22. jan. 2026
Álitisfólkaskeiðið 2026/2028.
Sambært lógum felagsins er val av álitisfólki og varaálitisfólki í mars mánað líka ár. Tí boða vit frá, at nú er aftur val. Hetta skeiðið er fyri 2026/2028. Hvør stovnur velur 1 álitisfólk. Nevndin skal hava boð um úrslitið í seinasta lagið 2 vikur aftaná valið.
Leiðarar hava fingið boð í telduposti frá felaginum um valið.
Nærri kunning um álitisfólk kann lesast her