Fyrilestur um nervalagið í námsfrøðiligum arbeiði.
Mikukvøldið 21. januar kl. 19 í Starvsfelagnum.
Námsfrøðingaráðið hevur tiltak fyri øllum limum mikukvøldið 21/1 kl. 19. Tiltakið verður í hølunum hjá Starvsfelagnum.
Sigbritt við Neyst, námsfrøðingur og psykpterapeutur, fer at hava fyrilestur um nervalagið í námsfrøðiligum arbeiði.
Í fyrilestrinum koma vit, fyri ein part, inn á hvussu nervalagið er uppbygt. Hvussu vit ígjøgnum nervalagið kunnu lýsa bæði strongd, angist, tunglyndi og trauma. Hvussu vit við kunnleika um nervalagið betur kunnu skilja barnið/brúkaran og okkum sjálvi, og út frá tí handla skynsamt. Eisini koma vit inn á hvat kann fáa nervalagi út av javnvág, hvussu tað verður javnviga aftur, og hvussu ella hví eitt væl-javnviga nervalag betur tekur ímóti læring, sambandi og kreativiteti.
Tiltakið er ókeypis, og fyri allar limir felagsins.