Suðuroyartunnil, hækkaður pensjónsaldur og útskrivað val – alt í senn....
Fyri smáum 48 tímum síðan reisti Løgmaður seg úr sessinum í tingsalinum, gekk fram og stakk ein lepa upp í hondina á løgtingsforkvinnuni, Bjørt Samuelsen, sum løtu seinni boðaði frá, at løgmaður hevði skivað út val at verða 26. mars 2026.
Fíggjarligt haldføri
Løgtingsfólk hava mett, at fíggjarliga er Føroyar so væl fyri, at Føroya størsta verkætlan kann fara í gongd, samstundis sum vit í fleiri ár hava hoyrt um manglandi búskaparliga haldførið. Einasta hugskotið, politiska skipanin hevur havt fyri at tryggja haldførið, er at vit øll skulu arbeiða til vit gerast 70 ár.
Stytta arbeiðsvikan, sum kann verða ein góð mótvekt, liggur í einari skuffu. Semja verður ongantíð um, hvørjar íløgur kunnu bíða, og hvørjar ikki kunnu bíða, men ein má ásanna, at tað er torført at fylgja við og meta um, hvat passar, tá politisku avgerðirnar eru so mótsigandi: stendur tað væl til, fíggjarliga, í Føroyum, ella ikki?
Tí eg síggi øgiliga nógv økir, sum kundu brúkt nakrar milliónir til batar, sum eru átroðkandi, og eiga at verða framdir skjótast gjørligt, tí alt ov nógv menniskju hava tað alt ov trupult.
Vælferðarsamfelagið undir trýsti
Eg síggi børn sum stríðast. Børn, sum hava strongd. Børn, sum ikki megna at verða partur av einum felagsskapi, og tí mugu hava serligar treytir fyri at vera í dagstovni ella í skúla. Eg síggi børn, sum standa í kø fyri at fáa eina diagnosu – ADHD ella autismu. Eg síggi børn, sum hava skúlaaftran ella eru skúlanoktarar, tí tey blíva sjúk av at vera í einum umhvørvi, sum ikki skilir teirra tørv. Eg síggi ung sum rúsa seg, og koma í ringan trivna í ungdóminum, sum enda í kriminaliteti. Eg síggi foreldur, sum kempa eitt einsamalt stríð, familjur sum brotna, tí eingin hjálp er at finna.
Og eg síggi eisini starvsfólk, sum arbeiða seg um koll, blíva sjúk av sínum arbeiði, tí krøvini vaksa, men arbeiðsumstøðurnar standa í stað. Starvsfólk, sum enda óarbeiðsfør, tí langtíðarstrongdin hevur fingið takið á teimum. Starvsfólk, sum elska sítt arbeiði við menniskjum, men kasta handklæðið í ringin, ella sum velja aðra lættari arbeiðsleið, tí orkan strekkir ikki til, strongdin hevur gjørt skaða á hugbindingarevni, ella hoyrnin er skødd av áhaldandi larmi ígjøgnum fleiri ár. Starvsfólk, sum eru úti fyri dagligum harðskapi, tí tey arbeiða við menniskjum, sum eru so strongd, at tey kunnu ikki annað enn at fremja ágang, fyri at rópa og sláa sítt hjálparloysi út.
Tað ger meg so ómetaliga kedda og dapra at síggja, at okkara vælferðarsamfelag er undir so stórum trýsti; at so nógv børn, ung, borgarar og starvsfólk, sum øll annars bara ynskja eitt gott lív, skulu stríðast so nógv fyri at vera til. Tað er og verður ongantíð rætt.
Og tað nýtist ikki at verða so!
Vit kunnu gott gera tað nógva ferðir betri, um bara vit vilja!
Íløgur í kjarnuuppgávurnar
Allir stovnar, barnagarðar, frítíðarskúlar og skúlar, bústovnar og sambýlir, eldraheim o.a eru at samanbera við eina familju – eitt heim við foreldrum og børnum. Hava foreldrini tað ikki gott, so hava børnini tað heldur ikki gott. Sagt við øðrum orðum; hava starvsfólk tað ikki gott, so hava tey, sum starvsfólkini eru um, tað heldur ikki gott. Alt hongur saman, og tað sum rakar ein part av skipanini, fer sum ein alda niður ígjøgnum alla skipanina. Tá ein líður, so líða øll, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at tí, sum líður. Og longur niðri í skipanini líðingin er, meira umfatandi skaða ger hon, verður hon ikki handfarin á ein góða hátt og í góðari tíð.
