Búmerkið hjá felagnum
09. apr. 2026

Samgonguskjalið er undirskrivað, og nýggja ABC-samgongan er farin til verka..

Vit vilja arbeiða fyri bestu umstøðum fyri menning og læring heilt frá vøggustovu til hægri lestur. Dagstovnaøkið skal hava bestu karmar. Og borgarin skal altíð vera í miðdeplinum og hava møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt, sigur nýggja samgongan, nú samgonguskjalið varð lagt fram fyrrapartin í dag.

Nýggja samgonguskjalið leggur dent á at dagstovnaøkið skal raðfestast, og arbeiði við Barnalógini og at dagføra Dagstovnalógina heldur fram. Harafturat er útbúgving av pedagogum nevnt positivt.

Fólkaflokkurin kemur at umsita mentamál, herundir barna- og útbúgvingarmál.

Almannamál liggja hjá Javnaðarflokkinum, meðan heilsumál verða umsitin av Sambandsflokkinum.

Vit ynskja nýggju samgonguni hjartaliga tillukku, og blíðan byr, og vit fara fegin til verka at samstarva um at fremja batar fyri allar okkara limir eins væl og allar borgarar.

les samgonguskjalið her:

https://kvf.fo/greinar/2026/04/09/her-er-samgonguskjalid-hja-nyggju-abc-samgonguni