Búmerkið hjá felagnum
06. mai 2026

“Hatta er ein samráðingarspurningur”.

Er eitt aftursvar, sum ofta er at hoyra í fakfelagshøpi, og sum er orsøkin undir nógvum tvístøðum millum fakfeløg og arbeiðsgevara. Tað eru tíðum ymiskar fatanir av, hvat hoyrir til samráðing, og hvat ein arbeiðsgevari “eigur” at veita sínum starvsfólki.

Í nýggja samgonguskjalinum stendur at lesa, at ábyrgd, støðufesti og breiðar semjur skal vera grundarlagið undir hesari samgonguni. Nógvar góðar visjónir eru at finna í samgonguskjalinum og fyri okkara limir, ið starvast við menniskjum, eru ávísar visjónir, ið hava serligan týdning og sum kunnu vera avgerandi fyri alt vælferðarøkið, m.a. at “borgarin skal vera í miðdeplinum og hava møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt” og “dagstovnaøkið skal hava bestu karmar”. Føgur orð og góðar intentiónir – men ongin ítøkilig ætlan fyriliggur, í øllum førum ikki alment.

Vit gleðast yvir at borgarin verður settur í miðdepilin, og síggja hetta til at vera ein kærkomnan møguleika at endurskoða tænasturnar og at raðfesta tvørfakligt og tvørgeiraligt samstarv. Í hesum lítla landi hava vit skipanir, ið eru stirvnar og ótíðarhóskandi, bæði fyri borgarar og starvsfólk. Ikki fyrr enn vit lata upp fyri samstarvi uppá tvørs av fakbólkum og geirum, kunnu vit skapa dygdargóðar tænastur, borgaranum at frama. Men tað krevst ein vilji, bæði frá teimum ymisku fakbólkunum, og okkara fólkavaldu. Tað verður tí spennandi at fylgja við og síggja, hvussu hetta verður útint í praksis. Tí tá mann starvast við menniskjum, har høvuðsuppgávan er at tryggja sosialan, sálarligan og fysiskan trivnað, so hevur okkara egni trivnaður alt at siga, tí vit eru amboðið. Um aðalmálið hjá okkara nýggju stjórn er at borgarin skal vera í miðdeplinum – so má okkara nýggja stjórn taka starvsfólkini, ið eru um borgararnar, við inn í miðdepilin.

Okkara trivnaður til frama fyri trivnaðinum hjá borgaranum ljóðar sjálvsøkið; at starvsfólk á námsfrøðiliga økinum skulu raðfestast hægri enn borgarin, tað skulu vit ikki. Fakta er, at um starvsfólk eru ovbyrðaði, mangla arbeiðsgleði av tí sama og siga seg úr starvi, so hevur samfelagið ein trupulleika, tí hetta gongur út yvir borgaran og dygdina. Námsfrøðiliga økið umboðar ein stóran part av føroysku vælferðini og vit vita, at arbeiðsbyrðan veksur. Stuttskygdar og “fluffy” visjónir eru tað allarseinasta, okkara økið hevur tørv á. Vit hava sæð, at politiskar avgerðir verða tiknar, ið ávirka okkara arbeiðið, men vit verða ikki tikin við. Hetta er greitt við m.a. nýggju integratiónslógini, ið ásetur, at frá 1.juli skulu dagstovnar gera trivnaðarætlanir fyri einstøku tilflytara børnini á økinum. Ein trivnaðarætlan kann vera góð, men hvør skal hava hesa ætlan – hvat skal hon brúkast til, hvussu skal hon skrivast og nær skulu starvsfólk hava tíð til at skriva eina slíka ætlan? Veit politiska skipanin ikki av, at starvsfólk á dagstovnaøkinum bert hava 1 fakligan tíma (fyrireiking) um vikuna? 1 tíma at fyrireika sína arbeiðsviku: foreldraviðtalur, aktivitetir, skriv til barnavernd og sosialar mynduleikar, netfundir o.a. – og frá 1.juli – trivnaðarætlanir. Børn í kreppu, børn við menningarórógvi og fleirmælt børn – øll børn høvdu havt gott av góðari umboðan, sum ein trivnaðarætlan kann vera. Men tað hava tey allarfægstu børnini á dagstovnaøkinum. Í Føroyum hava vit ongan felags arbeiðsleist, ella amboð at arbeiða út frá. Tí dugi eg at ímynda mær, at tað verður upp til einstøku kommunurnar at avgera, hvussu ein slík trivnaðarætlan skal skrivast. So kann man kjakast um, um tað er nóg góð umboðan.

Á enskum verður setningurin “something’s gotta give” brúktur og vísir til, at ein støða er blivin ótolandi og at ein broyting tískil er alneyðug. Og har eru vit tíverri komin á dagstovnaøkinum í Føroyum. Tað ber snøgt sagt ikki til at leggja fleiri uppgávur á dagstovnaøkið, og ikki betra um karmarnar.

Hvat er ein samráðingarspurningur ella ikki, fer tíðin at vísa, tá Føroya Pedagogfelag aftur skal til samráðingar. Komandi samráðingarnar fara at vísa í verki hvussu nýggja samgongan raðfestir vælferðarøkið og “lívsdygd”. Hvussu dygdin av námsfrøðiligu tænastuni skal verða og hvussu lívsdygdin hjá okkara borgarum skal vera, er púrasta upp til politikarar og arbeiðsgevarar at greina. Hvat skal takast av karminum og hvat kann gevast?

Eitt er púra vist, at eitt langt arbeiðslív innan vælferðarøkið, við einum tíma av fakligari tíð, har eftirløn ikki verður goldin av yvirtímum, har setanarkarmarnar eru ótryggir og har lønin ikki er kappingarfør – er ikki haldbart.