Búmerkið hjá felagnum
13. okt. 2025

Arbeiðsumhvørvisráðstevna.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Arbeiðsumhvørvisráðið skipa fyri arbeiðsumhvørvisráðstevnu í Stórhøllini við Tjarnir fríggjadagin tann 31. oktober 2025.

Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at geva íblástur til trygdarumboð, álitisfólk, starvsfólk, leiðslur og onnur, ið hava áhuga fyri arbeiðsumhvørvi.

Skráin fevnir millum annað um kveikjandi fyrilestrar og framløgur um trygdararbeiði, arbeiðsfatan og arbeiðsumhvørvi. Nærri skrá kemur seinni.

Ráðstevnan byrjar kl. 09.00 og endar kl. 16.00. Á døgurða verður ábit.

Luttøka er ókeypis, og tilmeldingarfreistin er mikudagin tann 15. oktober 2025.

Meldast kann til ráðstevnuna á leinkjuni her: 

https://arb.fo/news/175/arbeidsumhvorvisradstevnan-2025