Eingin framtíð er sterkari enn tey børn, sum vaksa upp í henni .
Seinastu árini hava fleiri tosað um mistrivnað millum børn og ung. Sum pedagogar og hjálparfólk síggja vit gongdina hvønn dag. Spurningurin er, um vit hava skapað eitt samfelag, har børn so skjótt tey koma inn í henda heim, eru noydd til at laga seg til eitt stressandi umhvørvi. Eg vildi ynskt, eg kundi svara nei til hendan spurning, men tíverri kann eg ikki tað. Spurningurin er: ” eru vit sinnað at gera nakað við tað”?
Børn, sum hava trupult við at finna ró
Vit, sum arbeiða við børnum og ungum, síggja gleðina, forvitnið og menningina – men vit síggja eisini nakað, sum fær okkum at stúra. Fleiri børn hava trupult við at finna ró, fleiri gerast skjótt strongd, og fleiri vísa tekin um mistrivnað longu í heilt ungum aldri. Hetta er ikki bara ein einstøk uppliving hjá einstøkum starvsfólkum. Tað er tíverri ein gongd, sum bæði fakfólk og gransking í størri og størri mun vísa á. Tað eigur at fáa okkum øll – pedagogar, hjálparfólk, foreldur, almenningin og ikki minst politikarar at steðga á og spyrja: hvussu skipað vit okkara samfelag á ein hátt, sum ikki elvir til mistrivnað og strongd?
Grundarlagið verður lagt tíðliga
Gransking vísir, at grundarlagið undir trivnaði verður lagt tíðliga í lívinum. Longu í móðurlívi kann strongd hjá mammuni ávirka biologisku strongdarskipanina hjá barninum. Tað er samband ímillum strongd hjá mammuni í viðgongutíðini og avbjóðingar hjá barninum seinni í lívinum. Hetta kann elva til at børn verða fødd við stresshormonum og einari viðkvæmari strongdarskipan. Fyrstu barnaárini eru avgerandi fyri, hvussu barnið lærir at regulera kenslur, knýta relasjónir og kenna tryggleika. Trivnaður hjá børnunu verður grundlagdur í teimum relasjónum og tí umhvørvi, vit skapa rundan um barnið frá fyrsta degi.
Tá karmarnir verða ov trongir
Á dagstovnum og frítíðarsskúlum gera starvsfólk hvønn dag eitt stórt arbeiði fyri at skapa tryggleika og rúm fyri nærveru og menning. Men vit mugu eisini tora at seta orð á veruleikan: karmarnir eru ikki nóg góðir. Barnabólkarnir eru nógva staðni ov stórir og tíðin til tað einstaka barnið er ov lítil. Fysisku karmarnir eru nógva staðni als ikki nøktandi og børnini eru noydd til at vera í ov nógvum larmi og hava í alt ov lítlan mun møguleika fyri at trekkja seg og finna ró. Aftur her vísir gransking, at ov stórir bólkar og ov nógv stimuli kunnu økja um strongd hjá børnum gjøgnum dagin – ikki bara kensluliga, men eisini kropsliga. Tá børn brúka so nógva orku upp á at laga seg til eitt hektiskt umhvørvi, verður minni orka eftir til spæl, læring og sosiala menning. Vit vita eisini, at ein trygg relasjón til ein vaksnan, er ein tann sterkasta verjan ímóti mistrivnaði. Men relasjónir krevja tíð, rúm og nærveru. Tær kunnu ikki effektiviserast.
Tá vit broyta karmarnar, síggja vit mun
Tí er tað eisini áhugavert, tá kommunur tora at gera ítøkiligar broytingar. Í Klaksvíkar kommunu er talið av børnum í vøggustovum og barnagarðsstovum seinastu árini sett niður. Royndirnar eru góðar og tølini tala fyri seg: bæði børn og vaksin trívast betur. Tað er meiri ró í gerandisdegnum, meira tíð til relasjónir og nærveru – og tað sæst eisini aftur í arbeiðsumhvørvinum. Sjúkrafráveran hjá starvsfólkunum er minkað. Hetta vísir, at betri karmar ikki bara gagna børnunum. Teir gagna eisini teimum vaksnu, sum hvønn dag bera ábyrgdina av barnaumhvørvinum. Eg kann leggja afturat, at í Tórshavnar Kommunu hava tey eisini minkað um barnatalið í vøggustovunum. Tað er avgjørt ein gongd leið.
Ein politisk raðfesting
Hetta er tí ikki ein spurningur um vilja ella væntandi vilja hjá starvsfólkunum. Tað er ein spurningur um politiskar raðfestingar. Vit kunnu ikki bæði siga, at børnini eru okkara framtíð, og samstundis góðtaka karmar, sum gera tað truplari at skapa eitt trygt og mennandi barnaumhvørvi. Nú val er útskrivað, hoyra vit nógv um framtíðina í Føroyum – um búskap, hægri pensjónsaldur, tunnellir, tilflytarar, bústaðartrot, sera høgt kostnaðarstøði, væntandi arbeiðsmegi og so framvegis. Beint nú koma lesarabrøv omaná lesarabrøv við gyltum lyftum um alt møguligt, sum eftir mínum tykki leggur eitt alsamt størri trýst á okkum øll og ikki minst á børnini. Men eingin av hesum spurningum kann skiljast frá barnaøkinum. Tí framtíðin byrjar ikki í vinnustrategium ella langtíðarætlanum. Hon byrjar í vøggustovuni, í barnagarðinum, skúlunum og í frítíðarskúlunum. Dagstovnaøkið er ikki ein útreiðsla, sum kann útsetast. Tað er ein av teimum týdningarmestu íløgunum, eitt samfelag kann gera. Gransking vísir eisini, at góð barnaár minka um tørv á serligum stuðuli og sosialum átøkum seinni í lívinum. Tað vil eg meta er ein góð íløga.
Ein greið áheitan til politikarar
Sum nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag síggi eg hvønn dag eitt fakøki við stórum eldhuga og við stórari ábyrgdarkenslu. Starvsfólk vilja gera mun, og tey gera mun. Men ábyrgdin fyri trivnaði hjá børnunum kann ikki liggja á herðunum hjá starvsfólkum einsamøllum. Hon má lyftast politiskt. Tí vil eg nýta høvið, nú val er útskrivað, at senda eina áheitan til tykkum, sum vilja stýra Føroyum næstu árini: Raðfestið barnaøkið. Skapið betri og tryggari karmar rundan um børnini. Tryggið arbeiðsumstøður, sum gera tað møguligt hjá pedagogum og hjálparfólkum at vera nærverandi vaksin, sum børn hava tørv á. Tí eingin framtíð er sterkari enn tey børn, sum vaksa upp í henni. Og spurningurin, sum vit nú mugu seta tykkum, sum vilja hava okkara atkvøðu, er einfaldur: Hvussu sterka framtíð vilja vit hava í Føroyum?
Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag