Búmerkið hjá felagnum
11. mai 2026

Flaggdagsrøðan, sum forkvinnan helt á flaggdagshaldi í Sørvági og á Giljanesi 25/04-2026.

Góða samkoma og gott bygdafólk.

Tað er ein serstakur heiður fyri meg at vera boðin at bera fram flaggdagsrøðuna í dag. Takk fyri álitið.

 

“Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,

men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarsins ljóð.

Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,

Syngur tjóðin tær glaðasta song”.

 

Hyggja vit upp, síggja vit vakra Merkið vundið í húnar hátt.

Søgan um Merkið er bæði knortlut og long.

Árið er 1919.


Tríggir føroyskir studentar í Keypmannahavn – Jens Olivur Lisberg, Pauli Dahl og Janus Øssurson – fáa hugskotið at gera eitt føroyskt flagg. Fjartskotnir, langt heimanfrá síggja teir, hvussu íslendingar við stoltleika bera sítt egna flagg, og heimlongsulin vekir kensluna um, at eisini teir eiga at hava eitt flagg.

Men tað skuldu ganga 21 ár – og ein heimsbardagi skuldi til – áðrenn Merkið av sonnum varð viðurkent, tað grunaðu ungu menninir neyvan í tí løtu.

25. apríl 1940 tekur bretski konsulin avgerð um, at “studentaflaggið”, sum tað varð rópt fram til hendan dag, skuldi takast í brúk. Føroysk skip fingu nú boð um at vinda Merkið á stong og seta tað á skipssíðurnar, so eingin ivi skuldi vera um, hvaðani skipini komu.

Hetta er søgan um okkara Merkið. Men hetta er eisini ein søga um meira enn eitt flagg.

Hetta er ein søga um eina tjóð við egnum samleika. Um eitt fólk, sum vann eitt drúgt stríð. Um sjómenn, sum við treiskni og vilja hildu fast í at vera sæddir sum føroyingar á altjóða høvum.

Søgan um Merkið eigur, ein slíkan dag sum í dag, at fáa okkum at steðga á og spyrja:
Hvaðani eru vit komin? Og hvat gera vit við tað samfelag, okkum er latið í hendur?

Tey, ið undan gingu, hava tikið mangt eitt takið og mangt eitt stríðið. Einki er komið av sær sjálvum. Og skulu vit framhaldandi mennast og vaksa sum tjóð og land, mugu vit vera eins djørv og tora at hugsa eins stórt og teir tríggir garparnir í Keypmannahavn fyri 127 ár síðani.

Vit hava búleikast á hesum oyggjum í út við 1700 ár. Hóast harðbalin lívskor hava vit bygt eitt gott samfelag – eitt framkomið og kappingarført samfelag, sum vit í dag errin kunnu rópa vælferðarsamfelagið Føroyar.

Eitt samfelag, har vit kenna okkum trygg.
Har vit taka okkum av hvørjum øðrum.
Og har vit rúma øllum, eisini teimum, sum av ymsum ávum ikki passa í røttu rammurnar.

Men hetta er ikki allur veruleikin.

Ikki øll í okkara samfelagið hava somu fortreytir fyri at skapa eitt gott lív, og ikki øll koma líka væl frá byrjan. Øll børn hava eins gott barnalív.

Fyri meg, sum pedagogur, og sum forkvinna fyri pedagogfelagið, fellur tað mær tungt fyri bróstið, at børn og ung, og menniskju við skerdum førleikum stríðast, og ikki fáa eina tænastu, vit sum samfelag eiga at veita teimum.

Í mínum yrki seinastu 30 árini havi eg lært, at í barnagarðinum kunnu vit gera rættuliga nógv fyri at lætta um, stimbra og menna, og bera so í bandi, at børn koma framat tænastum, tey hava rætt til.

Og júst tí eri eg sannførd um, at barnagarðurin hevur ein avgerandi leiklut í, hvussu barnalívið og harvið eisini ungdóms- og vaksnamannalívið hjá hvørjum einstøkum barni verður. Eg eri sannførd um, at nógv gott kann byrja í barnagarðinum, um bara vit hava pening, tíð og røttu umstøðurnar.

Tað er ofta her, vit fyrstu ferð síggja barnið, sum stríðist, ella er í mistrivnaði.
Barnið, sum ikki mennir málsligar førleikar, ella megnar at luttaka í spæli við onnur børn.
Barnið, sum ikki hevur eygnakontakt.
Ella barnið, sum bara ikki finnur sítt pláss í felagsskapinum.

Og júst her byrjar pedagogiska arbeiðið.
Her skulu vit síggja, skilja og stuðla.
Her skapa vit karmar fyri góðum trivnaði og menning frameftir, og fyri betri lívsmøguleikum, sum kunnu fylgja barninum inn í vaksna lívið.

Mínar royndir hava eisini givið mær holla vitan um, at trivnaður hjá børnum er tætt knýttur at fakliga umhvørvinum – at vitan, royndir og førleikar hjá starvsfólkum hava avgerandi týdning fyri pedagogiska arbeiði, sum verður gjørt í einum barnagarði.

Tí kann eg siga við vissu:
Dygdin í einum barnagarði hongur beinleiðis saman við fakligheitini hjá teimum, sum arbeiða har.

Vísindalig gransking – bæði altjóða og í norðanlondum hava víst, at dygdargóðir barnagarðar hava jalig árin á lívsgongdina hjá børnum, á sosialar førleikar og á bókliga innlæring, tá barnið kemur í skúla.

Grundarlagið undir lívinum verður lagt tey fyrstu barnaárini. Og tí er barnagarðurin ikki bara ansing – Barnagarðurin er ein av hornasteinunum í okkara samfelagi. Ein mentanarberi, tí tað er eisini her, vit byggja tað Føroyar, sum liggur inni í framtíðini.

