum heild, er sera framkomið og væl ment. Vit í norðanlondum hava í fleiri ára tíggjur ment eina hugsjón, sum er grundað á demokratisk virðir; á rættindi, felagskap, samhaldsfesti og førleikar hjá tí einstaka. Soleiðis, sum vit hugsa og virka pedagogikk og pedagogiskt virksemi, er nakað mann í øðrum, minni framkomnum londum øvundar okkum og er hugtikin av. Hetta er nakað, vit eiga at vera errin av og verja og hjúkla um, soleiðis at vit ikki missa týdningarmikla vitan og førleikar. Fatanin av pedagogiskum virksemi, og týdningurin av sosialpedagogiska arbeiðinum í Føroyum er breið og rótfest – vit hava eina góða útbúgvingarskipan á Setrinum; fakliga eru vit væl fyri, bæði á tí almennu pedagogisku leiðini, og á tí sernámsfrøðiligu ella sosialpedagogisku leiðini. Harafturat hava vit eitt væl útbygt vælferðarsamfelag, har grundhugsanin er, at vit taka okkum av hvørjum øðrum. Men alt hetta er í vanda, tí føroyska samfelagið er undir trýsti á ymsan hátt – vit síggja broytingar í strukturellu skipanini; alsamt fleiri hava ilt í lívinum, alsamt fleiri eru einsamøll, alsamt fleiri hava føroyskt sum annað mál, alsamt fleiri liva í vanda fyri fátækraváða. Fakfelagsliga merkja vit, sum fakbólkur, eisini ein ávísan ágang; trupult er at vinna rættin til løn samsvarandi ábyrgd, hóast politiskt ynski sigst vera at fremja batar millum børn og ung, og innan sosialpedagogiska økið sum heild. Fleiri krøv til námsfrøðiligu uppgávurnar merkja, at minni tíð er til sjálva kjarnuuppgávuna. Men tíðina til at útinna arbeiði vil myndugleikin og arbeiðsgevarin helst ikki seta meira pening av til; tíð er peningur, og ikki er nokk av peningi sigst, so kravda arbeiði við fleiri uppgávum skal gerast innan sama tíðarkarm. Hetta er ein áhaldandi kampur, sum vit kempa, ikki bara fyri okkum sjálvi, men fyri at varðveita júst tað, vit eru so errin av – tað góða og gjøgnumførda arbeiði við námsfrøðiligari dygd fyri borgara og samfelag.
Altjóða ráðstevnan hjá AIEJI setti tankarenslið í gongd um alt tað sosialpedagogiska øki í Føroyum – hvussu sær tað í veruleikanum út heima hjá okkum, og hvat gera vit fyri at tryggja dygdargóða sosialpedagogiska arbeiðið?
Almannaverkið – ein týðandi kjarna í Føroyska samfelagnum
1. apríl í ár hevði Almannaverkið 50 ára stovningardag. Almannaverkið, við sínum fimmti árum á baki hevur, ígjøgnum ár og dag, ment skipanir fyri at bøta um lívsgóðsku og lívsførleikar hjá teimum, ið av ymsum ávum hava fingið skerdar førleikar á lívsleiðini, antin við føðing ella við sjúku og skaða. Almannaverkið er vorðið ein týdningarmikil stovnur í Føroyska samfelagnum; ein kjarna av vitan, fakligum førleikum og møguleikum at lyfta og fremja batar í lívinum hjá flestu føroyingum, so ella so. Almannaverkið er størsta apparatið í samfelagnum, harvið fylgir eisini stóra ábyrgdin fyri framhaldandi at menna og syrgja fyri, at tillagingar verða framdar, sum røkka støðugt broytandi tørvinum. Hetta er ein stór og sera ábyrgdarfull uppgáva, sum best kann røkkast, eru politikarar við í gongdini, og vísa hesum vælferðarapparati vælvild. Føroyska vælferðarsamfelagið er tætt tengt at teimum møguleikum, Almannaverkið kann veita. Hetta mugu og skulu vit hjúkla um.
Føroya Pedagogfelag man vera tað fakfelag, ið eigur flestar limir, ið starvast innan Almannaverkið. Sosialpedagogiska økið í Føroyum er væl ment, serliga innan menningartarn og svera autismu. Vit eiga fleiri sera dygdargóðar stovnar í landinum, har fólk við ymsum avbjóðingum liva og virka.
