Búmerkið hjá felagnum
19. okt. 2025

Barnagarðslívið.

Vælkomin til eitt kvøld har vit hugsavna okkum um námsfrøðina í barnagarði.

Tiltakið verður Mikukvøldi 29. oktober kl. 19.00 í Virkinum á Sandi.

Kvøldið er skipað soleiðis, at tað vera tríggjar framløgur við ymiskum evnum viðkomandi fyri barnagarðsvirksemi.

Framløgurnar eru:

 

“Viðávirkan og felagsskapur í námsfrøðiliga arbeiðinum”  - Býlingshúsið millum Gilja

“Frá nærumhvørvi til námsfrøði - kreativitetur og mentan í barnahædd.” - Barnagarðurin í Gerðinum

“Rógevandi námsfrøði” - Sóljugarður

 

Tíð verður eisini av til prát.

Hevur barnagarðsnámsfrøði tín áhuga, so kom við til eitt kveikjandi kvøld.

Tiltakið er fyri limir í “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg áðrenn ella á kvøldinum.

Møguleiki er eisini hjá stovnum at brúka høvi til eina starvsfólkafund, pedagogfund ella líknandi. Skriva til okkum á dagstovnanamsfrodi@gmail.com.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum

 

Nevndin fyri “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”