Stuðulsyvirlýsing.
Føroya Pedagogfelag, saman við systirfeløgunum í Útnorður-samstarvinum – samstarvið millum lærara- og pedagogfeløg í Íslandi, Føroyum og Grønlandi – lýsir fullan og einmæltan stuðul við IMAK, okkara systurfelag í Grønlandi, og við grønlendska fólkinum.
Grønlendska fólkið er væl umboðað av sínum lærarum og pedagogum, tey eru djørv, vitug og kenna sína søgu væl. Tey vita nær siðaarvinum hjá upprunafólkinum, málinum og samleikin verður hóttur, og tey vita, at tey standa ikki einsamøll í verjuni av hesum.
Røddin hjá einum landi verður ikki avgjørd av fólkatali ella landaøki. Hon verður avgjørd av teimum virðum, tign og ágrýtni hjá teimum, sum dagliga arbeiða fyri at styrkja samfelagið. Lærarar og pedagogar eru í fremstu røð í hesum ábyrgdarfulla leikluti.
Vit eru errin at kalla okkara grønlendsku grannar brøður og systrar. Vit staðfesta – uttan iva – ófrávíkiliga rættin hjá Grønlandi og grønlendska fólkinum at ráða yvir síni egnu framtíð.
Ein siðmenning, sum verður stýrd av valdinum hjá teimum “stóru og sterku”, kann ongantíð góðtakast. Virðing fyri tí einstaka, náttúruni og søguni má ongantíð víkja fyri ræðulæti ella ránsvaldi. Vit vraka eina heimsmynd, sum byggir á ræðslu og yvirgang.
Vit standa stinn við Grønlandi. Vit standa saman við IMAK – nú og í framtíðini.
Grønland er ikki til sølu. Grønland er ikki nakað, sum kann takast og grønlendska fólkið er ikki einsamalt í hesum.
