Námsfrøðiligaráðið skipar fyri fyrilestri í Suðuroy.
NÁMSFRØÐINGARÁÐIÐ
bjóðar til fyrilestur á Heilsuskúlanum í Suðuroy
Hóskvøldið 7/5 kl 18:30.
Tað verður Sigbritt við Neyst námsfrøðingur og psykoterapeutur, sum kemur at hava áhugaverda fyrilestin:
Nervalagið í námsfrøðiliga arbeiðnum
Í hesum fyrilestrinum koma vit, fyri ein part, inn á hvussu nervalagið er uppbygt.
Hvussu vit gjøgnum nervalagið kunnu lýsa bæði strongd, angist, tunglindi og trauma.
Hvussu vit við kunnleika um nervalagið betur skilja barnið/brúkaran og okkum sjálvi, og út frá tí handla skynsamt. Eisini koma vit inn á m.a. hvat kann fáa nervalagið út av javnvág og hvussu tað verður javnvigað aftur, og hvussu/hví eitt væl javnviga nervalag er meir móttakiligt yvirfyri læring, sambandi og kreativiteti.
Tróndur Enni og Lív Næs kom at syngja nøkur løg fyri okkum.
Vit bjóða suppu, kaffi/thé og okkurt gott aftur við.
Allir limir í Føroya pedagogfelag eru vælkominir.
Freistin at tekna seg er 4. mai. Tilmelding á leinki
