Børn verða hoyrd um barnalógina á sjálvum Barnarættindadegnum 2025.
Í dag, 20. november, er Altjóða Barnarættindadagur. Barnarættindasáttmálin frá 1989 varð samtyktur av Føroya Løgtingið í 1993. Sostatt hevur Sáttmáli Sameindu Tjóða í ár 36 ár á baki. Barnarættindasáttmálin ásetur grundleggjandi rættindi hjá børnum – tað eru borgarlig-, politiskt-, fíggjarlig-, sosial- og mentanarlig rættindi.
Í dag eru rættindi hjá børnum at kunna liva eitt gott og virðiligt lív eisini á breddanum her heima, tí í dag hava næmingaráðini handað landstýrisfólkunum Djóna Nolsøe Joensen og Súsonnu Bertholdsen hoyringssvar. Lógin, sum skal skrivast við tí fyri eyga, at einki barn skal detta í millum skipanir, og sum skal tryggja øllum børnum eitt gott barnalív, er á gáttini. Hetta er eitt frambrot, tí onga aðrastaðni í heiminum hevur mann smíðað lógarverk um børn á hendan hátt; her hava børnini verið við í allari tilgongdini – tey hava sjálvi sett orð á, hvat eitt gott barnalív er fyri tey, og hvat tey leggja virði í, í sínum egna lívi og barndómi.
Í dag hava børnini fingið orðið at siga, hvat tey halda vit skulu hugsa um, tá teirra lív umræður. Skjalið, sum landstýrisfólkini hava fingið handað, skal vegleiða og vísa á, hvat børn halda vaksin skulu hugsa um, tá vit taka avgerðir um teirra lív. Barnalógin er teirra lóg.
Barndómurin, sum eg kenni hann frá mínum egna barndómi fyri 40 árum síðan, er nógv broyttur. Í dag tosa vit um dupult- ella multisosialisering; at barndómurin er útfluttur. Tað er blivin ein samfelagsskylda at veita børnum góða uppaling og mentan, og at geva teimum góðar barnaupplivingar á dagstovnum, meðan foreldur eru til arbeiðis. Við hesum er ábyrgdin at tryggja eina sunna og góða menning og læring, og at veita eina tænastu á jøvnum fóti við onnur børn løgd út til samfelagið – land og kommuna hava skyldu at tryggja góða barnalívið.
Barnalógin skal eisini tryggja okkum haldbarar grundgevingar fyri at arbeiða øllum børnunum at frama, eisini hóast vit møta múrum millum skipanir, ella tá betra loysnin er tann kostnaðarmiklara. Ein stór avbjóðing í arbeiðinum við børnum er nemliga, at tá tørvur er á tvørfakligum samstarvi ella at flyta vitan og uppgávur millum skipanir, so møta vit avbjóðingum so sum at land og kommuna eru hvør sín pengakassi og hvør sín lóggáva, og tí “dettur” barnið niður ímillum. Ella tá vit skulu gera átøk og broytingar innan skipanina, har rætta loysnin er ov dýr, og tí velur mann heldur eina bíligari loysn, sum vit ofta vita frammanundan ikki er haldbar í longdini.
Eg kundi nevnt óteljandi dømir frá mínum egna arbeiðslívi, um børn, sum ikki fáa røttu tænastu ella fakliga tilboð, tí skipanir so sum dagstovnaøkið, almannaøkið ella heilsuøkið ikki hava skipað samstarv ella systematikk sum ger, at tvørfakligt og tvørgeiraligt samstarv koyrir av sær sjálvum. Sum avvarandi starvsfólk hjá børnum við serligum tørvi, skalt tú endurskapa djúpa tallerkin umaftur og umaftur. Tá tú ert so gomul í garði sum eg, so hevur tú at enda óteljandi royndir, sum gera tað lættari at gjøgnumskoða skipanina, men hetta er ikki bara bara, og tí detta alt ov nógv børn niður millum skipanir.
Barnalógin er veruliga eitt frambrot í føroyskari barnasøgu. Og eg havi stóra tiltrúgv til sjálva lógina. Hon er visioner á øllum frontum.
Men eg eri eisini stúrin og ørkymlað. Tí eg veit av drúgvum royndum, at einki kemur av sær sjálvum, hóast eitt pappír, ella ein lóg sigur tað. Tað skal fígging til at skipa virksemið, bæði inni á ávísa stovninum og ímillum stovnar. Og tað skal upplæring, innleiðsla og strukturellar broytingar til at gera nýggjar arbeiðsleistir. Eg eri greið yvir, at vit enn eru á byrjanarstøði; nú er formligi parturin væl ávegis, og fyri framman liggur størsti og týdningarmiklasti parturin av hesum arbeiði – at politikarar góðkenna hana, og at arbeiðsgevarar ognartaka hana, og seta í verk, soleiðis at lógin fær veingir at flúgva.
