Spurnarblað um harðskap móti børnum.
Góðu limir,
Eftir áheitan frá Vitanardeplinum hjá Kvinnuhúsinum, senda vit tykkum eitt spurnarblað um harðskap móti børnum
Endamálið við spurnarblaðnum er at fáa innlit í vitan og upplivingar hjá lærarum, námsfrøðingum og hjálparfólkum, tá ið talan er um børn og harðskap. Til dømis hvussu væl fakfólk kenna seg íklædd at handfara støður, har stúran ella illgruni er um harðskap. Spurnarblaðið er ein liður í arbeiðnum at menna eina hondbók til lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólk. Svarini frá spurnarblaðnum verða eisini nýtt sum ein liður til praktikkuppgávuni hjá starvsvenjingsnæmingin, Jóna, hjá Vitanardeplinum í Kvinnuhúsinum.
Spurnarblaðið er ætlað teimum, ið arbeiða ella hava arbeitt við børnum og ungum frá 0-18 ár. Tað er dulnevnt, og svarini verða einans nýtt sum liður í menningini av hondbókini og praktikkroyndini hjá Jónu. Tað tekur áleið 10 minuttir at svara.
Vit vóna, at so nógv sum gjørligt svara spurnarblaðnum. Freistin er tvær vikur (18. novembur 2025).
Vit takka fyri tykkara tíð og týdningarmiklu luttøku – tykkara íkast ger mun.
Um tit hava spurningar ella annað viðvíkjandi vitan um harðskap, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Vitanardepilin á tlf. 517200 ella telduposti rakul@kvinnuhusid.fo
Leinki til spurnarblaðið finna tit her: https://www.surveymonkey.com/r/56LPRYH