Búmerkið hjá felagnum
17. okt. 2025

Fakdagurin um sálarligt arbeiðsumhvørvi, hjá Føroya Pedagogfelag, eydnaðist sera væl.

Nærum 1100 áhoyrarar - limir í Føroya Pedagogfelag og fólk, ið annars starvast innan náms- ella heilsufrøðiliga økið, savnaðust fríggjadagin 10 okt. til stóran fakligan dag, har sálarliga arbeiðsumhvørvið varð sett á breddan.

10. oktober var Tjarnir karmur um stóran fakdag, sum Føroya Pedagogfelag skipaði fyri.

Endamálið við degnum var at varpa ljós á sálarliga arbeiðsumhvørvi á øllum tí námsfrøðiliga starvsøkinum, eins væl og á øðrum starvsøkjum, har menniskja, umsorgan, trivnaður og heilsa eru í middepli.

Dagurin varð skipaður í samband við, at nýggj kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi kom fyrr í ár.

Landstýriskvinnan í Arbeiðs- og Umhvørvismálum, Margit Sórá, setti dagin við sera góðari røðu. Tað merkist, at hetta evnið hevur stóran týdning fyri hana. 

Høvuðsrøðarin á degnum var nógv eftirspurdi norðmaðurin, Per Isdal, sum er sálarfrøðingur, og hevur arbeitt innan kriminalforsorgina í nógv ár. Per upplivdi, hvussu arbeiðið spakuliga broytti hann sum menniskja - hann misti arbeiðsgleðina, og bleiv sjúkur av sínum arbeiði. Orsøkin var, at hann ikki ansaði eftir sær sjálvum; hann hevði onga mannagongd fyri at taka hond um sína egnu sálarligu heilsu og trivnað. Við eini sannkenning um, at eisini hann hevði tørv á umsorgan, hevur hann ment amboðið, hann nevnir legubálið. Hetta, at sita saman um eitt legubál, nýtir hann sum mynd til hvussu vit, í okkara arbeiði við øðrum menniskjum, mugu skapa eitt rúm, har vit sjálvi hava loyvi at oysa út úr okkara egnu kensluligu upplivingum og søgum. Hetta lættir um, og hjálpir okkum at varveita góða og sunna grundarlagið, vit standa á.

Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, sum hevur granskað og gjørt kanning um kenslulig krøv innan umsorganararbeiði, tosaði um hugtakið compassion, sum er um at vísa umsorgan - og eginumsorgan, í okkara arbeiði, bæði fyri einstaklinginum, men eisini í sjálvum felagsskapinum, sum er karmur um okkara arbeiðslív.

Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, sum hevur kannað arbeiðsumhvørvið hjá m.a námsfrøðingum, knýtti tøl úr kanningini saman við nýggju kunngerðina, og vísti á, at tá tú upplivir, at arbeiði títt gevur meining, og at tú hevur gott samband við leiðara og starvsfelagar, so upplivir tú eisini munandi minni arbeiðsferð, arbeiðsmongd og færri kenslulig krøv. 

Nýggja kunngerðin er kærkomin, og tað hevur sera stóran týdning, at vit fyrihalda okkum til hana, og viðgera hana, soleiðis at hon kemur at fáa rætta virknaðin í dagliga arbeiðslívinum hjá øllum starvsfólkum. Ein kunngerð ger einki í sjálvum sær; tað krevur tilvitað arbeiði, og at vit øll, hvør í sínum lagi taka ábyrgd, at vit samstarva, og gera okkara til, at kunngerðin kemur at virka. 

Arbeiðslívið er langt - vit brúka størsta partin av okkara lívið í tí arbeiði, vit velja til okkara lívsstarv, og tí hevur arbeiðsumhvørvið ein avgerandi týdning fyri, hvussu vit hava tað, sum einstaklingar. Arbeiðslívið er felagskapur, og í felagsskapinum hava vit ábygd hvør av øðrum. Tað krevur dirvi at siga frá, og tað krevur álit millum menniskju at tora at standa fram og at standa við sítt. Við tilvitan, og við at seta orð á, kunnu vit koma langt, men tað krevur sanniliga eisini at vit skapa rúmið, har sálarliga arbeiðsumhvørvi verður sett á breddan, eins náttúrliga og fysiska arbeiðsumhvørvi, ella alt annað, ið vit meta hevur týdning fyri eitt gott arbeiðspláss.

Fjøldin, ið var komin saman hendan illveðursdag, var fjølbroytt - og serliga fegin eru vit um, at fleiri politikarar vóru við. Tað hevur týdning fyri okkum, sum fakfelag, og fyri okkara limir, at politikarar vísa áhuga fyri tí, vit fáast við. Hetta skapar virðing - báðar vegir - og minkar um frástøðuna millum arbeiðstakara og politikara. Væl í tráð við grundleggjandi hugburðin handan gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Harmiligt, at arbeiðsgevaraparturin ikki var umboðaður, tá júst arbeiðsgevarin er tann, ið hevur ein tann størsta leiklutin at fáa skipanir á arbeiðsplássum upp at koyra. Sum fakfelag kunnu vit bara áhaldandi vísa á; og politikarar kunnu hava stórar visjónir og ætlanir, men í seinasta enda er tað arbeiðsgevarin, sum stendur við evstu ábyrgd, og setur í verk. Eitt nú hevur tað avgerandi týdning fyri eitt arbeiðspláss, at leiðslan er væl skúla, og fær rásarúm og nøktandi karmar til at tryggja, at kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi verður hildin. Eitt nú vístu vit á møguleikan at skipa samstarvið millum leiðslu, álitisfólk og trygdarumboð neyvari, tí samstarv millum hesar partar er júst tað, sum kann verða lykilin til at økja og betra um trivnað og sálarheilsu hjá arbeiðstakara, og soleiðis eisini skapa størri trivnað á sjálvum arbeiðsplássinum. Tá fólk trívast og hava tað gott, so geva tey meira av sær sjálvum, tí er hetta eisini ein íløga í arbeiðsplássið, sum heild. At raðfesta gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, og at raðfesta trivnað millum starvsfólk gagnar øllum pørtum - eisini barninum ella borgaranum, sum er tann, ið skal hava ágóðan av tí tænastu, arbeiðsplássi skal veita.

Vit ynskja at takka tykkum øllum, ið luttóku á degnum, og vit vóna, at vit við hesum hava sett gongd í eitt livandi kjak um arbeiðsumhvørvi, um at trívast og hava tað gott í okkara arbeiði, um at vit øll kunnu ansa eftir okkum sjálvum og hvør øðrum, tá tað ræður um at hava eitt gott og sunt arbeiðsumhvørvi, og ikki minst um ábyrgdina av at tryggja, at kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi verður hildin.

Við fakfelagskvøðu

Føroya Pedagogfelag

Fleiri myndir.