Búmerkið hjá felagnum
11. mar. 2026

Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta sorg í okkara námsfrøðisliga arbeiði?.

Námsfrøðingaráðið bjóðar til fyrilestur í KFUM & K í Klaksvík

Hóskvøldið 16/4 kl 18:30

Tað verða Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen, sjúkrarøktafrøðingur og psykoterapeutur, sum koma at hava áhugaverda fyrilestin:

Hvussu gera vit, tá vit møta sorg í okkara námsfrøðisliga arbeiði?

 

Í fyrilestrinum koma vit inn á ymiskar reaktiónir og árin av sorg.

 

Hetta fyri, at ein sum starvsfólk betri kann observera, síggja tørvin, duga og tora at handfara og vera um og saman við tí syrgjandi.

Tosað verður um sorgteoriir, so tað gerst lættari at skilja og seta seg inn í, hvat menniskju í sorg fara ígjøgnum.

Sorg hvørvur ikki, men við tíðini kann ein læra at liva við sorgini.

Her hevur tað stóran týdning at føla seg møttan og stuðlaðan í nærumhvørvinum, fyri betri at kunna fóta sær aftur í lívinum.

 

Anna Lovisa Mýri spælir nøkur løg fyri okkum.

 

Vit bjóða suppu, kaffi/thé og okkurt gott aftur við.

 

Allir limir í Føroya pedagogfelag eru vælkominir.

 

Freistin at tilmelda seg er 13. apríl. Tilmelding á leinki https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSe4SU7Urn6ZCchcC-_fnON4TuoLB2yHK8S3G_TGqcK6qOcGaA/viewform?usp=dialog 

 

Anna Lovisa Mýri spælir nøkur løg