Búmerkið hjá felagnum
19. nov. 2025

Týdningurin av frítíðarskúlum.

Fyri 6 og 7 ára gomul børn er yvirgongdin frá barnagarð til fólkaskúlan eitt risa fet. Tey fáa tveir nýggjar pallar at virka á. Ikki bara skulu tey venja seg við nýggj vaksin, nýggjar reglur, nýggjar karmar og nógv nýggj børn í skúlanum – tey skulu eisini fyrihalda seg til alt hetta í frítíðarskúlanum.

Frítíðarskúlin, eitt kommunalt námsfrøðiligt tilboð, verður fyri nógv børn ein natúrligur partur av gerandisdegnum, tí tað er har tey fara eftir loknan skúladag. Tað er í frítíðarskúlanum, at børnini sleppa at spæla og lata hugflogið reika, í góðum felagsskapum saman við vinum. Frítíðarskúlin er ikki tað sama sum barnagarðurin; børnini hava leysari teymar og størri samvirkan, og allar flestu børnini merkja stóran mun, hóast bæði eru námsfrøðilig tilboð.

Hyggja vit at arbeiðsumstøðunum hjá okkara limum innan frítíðarskúlaøkið – og menningarumstøðunum hjá okkara børnum, so sæst, at tað er sera ymiskt hvussu hesar umstøður eru skipaðar. Fleiri frítíðarskúlar hava sín egna matrikul, meðan aðrir eru skipaðir inni í skúlanum – og nakrir enntá uppdeildir í fleiri matriklar, bæði á og uttanfyri skúlan. Vit hava frítíðarskúlar, ið húsast í sethúsum, í ítróttarfeløgum, í barakkum og í ymiskum kommunalum bygningum. Fáir – um nakar – húsast í bygningum, ið eru bygdir til endamálið.

Tað eru serliga teir frítíðarskúlar, ið húsast inni í skúlanum, ið hava tað trupult, bæði við at skipa námsfrøðiligt innihald, at fastahalda starvsfólki, og at tryggja trivnaðin hjá børnum og vaksnum. Flestu fólkaskúlar eru ikki bygdir til at húsa frítíðarskúlum eisini, og hetta merkir, at tað er í veruleikanum ikki pláss fyri báðum virksemunum. Fyri okkara limir, ið starvast innan frítíðarskúlar, so broytast arbeiðsumstøðurnar dagliga, tí tey m.a. eru noydd til at “lána” hølir frá skúlanum, og um skúlin skal brúka hølini, so hevur skúlin framíhjárætt – tí tað er inni á matriklinum hjá skúlanum. Fyri barnið merkir tað, at barnið upplivir meira skúla. Hendan yvirgongdin frá skúla til frítíð gerst ógreið, tí børnini uppliva at fleiri av reglunum hanga við. Útyvir hetta, skerjir man námsfrøðiliga virksemið, tí starvsfólk støðugt skulu tillaga seg skiftandi umstøðum, sum ber við sær, at planlagt virksemið ikki altíð verður útint, og lappaloysnir verða brúktar í staðin.      

Hetta er bara ikki gott nokk.

Í einum samfelagi, har ferðin er høg, eru okkara frítíðarskúlar eitt kærkomið frírúm, har børn eftir ein langan skúladag kunnu koma at spæla við vinfólk, práta við nærverandi vaksin, fara í ítróttarhøllina at rokast, ella á verkstaðið at virka kreativt, svimja og vera við í matgerð o.s.fr – og síðani fara heim, mettaði eftir ein hendingaríkan dag. Fyri nógv børn er frítíðarskúlin staðið, har tey fáa fríar ræsur at spæla og mennast í tryggum og gevandi kørmum – tí er tað neyðugt at man tryggjar nøktandi umstøður. Sum tað allarminsta eiga okkara frítíðarskúlar at hava egnan matrikul, har námsfrøðin er grundarlagi undir praksis, og har starvsfólk sleppa at innrætta og skapa virksemið eftir fakliga innihaldinum og tørvinum hjá barninum – og ikki eftir tørvinum hjá skúlanum.

Børn eru bara børn eina ferð, og frítíðarskúlin er ein stórur partur av tí góða barnalívinum - vit skylda tí okkara børnum bestu umstøður at virka í, so tey kunnu blóma og mennast, og minnast aftur á barnaárini við sorgblídni og gleði.