Tíverri er tørvurin millum borgarar broyttur nógv seinastu árini, og her hava vit ikki megnað at fylgt nóg væl við. Vit vita øll, at alsamt fleiri av okkara ungu hava tað trupult, at autismu- og ADHD diagnosurnar økjast, og at alt ov fá tilboð eru til hesar málbólkar í Føroyum. Harafturat økist trýstið á forsorgarøkið eisini spakuliga. Vit hoyra dagliga um ung fólk, ið ikki megna vanligt skúlatilboð, um skúlaaftrarar og um ung, sum sita einsamøll heima, púra avskorin frá felagsskapum. Hesi stríðast m.a. við sosialar avbjóðingar ella angist og fáa einki tilboð, tí vit hava ikki pening ella starvsfólk til uppgávuna. Foreldur kenna seg sperd og síggja ongar møguleikar; tey orka ikki at rópa um hjálp. Okkum tørvar viðgerðartilboð, skúlatilboð, frítíðartilboð og bútilboð til hesar málbólkar. Skulu vit fyribyrgja, at sosialpedagogiska økið tyngist, so skulu tøk takast nú, og sosialpedagogiski fakkunnleikin hevur avgerandi týdning fyri, hvørt hetta kemur at eydnast.
Visiónin og framtíðin – at seta sosialpedagogikk á breddan – sosialpedagogiska ráðið
Eitt av fyrstu átøkunum nýggja nevndin setti sum mál, var at stinga út í kortið nýggja strategi fyri felagið. Vit høvdu ynski um at blíva meira sjónlig, og at seta størri fokus á sjálvan fakkunnleikan og námsfrøðina. Ein liður í hesi gongd er m.a. at skipa ráðini undir felagnum av nýggjum og í næstum fara vit at seta eitt sosialpedagogiskt ráð, hvørs uppgáva, saman við nevndini, verður at seta sjóneykuna á alt tað sernámsfrøðiliga og sosialpedagogiska øki í Føroyum. Vit ynskja at vekja røddirnar hjá teimum, sum dagliga eru um børn og borgarar, ið av ymsum áum hava skerdar førleikar, og tí eisini skerdar møguleikar at virka í okkara samfelag. Um vit, sum eru um hesi menniskju dagliga, ikki eru ambassadørar og rópa varskó í mun til rættindi og karmar hjá hesum samfelagsbólki, so tagnar rødd teirra heilt burtur. Eftir okkara tykki eru røddirnar tíverri vorðnar alt ov veikar, kanska tí umsorganarmøðin er ov stór og tyngjandi og orka er ikki til at siga frá í eini skipan, ið er stýrd av stórari fyrisiting, regluverki og stirvnum mannagongdum.
Sosialpedagogiska ráðið skal virka fyri, at økið verður umboðað, at hava fingurin á pulsinum og upplýsa um tað, sum rørir seg á økinum. At skipa fyri tiltøkum, ið í høvuðsheitum snúgva seg um sosialpedagogikk í Føroyum. Við sosialpedagogiska ráðnum ynskja vit at seta fokus á rættindi og møguleikar hjá teimum, sum eru tengd at sosialpedagogiskum fyriskipanum. Vit mugu krevja fakligheit og dygd, og vit mugu krevja, at hesi menniskju fáa virðiligar sømdir í okkara samfelag. Eisini ynskja vit at tryggja fakkunnleikan og betra um arbeiðsumstøður hjá okkara limum, sum starvast á økinum. Sosialpedagogiska ráðið verður skipað við næsta aðalfund.
Í nýggju strategiini hjá Føroya Pedagogfelag leggja vit áherðslu á, at námsfrøðin er okkara kjarnuuppgáva. Okkara visión er, at vit við námsfrøði koma at skapa eitt betri samfelag, har eisini hesin málbólkurin kann trívast og mennast. Sosialpedagogikkur kann broyta lív og við sosialpedagogikkinum í miðdepli, kunnu menniskju við skerdum førleikum blóma.
Alt í alt kunnu vit staðfesta, at yvirskriftin og heitið fyri altjóða kongressina hjá AIEJI – social educators change lives - sampakkar sera væl við okkara egnu strategi. Á altjóða støði eru vit væl við – vit vita, at við námsfrøði kunnu vit skapa eitt samfelag, har menniskju trívast og mennast.