Starvsfólk til nýggja barnahúsið Sóljuspíran á Viðareiði.
Vit í Viðareiðis kommunu gleða okkum til at lata upp ein nýggjan dagstovn til børn í vøggustovu, barnagarði og frítíðaransing, og nú leita vit eftir eldhugaðum og fakliga sterkum starvsfólkum at vera við frá byrjan.
Lýst verður eftir trimum námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum á 32-35 tímar um vikuna til nýggja stovnin, sum letur upp eftir summafrítíðina.
Stovnurin verður ein mennandi og tryggur gerandisheimur fyri børn og starvsfólk. Vit leggja dent á eitt virðiligt og spælandi umhvørvi, har nærveran er í hásæti og, har hvør dagur gevur børnunum góðar upplivingar og grundleggjandi førleikar til lívið.
Við dygdargóðari námsfrøðiligari hugsjón og einum arbeiðsplássi merkt av virðing, samstarvi og fakligari menning, skapa vit karmarnar – tú og starvsfelagarnir fylla teir við innihaldi.
Vit leita eftir tær, ið:
• Ert útbúgvin námsfrøðingur og tær, sum hevur hug at arbeiða sum hjálparfólk
• Hevur hug at byggja upp eina góða mentan frá grundini
• Ert opin, nærverandi og vilt arbeiða við spæli, trivnaði og námsfrøðiligari menning
• Hevur gott eyga fyri samskifti og samstarvi, bæði við børn, foreldur og starvsfelagar
• Vilt vera við til at skapa ein stovn, har øll kenna seg trygg og sædd
Vit bjóða tær:
• Møguleika at vera við frá byrjan og mynda stovnin
• Fakliga vegleiðing og møguleikar fyri menning
• Ein stovn, har tryggleiki, spæl, læring og menning ganga hond í hond
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Pedagogfelagið og KAF.
Umsóknarfreistin er 29. apríl 2026
Størvini verða sett frá 1. august ella eftir nærri avtalu.
Umsóknir og spurningar:
Meir fæst at vita um størvini við at venda tær til Elina Mikkelsen, leiðara á tlf. 231084 ella dagroktin@vidareidi.fo Umsóknir, saman við møguligum prógvi og lívsrensli, skulu sendast til info@vidareidi.fo
Frámerk: Starvsumsókn.
Um ikki nóg nógvir námsfrøðingar søkja starv, kunnu hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað í eitt ár í staðin. Sambært §2 í barnaváttanarlógini, hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv. Viðareiðis kommuna tilskilar sær rættin til at velja millum umsøkjararnar ella ongan at seta.