Vælkomin í frítíðarskúla!.
Frítíðarskúlin – ein týdningarmikil partur av barnalívinum
So er summarið av, fyrsti heystardagur er farin framvið og gerandisdagurin er so smátt við at líkjast sær sjálvum aftur. Tey flestu av okkum vaksnu hava notið at hava frí frá arbeiði, og tey flestu børnini hava eisini fingið ein tiltrongdan steðg frá dagstovni og skúla. Týdningurin av hesum má ikki undirmetast. Vit eiga og skulu hava feriu, tí vit hava brúk fyri tí.
Tá ið børnini byrja í skúla, byrjar ein nýggjur kappitul og gerandisdagurin er øðrvísi enn frammanundan. Men fyri tey allarflestu børnini er hetta ikki einasta broytingin, tí nú skulu tey eisini venja seg við eitt nýtt stað– frítíðarskúlan.
Hóast vit ofta tosa nógv um skúlan og barnagarðin, verður frítíðarskúlin mangan gloymdur í kjakinum. Tað er í frítíðarskúlanum, at børnini gera sær nógvar av teimum heilt týdningarmiklu royndunum í barnalívinum. Frítíðarskúlin er ikki bara eitt stað, har barnið fer aftaná skúlatíð. Frítíðarskúlin er ein felagsskapur, har børnini fáa møguleika at menna seg sosialt, at skapa vinarbond, og gera sær lívsroyndir. Tey sleppa at hava meiri ávirkan og eru harvið við til at skapa teirra frítíð sjálvi. Hetta ger frítíðarskúlan til eitt serligt stað– og eitt stað, sum eigur at fáa nógv meiri umrøðu og viðurkenning, enn tað fær í dag.
Sosial læring og vinarbond
Tað, sum millum annað ger frítíðarskúlan heilt serligan, er tann sosiala læringin. Í frítíðarskúlanum eru hugtøk sum spæl, vinarbond, samskifti, felagsskapur og samstarv lyklaorð. Í spælinum læra børnini at loysa ósemjur, at deila, at vísa umsorgan og at taka ábyrgd. Tað kann vera ein barnabólkur, sum byggir eitt stórt legohús, men øll vilja byggja á ymiskan hátt. Tá mugu tey tosa saman, finna loysnir og koma ásamt um eina loysn. Ella tað kann vera eitt barn, sum ikki er við í spælinum, men so kann eitt annað barn biðja barnið koma uppí. Smáar støður, sum hesar hvønn dag, men sum í roynd og veru eru venjingar í sosialum førleika. Hetta eru førleikar, sum eru minst líka týdningarmiklir, sum fakligir førleikar.
Man kann næstan siga, at frítíðarskúlin er eitt stað, har børnini dagliga venja seg at vera partur av einum felagsskapi, og gera seg tilreiðar at blíva ábyrgdarfullir samfelagsborgarar.
Demokrati og sjálvræði
Ein annar týdningarmikil partur av frítíðarskúlalívinum er, at børnini fáa størri ræði á egnum lívi. Tey sleppa sjálvi at velja, hvat spæl tey vilja spæla, hvat virksemi tey tíma, um tey vilja vera úti ella inni, um tey vilja tekna, spæla fótbólt ella seta seg við einari bók og eisini, hvørjum tey vilja vera saman við.
Fleiri frítíðarskúlar eru skipaðir við verkstovum, sum børnini flyta ímillum, meðan tey eru har. Alt hetta er í roynd og veru at gera sær royndir við demokrati og sjálvavgerðarrætti. Onkuntíð verður skipað fyri barnafundum, har tey fáa høvi at koma til orðanna og siga, hvat tey kunnu hugsa sær– skal tað vera ein útferð, ein filmur ella onkur kapping? Hesi valini kunnu tykjast smá í okkara eygum, men fyri børnini merkir tað nógv at fáa ávirkan og at uppliva, at teirra meining hevur týdning. Tá ið vit geva børnunum møguleikan at velja, so vísa vit teimum eisini álit. Sum so aftur styrkir teirra egna sjálvsálit, og tey læra at taka ábyrgd.
Dagliga virksemi og menning
Gerandisdagurin í einum frítíðarskúla er fjølbroyttur. Tað kann vera alt frá fríum spæli úti á vøllinum, til skipaðar verkstovur, har børnini kunnu vera skapandi, baka, spæla tónleik ella okkurt heilt annað.
