Búmerkið hjá felagnum
02. okt. 2025

Eykaðaðalfundurin 1. okt. samtykti keyp av summarhúsi..

Mikudagin 1. okt. varð skipað fyri eykaaðalfundi í Føroya Pedagogfelag.
Nevndin legði uppskot fram um keyp av summarhúsi í Mikladali.
Talan er um eitt summarhús, bygt í 2024. Húsið er bygt sum heilárshús og hevur pláss fyri 6 sovandi. Húsið verður selt við øllum innbúgvi.

36 limir møttu at avgreiða atkvøðu- 26 fyri og 9 ímóti. Sostatt hevur nevndin fingið heimild at arbeiða víðari við keypinum av hugnaligu Bettustovu í Mikladali.

Fleiri myndir.