Búmerkið hjá felagnum
17. nov. 2025

6-ára tilboð ella forskúli – hví antin ella?.

Flestu tykkara kenna til tvístøðuna um 6-ára stovurnar á dagstovnunum á Argjum og forskúlan – ein syrgilig søga, sum enn hongur í leysum lofti, tí foreldur, sum ynskja at barnið skal halda fram í barnagarði heldur enn at fara í forskúla, ikki fáa eitt greitt svar, hvørt barn teirra sleppur at halda fram í barnagarðinum eftir summarið 2026. Somuleiðis vita leiðslurnar á barnagørðunum heldur ikki, um tilboðið verður endaliga niðurlagt. Eru Spírarnir veruliga farnir í søguna?

Skjótt er árið runnið, og eftir nýttár byrjar innskriving til fólkaskúlan. Foreldur skulu skriva barnið upp til bæði forskúla, 1. Flokk og frítíðarskúla í teirra nærumhvørvi, alt eftir hvat tey velja ella kunnu velja. Hetta er ein spennandi tíð, ein broyting og eitt skifti fyri barnið og alla familjuna. Skúlatíðin er jú nakað heilt annað enn tað, tey eru von við í barnagarðslívinum.

Ikki allar kommunur hava skipaðan forskúla enn, men í Tórshavn eru fleiri. Forskúlar eru komnir fyri at vera, og fyri nógv børn er hetta eitt gott og rætt val. Men fyri onnur børn er tað ikki rætt at fara í forskúla. Summi, í veruleikanum sera nógv børn, hava tørv á meira tíð til at búnast, bæði kensluliga og kognitivt. Fyri hesi børn verður yvirgongdin frá barnagarðinum til forskúlan, og serliga frítíðarskúlan, ein hørð uppliving, sum í ringasta føri kann ganga út yvir læringina í skúlanum, trivnaðin og sálarheilsuna. Eisini eru fleiri børn og foreldur, sum velja Spírarnar ella 6-ára stovuna til, tí hetta seinasta ári í barnagarðinum er nakað heilt serligt fyri børnini; dagstovnarnir skipa námsfrøðiliga arbeiðið á ein øðrvísi hátt, meira rættað til júst hendan aldursbólk. Tað er nakað serligt at verða elstur í barnagarðinum.

Eg kundi saktans farið nógv meira í smálutir við, hvussu børn mennast, og hvat er best fyri at fremja góðan trivnað og góða menning, men eg haldi veruliga vit eru komin har nú, at hetta málið snýr seg ikki um, hvat er best fyri børn; hetta er ein spurningur um raðfesting hjá myndugleikum - BUMR og Tórshavnar kommunu. Ein tvístøða millum fólkaskúlan og Tórshavnar kommunu. Næmingatalið ger, at skúlin ikki hevur rúm fyri øllum børnunum, sum hoyra til ávísa skúlaøkið, og tí er avmarking sett á, soleiðis at tey, sum hava gingið í forskúla, hava framíhjárætt at fáa pláss í 1. Flokki., við tí úrsliti, at summi børn mugu fara av Argjum í aðrar skúlar, og kunnu ikki fylgjast við vinum sínum. Stutt sagt, so er skúlin ov trongur, og fyri at tálma tilgongdini hevur mann sett kravið um forskúlan í verk, og á hendan hátt hevur man ruddað burtur eitt framúr gott og týdningarmikið fakligt, og námsfrøðiligt tilboð í barnagørðunum, ætla børnum seinasta árið áðrenn skúlabyrjan.

Avgerðarrætturin er tikin frá foreldrunum. Vit tosa um frívilligt tvang. Tey hava tvinnar valmøguleikar – antin at lata barnið ganga seinasta árið í barnagarðinum, og so koyra barnið í skúla í einum øðrum skúlaøki, ella at velja Spírarnar/6-ára tilboðið frá og skriva barnið inn í forskúlan, fyri at tryggja barninum pláss í skúlanum í nærumhvørvinum.

Tað løgna við hesum máli er, at her eru loysnir at finna - partarnir sita við loysnini, men finna ikki útav at seta nakað í verk.

Røddir eru frammi í trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, sum tala fyri at keypa bingjur at seta upp, soleiðis at rúm verður fyri øllum børnunum. Men semja er ikki innanhýsis. Ein skjót loysn, sum kundi bøtt uppá avbjóðingina 2-3 tey komandi árini, tá barnatalið aftur fellur.