Her síggja vit eisini, hvussu ymisk børnini eru og hvørjar styrkir tey hava. Summi eru sterk í kropsligum spæli, onnur hava góð evni innan list og tað at vera skapandi, meðan onnur eru góð at fáa øll at spæla saman. Frítíðarskúlin gevur rúm fyri øllum hesum og stuðlar undir, at øll børn skulu merkja at tey hoyra til felagsskapin.
Eitt dømi úr frítíðarskúlanum, har eg sjálv arbeiði er, at vit hava eitt køksfólk, sum ger millummála til øll børnini. Hetta er ikki bara ein køkur, men eisini ein verkstova, har børnini eru við at gera matin. Hetta tíma børnini sera væl, men av tí, at tað bert kunnu vera 4 børn í senn, so mugu børnini fyrst skriva seg upp á listan, sum altíð er langur. Tað vil siga, at børnini ofta mugu bíða nakrar dagar, áðrenn tað verður teirra túrur. Tá ið tað er teirra túrur, læra tey um reinføri, at gera matin kláran; og tað inniber alt frá at skera frukt og grønmeti til at læra at fylgja einari uppskrift, at elta bollar, at deilast um amboðini og til at servera matin. Alt hetta er læring í praksis – bæði í samstarvi, ábyrgd og í praktiskum førleikum.
Leikluturin hjá starvsfólkunum
Eg plagi at siga, at um tú søkir eitt starv í einum frítíðarskúla, so finnur tú skjótt útav, um hetta er nakað fyri teg ella ikki. Tað kann til tíðir tykjast sera rokaligt og tilvildarligt, og tú má kunna umstilla teg og lofta øllum hugskotunum, sum børnini koma við. Men um tú tímir tað, so vísir tað seg, at fólk vera verandi, tí tað er so stuttligt og gevandi, og ongin dagur er líka. Tað eru starvsfólkini, sum skapa karmarnar og geva børnunum møguleikar fyri, at tað tey kunnu hugsa sær verður veruleiki. So leingi sum tað er trygt, ber næstan alt til. Sum starvsfólk gongur tú viðsíðuna av barninum og vegleiðir, tá ið tørvur er á tí. Starvsfólkini hjálpa børnunum at seta orð á kenslur: “Hvussu følir tú teg, tá tú ikki sleppur at vera við í spælinum?” ella “Hvussu kunnu vit loysa hesa ósemjuna?”. Slíkir spurningar gera, at børnini læra at seta orð á tað, sum tey uppliva, og at finna loysnir saman.
Ein týðandi partur av barnalívinum
Tað er týdningarmikið, at vit sum samfelag geva frítíðarskúlanum størri ans og fortelja um týdningin av frítíðarskúlalívinum. Vit mugu seta orð á, hvat hendir har, hvat børnini læra og hvussu stóran týdning frítíðarskúlin hevur fyri menningina hjá barninum. Hetta er ikki bara eitt stað, har børnini fara, tá ið skúladagurin endar– tað er ein partur av barnalívinum, sum hevur stóran týdning fyri framtíðina. Frítíðarskúlin er eitt stað, har børnini veruliga sleppa at royna seg í at gerast meira sjálvbjargin, at taka avgerðir um egið lív, at læra at vera í størri felagsskapi, at vísa tolsemi og at skapa sosialar relatiónir. Eitt stað, har børnini virka og vaksa. Og tað er ein søga, vit skulu fortelja nógv oftari.
Hví er frítíðarskúlin týdningarmikil? • Ein felagsskapur at vaksa í • Sosial menning– børnini læra at spæla saman, deila, loysa ósemjur og vísa umsorgan. • Vinarbond– Børnini hava tíð og rúm at knýta vinarbond, sum kunnu vara alt lívið. • Sjálvræði– Børnini sleppa at velja og vera við í avgerðum, og starvsfólk geva børnunum størri ábyrgd, sum skapar álit • Demokrati – Børnini sleppa til orðanna og koma við ynskjum um virksemi. Tey venja seg við at tosa saman, taka felags avgerðir og finna loysnir. • Fjølbroytt virksemi– alt frá fríum spæli til skapandi verkstovur, rørslu og útferðir. |