Menniskjað fyrst – sosialpedagogikkur í hásæti.
13 og 14 oktober var nevndarfundur í AIEJI - forkvinnan greiðir frá.
Eg havi luttikið á mínum fyrsta nevndarfundi í AIEJI, har eg bleiv vald sum skrivari á altjóða kongressini í mai í ár.
AIEJI, ella International Organization of Workers for troubled Children and Youth, er ein altjóða felagsskapur, hvørs endamál er at varpa ljós á týdningin av sosialpedagogiskum arbeiði og fyriskipanum kring allan heim.
Tað er bæði áhugavert og sera týdningarmikið fyri okkum at vera partur av hesum felagsskapi. At deila vitan og fáa innlit í, hvat rørir seg innan sosialpolitiska økið í allari verðini ger okkum klókari og meira tilvitað um egnar avbjóðingar og møguleikar.
Hóast sera ymsar liviumstøður og mentanir í teimum ymisku luttakandi londunum, so er tað hugtakandi at uppliva, at sosialpedagogikkur og sosialpedagogar kring alla verðina hava eitt í felag: vit síggja menniskjað fram um atburð, diagnosu, sjúku ella sosialan status. Tað er forvitnið um menniskjað og tess møguleikar at menna seg, um tú bara broytir eitthvørt í umhvørvinum, sum menniskjað livir í, sum er drívmegin handan pedagogisku fatanina. Tað er tann menniskjaliga tilgongdin, sum er avgerandi. Tí hevur tað alstóran týdning, at sosialpedagogar sleppa at arbeiða við sosialpedagogiskum arbeiði, hóast hetta í løtuni kostar meira ella krevur størri átøk, serliga frá arbeiðsgevaranum. Men í longdini mugu vit arbeiða við framtíðini í huga. Við at seta menniskjað í miðdepilin, og taka støðið í styrkjum og møguleikum, og við at vísa álit og trúgv á, at øll kunnu okkurt serligt, kunnu vit flyta fjøll. Sosialpedagogikkur broytir lív – sosialpedagogikkur fremur lívsgóðsku.
Í Føroyum eru vit væl ment á sosialpedagogiska økinum, men vit merkja tó eitt trýst á alla skipanina. Serliga hava seinastu árini við starvsfólkatroti, manglandi fakfólkum og ótíðarhóskandi sosialpolitikki økt um strukturellu avbjóðingarnar. Vit hava fleiri og fleiri, sum ikki fáa nøktandi hjálp, vit mangla bú- og viðgerðarstovnar, og arbeiðsumhvørvið á fleiri av landsins stovnum er ikki nøktandi. Hetta hevur sett tankar í gongd um inntriv, vit sum fakfelag kunnu gera fyri at vísa á avbjóðingarnar á økinum, og fyri at tryggja, at sosialpedagogiska økið ikki verður tikið av ræði av øðrum fakbólkum, sum hava til endamáls at røkta og viðgera. Fyri næstu árini hava vit sett hesi 3 mál fyri felagið at røkka:
1. Vit eru í løtuni í gongd við at stovna eitt sosialpedagogiskt ráð undir Føroya Pedagogfelag, hvørs uppgáva verður at arbeiða við at seta sosialpedagogikk á breddan, og hava eyga við, hvat rørir seg, og hvat krevur ábøtur á sosialpedagogiska økinum í Føroyum. Hetta arbeiði er væl ávegis, og verður uppskot lagt fram til næsta aðalfund í 2026.
Samstundis sum vit fara at stovna sosialpedagogiska ráðið, fara vit eisini at endurskriva og nútímansgera okkara sosialpedagogiska profil, Tað góða lívið, sum Rógvi Thomsen, sáli, skrivaði í 2014.
2. Harumframt kundu vit hugsað okkum at stovnað eitt Etiskt Ráð. Grundtankin við hesum er, at nógv av tí, vit arbeiða við innan sosialpedagogikk, og innan pedagogikk sum heild, nemur við eina etiska hugsan um, hvat er rætt og hvat er skeivt. Vit arbeiða við menniskjum, sum vit ikki ráða yvir; menniskju, ið skulu kunna mynda egið lív og seta dagsskrá eftir egnum áhugamálum og ynskjum. Vit standa mangan í etiskum tvístøðum um, hvat er rætt og hvat er best at gera – viðhvørt mugu vit gera ímóti egnari sannføring, og tí eiga vit at seta spurningar og fyrihalda okkum til hetta frá einum etiskum og tilverugrundaðum hugsunarhátti.
3. Autismuøkið hevur altíð ligið undir psykiatriini, hóast tað eru sosialpedagogar, sum vara av sjálvari pedagogisku uppgávuni at menna og stuðla borgaranum. Vit hava fleiri sera væl útbúnar pedagogar innan autismuøkið – serfrøðingar, sum umsita eitt serligt fakøki. Eg haldi, at vit áttu at arbeitt fram ímóti at fingið autorisatión innan autismuøkið. Tað er ikki ein og hvør, ið kann útinna hetta førleikakrevjandi arbeiðið, og tí eiga vit við autorisatión at tryggja, at arbeiðið verður gjørt av serkønum fólki.
Kanska fleiri eru, sum rista við høvdinum at mær, og hugsa, at hetta er utopi, men tað haldi eg ikki. Skulu vit menna okkum sum samfelag og land, so eiga vit at seta hægri krøv. Vilja vit førleikamenning, trivnað og vøkstur, so er hetta ein góður vegur fram. Eg tori næstan at siga fyri vist, at vit eru so frammarliga, og hava so góðar møguleikar, at vit kundu verið undangonguland á júst hesum økinum.
Sosialpedagogiskt arbeiði er grundarsteinurin undir okkara vælferðarsamfelag. Sosialpedagogikkur hevur altíð menniskjað í miðdepli, tí mugu og skulu vit brúka sosialpedagogiska vitan, førleikar og tilfeingi. Vit skulu varðveita eina menniskjaliga tilgongd til arbeiðið, soleiðis, at menniskjað altíð kemur fyrst!
Skulu vit mennast og trívast, ikki bara sum einstaklingar - tí sum einstaklingar røkka vit ikki langt - men sum samfelag, so skulu vit hjúkla um og stríðast fyri sosialpedagogiskum virksemi og virðum í øllum samfelagsløgum. Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, og eitt samfelag, sum missir sínar veikastu borgarar, er eitt fátækt samfelag.
Nevndin í AIEJI kemur saman 2 ferðir um árið, og eg fari at gera mítt besta at kunna og breiða út vitan um virksemið í AIEJI. Sí leinkið niðanfyri og fá betur innlit í, hvat AIEJI er og ger.
Í 2029 verður enn ein AIEJI altjóða verðinskongress – hesa ferð í Reykjavík. Eg vil mæla øllum við áhuga í sosialpedagogiskum arbeiði at seta nøsina upp ímóti at luttaka á kongressini. Tað er bæði spennandi, stuttligt, læruríkt og kveikjandi. Og kanska vit aftur í 2029 kunnu taka lut við egnari verkstovu ella fyrilestahaldara. Tað hava vit bæði møguleika og førleika til!