Limakort.
Vit hava nú fingið nýggj limakort. Kortið er prógv fyri limaskap í Føroya pedagogfelagi og kann vísast ymsa staðni í landinum fyri at fáa avláttur og limaágóðar. Tit kunnu lesa um limatilboð her: https://pedagogfelag.fo/limaagodar
Soleiðis fært tú títt limakort:
Hvønn hósdag prenta vit limakort. Umbønir um limakort, sum eru innkomin innan mikudag á midnátt, kunnu heintast í Tungugøtu fríggjadag í somu viku.
Umbønir eftir mikudag, kunnu heintast fríggjadag í vikuni eftir.
Tað ber væl til, at álitisfólki heintar fyri sín stovn. Tað krevur bert, at allar umbøninar eru komnar inn áðrenn freistina.
Avheinting av limakorti er fríggjadagar innan kl. 14
Tit senda umbøn um limakort við at útfylla hetta skjalið: https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSeKkD_HY-sWHA5wBbRGIF0EJXGlGx3_oEqomS3lLfVWKDQ0Gw/viewform?usp=dialog