Aðalfundur 2026.
Leygardagin 7 mars var árligi aðalfundurin hildin á Hotel Føroyum. Fundurin byrjaði við at Gunnvá Akraberg Hansen bjóðaði vælkomin, og síðan sungu vit saman við Guðruni Sólju og Janusi. Gestarøðari á degnum var Theodor Eli Dam Olsen, sum skemtiliga og upplýsandi tosaði um fyribrigdi at arbeiða – hvaðani kemur hugtakið at arbeiða, hví vilja vit arbeiða og hvussu er arbeiðið ment í gjøgnum tíðina. Síðan varð farið í gongd við sjálvan aðalfundin. Sitandi nevnd hevði 5 uppskot at leggja fyri aðalfundin: at broyta heitið formaður til forfólk, at avtaka grunnarnar, at broyta bygnaðin í ráðunum frá Námsfrøðingaráði og Hjálparfólkaráði til eitt alment pedagogiskt ráð og eitt sosialpedagogiskt ráð, at seta áramál á forfólkasess eins væl og nevndarsessir og ráðssessir, og at seta á stovn eitt nýtt Etiskt ráð. Valið gekk væl, og øll mál vóru viðtikin við greiðum meiriluta. Seinna helvtin av degnum varð skipað við fakligari framløgu við Hansinu Wilhelmsdóttir, pedagogi, Jóhonnu Andreassen, sjúkrarøktarfrøðingi, og Ninnu Reinert, samfelagsfrøðingi. Tær hava kanna pedagogiska arbeiðsøkið í mun til sálarliga arbeiðsumhvørvið og organisatoriskt resiliens hjá umsorganarstarvsfólkum. Hvat er tað, sum ger okkum mótstøðufør, soleiðis at vit orka og makta okkara arbeiði, og kenna gleði í tí, at vera til arbeiðis? Hvørjir faktorar skulu til, fyri at starvsfólk halda leingi til sítt arbeiði? Her hava tær nøkur áhugaverd boð, m.a at sosialur stuðul frá starvsfeløgum og ein góð leiðsla eru avgerandi faktorar fyri eitt gott arbeiðsumhvørvi og fyri at skapa mótstøðuføri hjá einstaka starvsfólkinum. Pál Weihe var seinasti gestur á pallinum, og hann fekk allan salin at smílast til sína hugleiðing um góða arbeiðslívið. Hann tosaði um hvussu arbeiði í sjálvum sær kann hava nakrar heilsufremjandi faktorar í sær. Vit arbeiða ein triðing av okkara lívið og tí hevur tað stóran týdning, at vit eru glað og hava tað gott, meðan vit eru til arbeiðis. Men arbeiðsgleðin liggur ikki bara hjá øðrum at skapa fyri okkum; hetta er ein felags ábyrgd millum arbeiðsgevara og starvsfólk. Eftir aðalfundin varð skipað fyri frálíkum veitsluborðhaldi. Eitt undirhaldandi og stuttligt kvøld. Takk fyri hesuferð – vit gleða okkum longu til næsta ár.