Búmerkið hjá felagnum
07. jan. 2026

Fyrilestur um nervalagi í námsfrøðiliga arbeiðnum.

Námsfrøðiligaráðið hevur tiltak mikukvøldið 21/1 kl 19 í Starvsfelagnum.

Tað er Sigbritt við Neyst, námsfrøðingur og psykpterapeutur, sum kemur at halda fyrilestur um nervalagi í námsfrøðiliga arbeiðnum.

Í hesum fyrilestrinum koma vit, fyri ein part, inn á hvussu nervalagi er uppbygt. Hvussu vit gjøgnum nervalagi kunnu lýsa bæði strongd, angist, tunglindi og trauma. Hvussu vit við kunnleika um nervalagi betur skilja barni/brúkaran og okkum sjálvi, og út frá tí handla skynsamt. Eisini koma vit inn á m.a. hvat kann fáa nervalagi út av javnvág og hvussu tað verður javnviga aftur, og hvussu/hví eitt væl javnviga nervalag er meir móttakiligt yvirfyri læring, samband og kreativiteti. 

 

Tiltakið er ókeypis og fyri allar limir felagsins. 

Mikukvøldið 21. januar í Starvsfelagnum klokkan 19. 

Melda til tiltakið her