26. nov. 2025
Kalendarin til smáttuna komin!.
Endiliga, segði ein landsstýriskvinna einaferð og tað siga vit eisini í dag. Loksins riggar okkara bókingarkalendari til smáttuna í Vági aftur!
Kalendarin vísir tøkar bókingar seks mánaðar fram og bókingartreytirnar eru annars sum áður. Lesið húsreglurnar væl ígjøgnum, tá ið tit bóka.
Kalendarin til Bettustovu í Mikladali verður tøkur eftir jól.