Vit vita í dag eina rúgvu um, hvat treytar góðan trivna og góða menning fyri eitt og hvørt menniskja. Eg kann heilt skjótt ramsa nakrar grundleggjandi faktorar upp, s.s nærveru og tíð, róligt og friðarligt umhvørvi, rímilig krøv – bæði kensluliga, kognitivt, fakliga og sosialt, at hava atgongd til náttúru og hvíld, støð at fordjúpa seg, og atgongd til onnur menniskju, sum tíma teg, eru góð við teg, og hava tíð til tín, har tú kann samskapa gleðiligar løtur og upplivingar, sum eggja til forvitni og læring. Hetta er einki hokus pokus. Sera einfalt. og eisini lætt at umseta til góða praksis, um vit vilja. Men hetta krevur tíð – og pening.
Tíðin er virðismikil – og er meira enn bara krónur og oyru
Tíverri eru vit í dag í alt ov stóran mun farin at oyramerkja alla tíð; hvør tími og minuttur, hvør løta á degnum skal eyðmerkjast sum nakað, sum kann mátast og vigast og soleiðis effektiviserast ella gerast meira og skjótari, uppá styttri tíð. Vit skulu hava meira fyri pengarnar, og gjarna skulu vit hava so nógv fyri hvørja løtu sum gjørligt. Tíðin hjá pedagoginum og barninum, ella stuðlinum og borgaranum. Alt verður mált í tíð – og í krónum. Men hvussu nógv smíl fært tú fyri krónurnar? Hvussu nógva eygnakontakt? Nærveru? Umsorgan? Aha-upplivingar? Kunnu vit telja? Kunnu vit siga, hvat ein stjørnuløta millum eitt barn og ein pedagog kostar? Hvat kostar løtan í dag? Og hvønn prís hevur løtan fingið um 15 ár?
Man inflatión koma í eina dygdargóða pedagogiska stjørnuløtu, soleiðis at hon gevur eitt avkast um 20 ár? Spyrt tú meg, so sigi eg ja. Men hon kann ikki so væl roknast í krónum. Hon kann roknast í lívsgóðsku.
Journalisturin og kjakarin Emma Holten lýsir tað so væl í bók síni “Underskud”. Hon sigur: tær íløgur, sum vit gera í umsorganarøkini í dag, fara vit at síggja aftur, tá børnini blíva vaksin. Í teirra vinasambondum, í valinum av útbúgving og arbeiði, í teirra hjúnabondum og vali av maka, og í uppalingini av teirra egnu børnum.
Tann vísi maðurin veit, at sjálvur fer hann ikki at njóta gleðina av sáðinum, hann júst hevur sett í jørðina. Hann fegnast um, at børn hansara, og abbabørnini fara at njóta gleðina av trænum, tá tey seta seg í skuggan ein sólfagran summardag.
Raðfesta børn og borgarar – hava vit ráð at lata vera?
Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um vit hava ráð at gera íløgu í hesi øki? Hava vit ráð til dygdargóðar barnagarðar og skúlar? Hava vit ráð til dugnalig og arbeiðssom starvsfólk, sum kunnu, vilja og orka at arbeiða til tey verða 70 ár? Hava vit ráð at stytta arbeiðsvikuna? Hava vit ráð at útbúgva nokk av pedagogum? Hava vit ráð at lata vera?
Vit hava, eftir øllum at døma, ráð at gera ein tunnil fyri 8 milliardir, so eg hugsi at vit hava eisini ráð at gera alt hitt neyðuga.
So góðu komandi politikarar. Tit, sum nú fara at bjóða tykkum fram. Góðu tit, tá tit fegnast um nýggja suðuroyartunnilin, sum vit øll uttan iva einaferð fara at fegnast um, gloymi so ikki at raðfesta pedagogikk, umsorgan, trivnað, læring og menning – frá vøggu í grøv. Eitt samfelag, sum ikki tekur atlit til menniskju fyrst og fremst, kann ongantíð blíva eitt frambrotið undangongusamfelag, sum onnur øvunda og síggja upp til. Vit hava í Føroyum bestu fortreytir fyri at skapa eitt fantastiskt samfelag, har rúm er fyri øllum. Hetta mugu vit ikki missa burtur.
Um tað ber til at brúka 8 milliardir til ein tunnil , so ber tað eisini til at projektera og gera íløgu í barnagarðar, skúlar, stovnar, sjúkrahús og eldraheim – ja, í menniskjuni í okkara samfelag. Tað ræður bara um skilagóða raðfesting.
Føroyar, føroyingar - serstøk tjóð. Lat okkum liva upp til orðini. Lat okkum byggja land við menniskjum fyrst og fremst.
Tíðin fyri framman er spennandi. Men takið hana í álvara, og vísið í verki, at tit meina tað, sum tit siga.
Gott vikuskifti, og gott val!