Búmerkið hjá felagnum
08. okt. 2025

Menna, menta, undirvísa, uppala – kært barn har mange navne.

Í Íslandi hava tey funnið útav, at tað besta fyri barnið er tvørgreinaligt samstarv; at lærarar og námsfrøðingar í felag bjóða inn við sínari fakligheit, og geva børnunum tað, tey hava tørv á, fyri at mennast, bæði bókliga og sum menniskju.

Fyri barnið undir skúlaaldur eitur tilboðið, leikskóli, og er grundað á ECEC (Early Childhood Education and Care). At námsfrøðiliga arbeiðið hevur fingið heitið ECEC hevur professionaliserað arbeiðið, og við hesum javnsett námsfrøðiliga fakið við lærarafakið. Tað áhugaverda við íslendsku skúlaskipanini er, at tey kalla námsfrøðiliga arbeiðið við børnum undir skúlaaldur fyri “education”. Ein orsøk til at hetta ber til í Íslandi, og hví tað gagnar børnunum, er, tí at tey hava nágreinað arbeiðsuppgávurnar hjá fakbólkunum.

So langt eru vit ikki komin í Føroyum. Avbjóðingin her er, at vit framvegis kjakast um hvørt námsfrøðingar “undirvísa”, “uppala” “menna” og/ella “ansa” børnum – og í sama kjaki hoyra vit fólk seta virði á orðið, ið verður brúkt, t.d. hevur orðið, “ansa”, ikki eins stórt virði sum “menna”, tí at at ansa børnum kunnu øll, men tað krevur ávísa vitan at menna børn.

Dagstovnalógin ásetur okkum at menna og menta børn undir skúlaaldur. Men námsfrøðiliga arbeiðið við børnum í skúlaaldri er ikki nágreinað.

Fólkaskúlaráðið hevur sett sær fyri at nágreina arbeiðsuppgávuna hjá námsfrøðingum, ið starvast innan fólkaskúlan. Fyri okkum í Føroya Pedagogfelag eru hetta søtir tónar, tí hetta er alneyðugt. Tað undrunarsama er, at ongin námsfrøðingur (ella umboð frá Føroya Pedagogfelag) er í hesum ráðnum – so hvør umboðar námsfrøðina og námsfrøðingin í hesum arbeiði? Í meira enn 15 ár hava námsfrøðingar starvast í fólkaskúlanum, og í øll hesi árini hevur man ikki megnað at nágreinað arbeiðsuppgávurnar. Um vit hyggja aftur til Íslands, so hevur man har nágreinað størvini út frá fakligu førleikunum hjá fakbólkunum, tvs. man hevur staðfest munin millum námsfrøðingar og lærarar, og saman hevur man snikkað saman arbeiðsuppgávur, sum leggja áherðsluna á dygdina hjá báðum fakbólkum. Kundi man ikki gjørt tað sama í Føroyum? Eitt er víst, tað hevði gagnað børnunum.

Føroya Pedagogfelag hevur í nógv ár gjørt vart við, at menningartilboðini til føroysk børn eru grundað á tilvild. Barnalívið sum heild, liggur spjatt millum land og kommunur. 29 kommunur í hesum lítla landi, og allar avgera sjálvar, hvussu dagstovnar, frítíðarskúlar og ungdómshús skulu skipast. Og innan fólkaskúlan síggja vit, at leikluturin hjá námsfrøðingum er upp til einstaka skúlastjóran at nágreina.

Barnalógin verður eftir ætlan borin fram í tinginum í hesari setu. Ein barnalóg, ið er sprottin úr stóru barnaverkætlanini, ið skal gera Føroyar til heimsins besta barnaland. Hetta er ein verkætlan við góðum hugskotum og góðum tankum – men ongari ítøkiligari ætlan um, hvør skal fíggja og/ella heimila arbeiðið.

Arbeiðið við at endurskoða dagstovnalógina liggur í ongamanslandi. Nærum øll børn undir skúlaaldur verða ment eftir einari 25 ára gamlari lóg. Lógin, sum lýsti samfelagið fyri 25 árum síðani, kann als ikki lýsa nútíðina. Barnalívið, og tørvurin hjá børnum er broyttur markant, og alt fleiri krøv verða sett starvsfólkum á dagstovnaøkinum. Hví er hetta týdningarmikla arbeiðið steðgað upp, og hví rópar ongin varskó?

Hetta eiga vit at gera betur.

Vit mugu finna eitt felags stev, og fáa lýst, hvussu vit vilja, at barnalívið skal síggja út í Føroyum. Barnaráðstevnan í Norðurlandahúsinum fyrr í ár vísti, at føroysk børn m.a. ynskja sær tryggleika og góðar felagsskapir. Hetta eru ikki høg krøv, tí eiga vit sum samfelag at fáa veitt teimum hetta – tað ræður um vilja til at traðka nýggjar slóðir, og um politiska raðfesting.