Tá ættarliðið, sum skal taka við eftir okkum, ein dag fer at standa her og hátíðarhalda Merkið, tá verður tað við vitan og førleikum, sum tey millum annað vunnu sær í barnagarðinum, tá tey vóru smá.
 

Tá eg hugsi aftur á mín egna barndóm, minnist eg serliga løturnar í spæli.

Í Húsagarði, har eg vaks upp, spældu vit í túnunum og millum húsini; í Skálalonini, á Fløtti og inni á Vágalið.

Fjørðan og hagin – frá Kirkjusteini og niðan á Eggina – alt var okkara spælipláss. Uttanfyri Gamlaskúla spældu vit “Jørðin er eitrað” í gamla skipinum, og yviri við Nýggjaskúla hoppaðu vit band og lakkaðu paradís. Vit fangaðu síl í Sílánni, Vit svóvu í telti í bønum uppi í Evigheitini, og klintraðu í trøðunum í prestagarðinum. Um veturin skreiddu vit í Húsabrekku, stór sum smá – øll samlaðust í brekkuni. Lívið var sorgleyst og gott, og barndómurin varð livdur í hvørjum króki í bygdini. Fór eg langt frá húsum, endaði eg niðri við Kirkjar, har vit komu upp at táttast við onkrar kirkjadreingir, sum gjørdu fortreð. Viðhvørt kom ein vaksin framvið og setti okkum uppá pláss, um tað var neyðugt. Soleiðis varð uppalingin løgd út til hvørt bygdafólkið at hava ábyrgd av. Tey vaksnu, sum vóru nærhendis barnaspæli og barnavirksemi, sóu okkum, og leiðbeindu okkum í, hvat vit kundu og hvat vit ikki kundu. Hvat var rætt og skeivt, og hvat var ov vandamikið. Tey settu okkum mørk, sum vit virdu og lærdu av. Tað var ein ósøgd felags avtala, at vaksin høvdu eyguni við børnum, sum spældu í nærumhvørvinum – soleiðis var tað bara.  

“Tað krevur eina bygd, at uppala eitt barn”. Soleiðis ljóðar eitt afrikanskt orðafelli.

Og soleiðis var lívið hjá okkum tá.

Í dag er nógv broytt. Barnagarðurin er vorðin tað, sum húsatúnini og bygdarlívið vóru fyri okkum. “Barndommens gade” er flutt inn um girðingar, inn í barnagarðar. Og tí hava vit sum samfelag eina greiða skyldu:

At gera barnagarðin so góðan sum gjørligt.

Barnagarðurin er tískil ein avgerandi faktorur fyri framgongd á staðnum. Tað nýttar ikki bara at byggja fínar bygningar, hóast hesir sanniliga gera sítt til góðan trivnað, men tað ræður meira um at raðfesta innihaldið í pedagogisku tænastuni til barnafamiljuna.

Nú bleiv mín røða líka so nógv eina heiðran til dygdargóða barnalívið, kommunur skapa, sum tað bleiv ein heiðran fyri Merkinum. Men í mínum hugaheimi hongur hetta neyvt saman.

Tað er ikki ein sjálvfylgja, at børn fáa atgongd til góðar barnagarðar í dag, tí trotið á pedagogum og starvsfólkum er stórt. Til tíðir kann tað kennast vónleyst at síggja eina loysn, men tá vit hyggja at børnum okkara, so vita vit, at vit kunnu ikki geva skarvin yvir.

Eins og teir tríggir studentarnir, sum á sinnið høvdu ein dreym og eina vón um eitt flagg, og eins og føroyskir sjómenn ótroyttiliga vundu studentaflaggið á stong. Og eins og øll undan okkum, hava bygt land undir ringastu fortreytum, soleiðis vóni eg, at vit framhaldandi fara at stríðast fyri einum betri og tryggari samfelagi, har øll børn, tá tey blíva vaksin, kunnu líta aftur á eitt gott barnalív, í einum barnagarði, har fortreytirnar fyri at mennast og mentast vóru framúr góðar.

Vit kunnu altíð gera tað eitt lítið sindur betri, og tað er ein treyt fyri framburði, at vit tora at hugsa út um mørk og traðka inn á ótráddar leiðir.

Pauli Nielsen, sáli, umsetti bókina Lurtandi pedagogikk, og her finna vit hesi orðini:

 

“Onkur veit kanska, hvat eitt barn er, men eingin veit, hvat tað kann verða til.

Onkur veit kanska, hvat ein barnagarður er, men eingin veit, hvat hann kann verða til.

Onkur veit kanska, hvat heimurin er, men eingin veit, hvat hann kann verða til”.

 

Yrkingin er sprottin úr einføldum spurningum frá børnum, og um enn einfalt orða, so er hon bæði vís og vónrík.

Børnini eru vís í sínum einfalda máta at síggja og skilja lívið. Vit vaksnu kunnu læra nógv við at seta ferðina niður, og fara inn í barnsins hugaheim. Barnsliga forvitnið letur mangan dyr upp, sum taka okkum vaksnu av bóli – eru vit nóg djørv, so loyva vit børnunum at vísa okkum vegin. Møguleikarnir eru óendaligir. Men ábyrgdin er okkara.

Ein dag fer Merkið at veittra á altjóða leikpallum – í ítrótti, í mentan og list.
og kanska onkur tykkara, sum arbeiðir við børnum, tá fer at siga: eg visti tað altíð - hatta sóu vit longu í barnagarðinum.

 

Framhaldandi góðan flaggdag, kæra fjøld.
Takk fyri at tit lýddu á.