Eg havi enn ikki sæð tøl ella játtan til at skipa arbeiði í mun til sjálva barnalógina, men eg vænti at politiska skipanin - tey, sum “eiga” lógina, t.v.s BUMR, KAF og Fíggjarmálaráðið fara at seta seg við borðið og finna útav, hvussu lógin best kann umsetast til virkisfúsar mannagongdir. Og eg havi væntanir um at vit, sum dagliga eru í sjálvum virkseminum við børnum og ungum, verða tikin við uppá ráð, og at arbeiðsgevarin fer at lurta eftir fakfólkum, sum kenna skipanirnar innanífrá, soleiðis at barnalógin kann eydnast á bestan hátt.
Barnalógin skal verja øll børn, men tey serliga sárbaru skulu hava eitt serligt pláss – tað eigur ongantíð at blíva ein spurningur um, hvørt kommunan ella landið eigur rokningina, tá eitt barn hevur tørv á serligum amboðum ella tænastum, fyri at fáa eitt gott lív. Tað skal ongantíð verða ein spurningur, um hvør geiri eigur ábyrgdina av venjingum ella at veita røttu tænastuna. Hetta skal bara veitast, so skjótt sum gjørligt, tí at seta tíðliga inn fremur skjótari batar, menning og lívsdygd. Einki barn skal bíða eftir, at myndugleikar loysa spurningin um, hvør eigur rokningina. Lívið hjá okkara børnum er alt ov dýrabart til at bíða.
Harafturat er mín vón, at vit sum samfelag við hesi barnalóg fara at fáa eina hugburðsbroyting um børn og barndóm. At barnið skal hava tað besta heilt frá fyrsta degi á einum samfelagsligum leikpalli; frá fyrsta degi í vøggustovu fram til ta løtu, tá barnið er tilreiðar at traðka inn í vaksnamannalívið. At eins nógv faklig dygd verður raðfest og løgd inn í samfelagsligar tænastur so sum vøggustovulív, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómsvirksemi, sum verður lagt í skúla- og læringsvirksemið. Vit, sum arbeiða við børnum undir skúlaaldur, uppliva mangan, at barnið blívur ikki “til” sum týdningarmikil samfelagsborgari, fyrr enn tað fer í skúla. Skúlin skal hava bestu treytir, misskil meg ikki, men barnalívið byrjar væl áðrenn skúlabyrjan, og skal barnið mennast og mentast á fullgóðan hátt, so skulu rammurnar og fakliga innihaldið áðrenn skúlabyrjan so sanniliga raðfestast høgt. Hetta er okkara skylda. Og starvsfólk á barnaøkinum skulu hava arbeiðsumstøður, sum gera tað lætt og smidligt at arbeiða við børnum. Námsfrøðilig og faklig amboð, førleikamenning og upplæring, og tíð til at útinna dygdargott arbeiði eru treytir fyri, at lógin kemur at virka. Vit hoyra í dag fleiri politikarar tosa um fyribyrging; um hvussu hetta, at fyribyrgja, kostar einum samfelag minni í seinna enda. Hetta hava vit, sum arbeiða við børnum, sagt í fleiri ár. Eingin avbjóðing byrjar bráðliga, tá barnið er 8, 10 ella 15 ár. Eingin fer t.d at nýta rúsevni frá degi til dags – her liggur ein long lívssøga aftanfyri, sum vit í allarflestu førum langt frammanundan hava sæð og vita um. Tí skal lurtast og setast inn so skjótt starvsfólk varnast eina avbjóðing.
Eg fegnist um at vit væntandi skjótt fáa eina barnalóg. Eg havi stórar væntanir til hana, og til tykkum politikarar, sum hava syrgt fyri at fáa hana í lag. Eg meini hetta er rætti vegurin fram, tí okkara lítla samfelag tolir ikki at hava eina politiska skipan, sum skilur so eyðsýnt millum land og kommunu, tá tað kemur til menniskjalig virðir og lívsdygd. Okkara børn tola ikki at bíða, meðan vit fundast og senda skriv aftur og fram, fyri at tryggja, at rokningin verður goldin av røttu konto. Føroyar eiga rokningina í seinast enda hvussu víkir og vendir, so lat okkum rudda slíkar forðingar av vegnum, ongantíð ov skjótt! Og lat okkum flyta fokus til at tosa um trivnað og lívsdygd framum rokningar og ábyrgdarøki.
Má barnalógin verða sum ein viti í myrkri.
H. A. Djurhuus sigur soleiðis í sanginum Vitarnir:
Siglið inn úr øllum ættum, har sum streymur skútu ber,
Inn í gjøgnum trongar firðir millum vandamikil sker.
Bjartur viti vísir vegin, tryggar havnaleiðir ger –
hann lýsir yvir grynnu og bleiktrar yvir sker.
Góðan Altjóða Barnarættindadag.
Sanna á Løgmansbø, forkvinna