Búmerkið hjá felagnum
24. jan. 2026

Vitlíki kann stuðla undir arbeiði við læring og undirvísing, men skal ikki avloysa tað.

Tøknin kann vera ein virðismikil stuðul í øllum læringhøpi – men hon broytir ikki ta ábyrg, sum pedagogurin ella lærarin hevur.

Í dag, sum er Altjóða dagur fyri útbúgving (International Day of Education), verður ljós varpað á týdningin, sum útbúgving hevur fyri fólkaræði, javnstøðu og burðardygga menning í heiminum. Vit, sum skriva hetta, umboða saman við øðrum, alt lærings- og undirvísingarøkið í Norðurlondunum. Vit virka í einari samtíð, har menningin innan tøkni gongur skjótt, og har hátturin, sum vitlíki verður brúkt í læring og undirvísing, fer at ávirka, hvørt grundleggjandi virðini hjá øllum lærings- og undirvísingarstovnum verða varðveitt, ella um tey máast burtur.

Spurningurin er ikki, um menningin hendir – men hvussu og eftir hvørjum treytum.  Tí er neyðugt, at okkara rødd fær serstaka ávirkan í avgerðunum fyri framman.

Vit halda, at um tøkni skal fremja læring og undirvísing á høgum støði, so má sjálvræðið hjá pedagogum og lærarum gerast greitt og verjast. Tað má vera yrkisfakið, sum avger, um, nær og hvussu vitlíki verður brúkt í læring og undirvísing. Læring og undirvísing er grundað á yrkisfakligt skyn, didaktiskar førleikar og viðurskifti millum fólk, og her kann tøknin vera eitt amboð – men ongantíð útgangsstøðið í læringini ella undirvísingini, ella sum tann ráðandi normurin.

Vit síggja ein øktan vanda fyri, at stórar avgerðir um tøkni verða tiknar langt frá hølunum, har pedagogar og lærarar virka. Tá yrkið ikki verður tikið uppí, er vandi fyri, at menningin verður stýrd av øðrum fyrilitum, enn tørvunum í sjálvari læringini og undirvísingini. Avgerðir um vitlíki og talgilding mugu verða grundaðar á gransking og skjalprógvaðar royndir, og tær mugu takast í samráð við yrkisfakið.

Fyri at læring og undirvísing skal hava veruliga ávirkan, er tørvur á viðkomandi kunnleika. Norðurlondini mugu tí hvør sær tryggja, at skipanir og tilfeingi koma í lag, sum skulu veita granskingargrundaða eftirútbúgving og førleikamenning til pedagogar og lærarar.

Talgilding í skúlanum kann ikki byggja á, at tað verður væntað av pedagog- og lærarayrkinum, at tað megnar hesa umstillingina sjálvstøðugt. Pedagogar og lærarar mugu fáa tíð og viðkomandi stuðul til at umleggja granskingina til praksis og at skilja og meta um avleiðingarnar, sum tøknin hevur við sær.

Førleikamenning er eisini ein treyt fyri javnlíkar fortreytir í læringshøpi og undirvísing. Um vitlíkisskipanir verða settar í verk á ymiskar hættir, ella um kommunur og leiðarar hava ymiskar fíggjarligar fortreytir fyri at geva pedagogum og lærarum viðkomandi førleikamenning ella gera íløgur í tøknini, so er vitlíki í vanda fyri at økja um munin millum læringsstovnar og børn ella næmingar. Stjórnirnar í Norðurlondunum mugu tí veita tilfeingi og umstøður, sum arbeiða ímóti, at ójavni verður bygdur inn í talgildu menningina av øllum lærings- og undirvísingarstovnum.

Men yrkisfakligir førleikar og ávirkan kunnu ikki standa einsamøll. Tað má eisini gerast greitt, hvar markið gongur, fyri hvussu vitlíki kann brúkast. Vitlíki má ongantíð brúkast til eftirlit við børnum ella starvsfólki. Integritetur og rættartrygd mugu vera útgangsstøðið. Vitlíkisreglugerðin hjá Evropeiska samveldinum er her eitt umráðandi verjutiltak, sum má verjast og ikki gerast veikari. Her mugu Norðurlondini ganga á odda og standa fyri sterkum integriteti, rættartrygd og almennum eftirliti. Útbúgving krevur sterkar rættarligar karmar, sum tryggja ábyrgd, innlit og virðing fyri tí Norðurlendska modellinum, sum er grundað á álit. 

Framtíðarinnar undirvísingarstovnur rúmar bæði bókum, blýantum, talgildum amboðum og vitlíki. Tøknin kann vera ein virðismikil stuðul í læringini – men hon broytir ikki ta ábyrgd, sum pedagogurin og lærarin hevur. Hon má ongantíð koma í staðin fyri pedagogar og lærarar ella gerast ein umvegur til sparingar. Tøkni kann gera leiðsluna sjálvvirkna, men hon hon kann ongantíð gera viðurskifti millum fólk, námsfrøðiligar metingar ella kjarnuna í undirvísingini sjálvvirkna. Læring rúmar nógvum, sum eingin tøkni fær gjørt: møtið ímillum menniskju, samrøðan, málið og minnið, spælið, hondskrivingin og kritiskur hugsanarháttur. Tá avgerð skal takast um tøkni, bók, pappír – ella eitt bland av øllum – eru røtt amboð í viðkomandi undirvísingar- og læringsstøðu ein  ábyrgd, sum altíð má liggja hjá pedagoginum og læraranum.

Norðurlondini hava góðar fortreytir fyri at ganga á odda í at menna eina javnlíka nýtslu av vitlíki í skúlanum, har lærarin, saman við pedagoginum, stýrir. Men politisk ábyrgd er neyðug. Tí heita vit á stjórnirnar í londum okkara um at skapa eina felags tilgongd til vitlíki á lærings- og útbúgvingarøkinum, sum samsvarar við tey krøv, vit nágreina her. Tørvur er á, at landið ger eina ætlan, sum gevur yrkinum innan læring og undirvísing veruliga ávirkan og slær greitt fast, at tøknin skal stuðla – men ongantíð stýra ella koma í staðin fyri – ta yrkisstýrdu undirvísingina ella læringina.

Vit eru fyri menning innan vitlíki og talgilding. Vit, forfólkini í limafeløgunum í Nordiska lärarorganisationers samråd (NLS), síggja okkum tí sum sjálvsagdir samstarvsfelagar, tá stjórnirnar skulu velja røttu leið.

 

Vegna NLS (Nordiska lärarorganisationers samråd),  

Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag og Yrkisfelag Miðnám