Harafturat frætti eg, at onkur skúli er sinnaður at gera fleiri spor í eitt tíðarskeið.

So hvat er tað sum ger, at partarnir ikki kunnu koma fram til eina haldbara loysn? Hvat handlar hetta um? Vita tit ikki, at her eru børn í klemmu? Børn, sum ikki eru klár ella ynskja at fara í forskúla. Børn, sum í langa tíð hava glett seg at sleppa í elstabólk. Foreldur, sum ikki ynskja at koyra barn teirra í forskúla? Og frítíðarskúlar, sum ikki hava hóskandi karmar til 5 ára gomul børn?

Hugsa tit um, at tit eru við at taka eitt týðandi tíðarskeið frá nógvum børnum? At tit burturbeina møguleikan at ganga í barnagarði, so leingi barninum tørvar hetta, ella bara hevur eitt brennandi ynski um tað? Hugsa tit um, at tann, sum skal gjalda prísin fyri ósemjuna á økinum, eru barnið og familjan?

Barnalógin er á gáttini – lógin, sum sigur, at vit skulu lurta eftir børnunum, og gera skipanir, soleiðis at tey ikki detta ímillum. Alt fyri at verja børnini, og tryggja, at tey kunnu búgva í heimsins besta barnalandi. Tó, taka tit barndómin frá teimum – tit stytta um tíðina við nærveru, seinferð og spæli. Og ja, nú fer onkur at siga, jamen tey spæla eisini í skúlanum. Tað er rætt, men als ikki í sama mun sum í barnagarðinum. Skúlin er eitt heilt annað umhvørvi; skúlin er undirvísing og fastar rammur, tíðarrammur og skema. Eg eri sannførd um, at børn flest gagna betur av tíðini í barnagarðinum fram til 6-7 ára aldur. Harafturat eru fleiri starvsfólk um børnini í barnagarðhøpi – børnini hava nógv betri møguleika at hava samband við ein vaksnan ígjøgnum dagin, og skiftini millum bæði stovnar og ymisk starvsfólk, eru færri.

Um tit í Tórshavnar kommunu og BUMR hugsa tykkum væl um, so duga tit nokk at síggja, at vit hava rúm fyri báðum tilboðum í okkara samfelag. Okkum nýtist ikki at taka tíðina frá børnunum. Kommunan – og so sanniliga eisini BUMR, átti at talað fyri báðum tilboðum, soleiðis at vit kunnu røkka tørvinum hjá øllum børnum. Núverandi praksis er púra óneyðug – og óskiljandi.

Avbjóðingarnar innan skúlan vaksa alsamt, tørvur er á tvørfakligheit millum lærarar og námsfrøðingar, tí alsamt fleiri børn hava tørv á øðrvísi rammum. Hví vilja vit so skunda undir gongdina? Skilja tit als ikki, at hetta hongur saman? At barndómurin støðugt verður skundaður undir, ferðin økist og børnini líða?

At tosa um eina barnalóg, samstundis sum eitt einfalt mál sum hetta ikki verður loyst, vísir bara, at man tosar við tveimum tungum, og at orð á pappíri hava størri virði, enn børnini og teirra lagnur. Eg havi hug at rópa hetta fávitsku – at mann, sum myndugleiki, ikki sær, at mann tosar í eystur og handlar í vestur.

Tað eru ikki nógv børn, sum koma ov seint í skúla, men tað eru fleiri, sum koma ov tíðliga. Ætla tit at gera, sum tit siga; vilja tit børnunum tað besta barnalandið at vaksa upp í, so MUGU tit raðfesta góða barnalívið nú, og skapa góðar karmar fyri øll børn! Ikki taka møguleikan frá teimum – lova teimum at spæla sum longst. Lova teimum, sum hava tørv á tí, at skunda sær í síni egnu ferð.

Í leinkjunum niðanfyri kunnu tit lesa fleiri greinar um sama mál. Eitt nú hevur felags foreldraráðið í Tórshavnar kommunu júst skriva eina beinrakna grein, sum vit í Føroya Pedagogfelag taka fult undir við.

https://lesarin.fo/fjarhitafelagid.html#/articles/born-okkara-hava-raett-til-skula-i-naerumhvorvinum

https://pedagogfelag.fo/news/487/foroyar-heimsins-besta-barnaland-fyri-hvonn

 

Sanna á Løgmansbø, forkvinna

Føroya Pedagogfelag