Trý ráð skulu veljast á eykaaðalfundinum 14 apríl .
Eykaaðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum komandi týsdag, 14 apríl kl. 19.00
Val og skipan av Ráðum.
Á eykaaðalfundinum skulu veljast trý ráð:
Pedagogiskt ráð:
Eykaaðalfundurin skal velja eitt alment pedagogiskt ráð, sum hevur til endamáls at arbeiða við og virka fyri øllum tí alment pedagogiska økinum.
Ráðið kemur at virka sum ein eind undir felagnum, við tøttum samstarvi við nevndina.
Ráðið kann skipa fyri limatiltøkum um almennan pedagogikk, og seta sjóneykuna á pedagogiskt virksemi í øllum landinum.
Í ráði skulu veljast 5 limir. Allir limir, ið arbeiða innan alment pedagogiska økið, bæði hjálparfólk og pedagogar, kunnu stilla upp til ráðið.
Ynskir tú at stilla upp til Pedagogiska ráðið, ert tú vælkomin at senda felagnum ein t-post á pedagog@pedagogfelag.fo. Møguleiki er eisini at boða frá uppstilling á sjálvum eykaaðalfundinum.
Sosialpedagogiskt ráð:
Eykaaðalfundurin skal velja eitt sosialpedagogiskt ráð, sum hevur til endamáls at arbeiða við og virka fyri øllum tí sosialpedagogiska økinum.
Ráðið kemur at virka sum ein eind undir felagnum, við tøttum samstarvi við nevndina.
Ráðið kann skipa fyri limatiltøkum um sosialpedagogikk, og seta sjóneykuna á sosialpedagogiskt virksemi í øllum landinum.
Í ráði skulu veljast 5 limir. Allir limir, ið arbeiða innan sosialpedagogiska økið, bæði hjálparfólk og pedagogar, kunnu stilla upp til ráðið.
Ynskir tú at stilla upp til Sosialpedagogiska ráðið, ert tú vælkomin at senda felagnum ein t-post á pedagog@pedagogfelag.fo. Møguleiki er eisini at boða frá uppstilling á sjálvum eykaaðalfundinum.
Etiska ráðið:
Endamálið er at lýsa, viðgera og viðmerkja mál, sum røra seg innan okkara fakøki, bæði hugsjónaliga og í praksis.
Samfelagið er í støðugari menning og broyting, og avgerðir tiknar av myndugleikum, t.v.s politikarum ella arbeiðsgevarum, hava stóra ávirkan á lívið hjá teimum menniskjum, vit varða av. Við støði í menniskjarættindum og rættindum fyri ávísar bólkar í okkara samfelagi, eiga vit altíð at seta tørvin hjá borgaranum í miðdepilin.
Við einum etiskum ráði kunnu vit eisini lyfta fakliga støðið, og kjakast á einum meira virðiligum grundarlagi.
Etiska ráðið verður skipað eins og hini ráðini, men við tveimum uttanhýsis limum við øðrum fakligum førleikum. Annar uttanhýsis limurin er Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og hin er Dorthe Pedersen, próvdómari. Uttanhýsis limir sita eina 2 ára setu. Afturat hesum vera 4 limir valdir á ársfundinum, sum ráðið skipar.
Etiska ráðið kemur inn í bygnaðin hjá Pedagogfelagnum líknandi eini stabsfunktión, omanfyri hini ráðini, og skal ráðgeva og vegleiða nevnd og umsiting í samfelagsligum og etiskum málum.
Ynskir tú at stilla upp til Etiska ráðið, ert tú vælkomin at senda felagnum ein t-post á pedagog@pedagogfelag.fo. Møguleiki er eisini at boða frá uppstilling á sjálvum eykaaðalfundinum.
Fundurin byrjar kl. 19.00.
Vit bjóða ein góðan bita til matna.
tilmelding á hesi leiki:
Møtið fjølment!
vinaliga
Føroya Pedagogfelag